Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norsku myndugleikarnir avmarka nú nýtslu av hydrogenperoksid í bardaganum móti laksalús

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  25.05.2017 - 00:43 Politikkur Tíðindi

Norski fiskimálaráðharrin, Harald T. Nesvik, ætlar at lýsa kunngerð sum bannar alibrúkum at dálka norsku firðirnar við evnafrøðiligum evnum.

- Tað hevur stóran týdninging at vit hava eina skipan, sum forðar fyri at evnafrøðilig evni koma út í firðirnar frá alibrúkum.
'

- Eftir at hava kanna avbjóðingar, sum vit hava fingið í samband við nýtsluna av hydrogenperoksid og øðrum evnum, sum nýtt verða í bardaganum móti laksalús, hava vit gjørt av, at til vit vita meira um hesi evni verður tað bannað at koyra evnafrøðilg evni á sjógvin, har sum alibrúk eru.

- Ráðharrastovan í fiskivinnumálum fer um stutta tíð at senda eitt uppskot um fyribils tiltøk og hoyringar í samband við arbeiði at samskipað eina nýggja ávaringarskipan.

- Í uppskotinum verður gjørt greitt at viðgerð í bað, einans kann gerast umborð á brunnbátum. Forboðið er galdandi fyri alibrúk, sum liggja nær gýtingar- og rækju økjum ella nærri enn 500 metrarfrá slíkum økjum.

- Vatn sum verður brúk til avulsing, við evnafrøðiligum evnum má ikki koma á sjógv.

- Stjórnin ynskir at hava eina burðadygga alivinnu. Tað verður altíð tørvur á heilvági í alivinnuni, men vit kunnu ikki hava eina vinnu sum hevur óynskta ávirkan á umhvørvi, sigur norski fiskimálaráðharrin í morgun.
 
Støðan í Føroyum er óviss
Myndin omanfyri var tikin á kajuni í Runavík í seinastu viku har tangar við hydrogenperoksid liggja klárir til at verða brúktir í stríðnum móti laksalúsini.
Í Norra hava myndugleikarnir sera góða vitan um gýtingarøkir og fisk sum veksur upp á norsku firðunum. Men støðan í Føroyum er tann av vit vita sera lítið um djóralívið á Føroysku firðunum. Síðan danir gjørdu kanningar av dóralívinum føroysku firðunum í 1930unum eru ongar samskipaðar kanningar gjørdar. Alivinnan ger tó regluliga kanningar við alibrúk, og Magnus Heinason hevur ein dag um árið har hann ger kanningar av djóralívið í fjøruni, verður sagt frá Havstovuni.
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld