Lýsing
Lýsing
Lýsing

Marner: Eitt sindur skuffaður men kortini væl nøgdur

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  26.10.2018 - 16:12 Politikkur Tíðindi

Dómskurðurin er lemjandi fyri statin og fíggjarligt støðufesti og fríkennur alla leiðsluna í fyrrverandi føroyska bankanum í øllum punktum sum høvdu við ákærur um ósketni ella ábyrgdarloysi hjá fyrrverandi leiðsluni. Fyrrverandi nevndarformaðurin, Marner Jacobsen, sum eisini var stjóri í føroyska partinum av gamla Eik Banka, fær somuleiðis sakarmálskostnaðin, 5.650.000 krónur, í endurgjaldi frá fíggjarligum støðufesti fyri av órøttum at verða lagdur undir at hava sínt ábyrgdarloysi.

Tað var ein eitt sindur skuffaður, men kortini væl nøgdur Marner Jacobsen, sum Norðlýsið hitti eftir at úrskurðurin hjá Eystara Landsrætti varð kunngjørdur í morgun. Hann sæt tá og nærlæs dómin saman við advokati sínum, Søren Lundsgaard, eftir at hava havt álvarsligar ákærur hangandi á sær í átta ár.


- Eg hevði sjálvur væntað at vit blivu fullkomiliga fríkendir, men dómarin hekk seg í eina avgerð, sum var tikin á einum nevndarfundi. Men allar ákærur um ábyrgdarloysi ella at vit sum leiðsla fyri bankan skuldu havt ein
ábyrdarleysan leiðslustíl ella politikk, vóru vit reinsaði fyri og tað eri eg sera fegin um, sigur Marner í stuttari viðmerking.

Dómsúrskurðurin:
Eystari Landsrættur staðfestur:


.... Landsretten fandt, at banken havde en høj risikoprofil, og at der var risici ved bankens drift og indretning, herunder navnlig ved at banken havde en sårbar kreditfunktion og i et vist omfang manglende funktionsadskillelse mellem
bankens kundevendte aktiviteter og kontrolfunktioner. Efter bevisførelsenfandt landsretten imidlertid, at de nævnte forhold ikke havde en sådan karakter, at bankens ledelse af den grund var erstatningsansvarlig for ethvert tab, der var
lidt på bankens erhvervsengagementer. Bankens ledelse blev derfor ikke pålagt erstatningsansvar som følge af bankens generelle drift og indretning…..

... Ved vurderingen af de seks konkrete engagementer fandt landsretten, at to af direktørerne og to af medlemmerne af bestyrelsen havde handlet ansvarspådragende ved bevillingen af et særligt risikofyldt engagement….

Talan var um, at Eik Bank Danmark hevði játtað einum felag 28,5 mió. kr. í rakstrarfígging, sum liður í at viðkomandi felag samstundis yvirtók eitt fastognarengagement hjá Eik Bank Danmark og veitti kautión í tí sambandi. Hetta felagið fór seinni av knóranum. Rætturin metti at leiðslan hevði tikið avgerð á einum ófullkomnum grundarlagi, og tað var skerpandi at hetta var hent eftir at fíggjarkreppan var byrjað.

Stórar avleiðingar fyri Eik Banka málið í Føroyum
Bíðja hevur verið í spenningi eftir niðurstøðuni hjá Eystara Landsrætti, tí nógvar av ákærunum í hesum rættarmálinum vóru tætt knýttar at ákærunum, sum staturin og Fíggjarligt Støðufesti hava reist móti leiðslu og nevnd í føroyska Eik Banka, sum Fíggjarligt Støðufesti yvirtók, samstundis sum danski Eik Bankin varð noyddur at stongja.

- Fíggjarligt Støðufesti er álagt at rinda tilsamans 40 mió. kr. í sakarmálskostnaði til øll tey saksøktu. Tað er eingin ivi um at hesin dómurin fær stórar avleiðingar fyri rættarmálið móti leiðslu og nevnd í føroyska partinum av gamla Eik Banka, sigur Søren Lundsgaard, sum er advokatur hjá Marner Jacobsen, sum var nevndarformaður í danska partinum av Eik og
samstundis stjóri í føroyska partinum.

- Í øllum teimum ákærupunktunum sum knýta seg til føroyska bankan, var øll leiðslan dømd at verða ósek, sigur Søren Lundsgaard, advokatur.

Sambært advokatinum hevði leiðsla og nevnd í Eik Banka teknað sær trygging móti júst slíkum ákærum og rættarmálum, men tryggingarfelagið hevði noktað at rinda, vísandi til ákærurnar hjá Fíggjarligum Støðufesti. Nú dómur fyriliggur væntar Søren Lundsgaard, at støðan er ein onnur og tryggingin má rinda, tí allar ákærur í tí sambandi eru vístar aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…