Lýsing
Lýsing
Lýsing

H2O í Æðuvík

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri  |  13.11.2018 - 16:50 Politikkur Tíðindi

Háttvirda samkoma, - góðu æðuvíkingar og tit sum hava leitað tykkum til bygdar í dag. Tað eru fleiri orsøkir til, at lagið er gott á monnum, og tað fara vit at hoyra meiri um, sum hendan løtan líður fram.

Onkur er kanska bilsin av, at ein kommuna markar ein dag sum hendan, bert tí at eitt vanligt vatnverk, í einari lítlari bygd í Føroyum, verður tikið í nýtslu. Í mun til øvuta valið, diametralu treytina, vatntrot og turk, er tað ein hending, og í mun til at onki vatn var í okkum og ímillum okkara er hetta ein stórhending, tí hetta snýr seg um tað mest grundleggjandi evni fyri at lív yvirhøvur kann vera á gongustjørnu okkara. Tey flestu okkara hava gingið so frægt í skúla, at vit hava hoyrt um hesa evnafrøðiligu skeklingina ímillum vetni og súrevni - H2O. Einfalda mýlið við teimum serligu eginleikunum, sum gevur tí lyklaleiklutin í teimum alis- og evnafrøðiligu prosessum, sum eru orsøkin til, at tað yvirhøvur ber til hjá okkum at vera í Æðuvík í dag.

 

Hóast vit, um okkara leiðir, mangan bíða eftir ælaslitum og illneitast um alt regnið sum kemur niður av himni, frá sirmi til grimdarregn, so sigur veruleikin okkum, at 70% av jarðarinnar útskinni – yvirflatuni – er vatn og sjógvur. 70% av mannakroppinum, og heldur meiri enn tað av heilanum, spekulatorinum, er vatn. Og vit komu sum kunnugt svimjandi ígjøgnum fosturvatnið hjá mammum okkara til tað lív, ið okkum varð givið. - Og vit síggja dag og dagliga hvussu hesin konsistensurin í mannakroppinum – evnafrøðiliga samanskrúvingin - endurspeglast í leikinum hjá børnum, í uppvaskiføtum, hyljum,  gilum, veitum og áum, - niðri við lendingina ella í báti og á flakum.

 

Áhugaverdar javnvágir í Skapanarverkinum. Ei undur í at vatnið longu verður nevnt í Bíbliunnar skapanarsøgu, og at Koranin staðfestir, at vatnið er treytin fyri øllum lívi, og í norrønu guðalæruni hoyra vit um Sleipnir, hestin hjá Óðini, sum á sínum átta beinum fer sporandi avstað, líkamikið um hann ríður á landjørðini, á vatninum ella undir himmalhválvinum. Og sum í øðrum guðalærum høvdu teir eisini ein havguð, ein havkong, gomlu norðbúgvarnir. Teir róptu hann Ægir, og hann var giftur Ran.

 

Stórur partur av heiminum hevur ikki nógmikið av vatni og alt ov mong kring um á klótuni hava dálkað fyri ikki at siga skitið og eitrað vatn, sum hevur heilt ringar avleiðingar við sær nógvar staðir. Tað sum vit á okkara aldri kenna til í Føroyum er, at hvørt húskið hjálpti sær við einum bassengi ovari í bønum ella uppi undir bøgørðunum, ið fekk vatn frá einari keldu í námindum. Soleiðis var tað á Glyvrum, og á leið soleiðis hevur tað eisini verið í Æðuvík, skilji eg á lagnum. Seinri gjørdist hendan tænastan, at veita húskjum drekkivatn, ein kommunal uppgáva og innari fingu øll húskini fyri nakað nógvum árum síðani vatn úr kommunalum brunnum í Lamba og sum fólkatalið og vinnan tóku seg fram, var neyðugt at leggja vatn yvir um fjørðin úr Prestá á Skála. Í Æðuvík var alt tikið úr einari keldu, óreinsað, og savnað í einum brunni í kommunalum regi, men ofta hevur tað verið tepurt við vatni á hásumri, táið turkurin hevur ligið leingi á.

 

Æðuvík er niðursetubygd. Av Nesi fluttu tey bæði Jóannes Davidsen og Sanne Davidsen í 1897. Síðani legðist til, og táið atkvøtt var um kommunuslitið hin 21. desember 1965, høvdu 29 av íbúgvunum í bygdini valrætt. Onkursvegna líkist hendan atkvøðan loysingar-atkvøðuni hin 14. september í 1946, 55% atkvøddu fyri at gerast partur av hini nýggju Nes kommunu, meðan 45% atkvøddu fyri at gerast partur av innaru kommununi – Runavíkar kommunu. Valluttøkan var 69% - kortini endaði tað við, at Æðuvík báknaði inneftir. Føroyingar valdu loysing 14. September í 46 og fingu danskt heimastýri, meðan æðuvíkingar valdu Nes og fingu Runavíkar kommunu, hetta seinra hava vit innanmenn verið fegnir um síðani. Í dag – júst í dag – búgva 105 fólk í Æðuvík. Láglendið frá Stórafjalli, omanfyri Søldarfjørð og Lamba, út á Eystnes, hevur yvirhøvur trupulleikar við at fáa nógmikið av vatni úr egnum øki og lendi. Tann støðan er sjálvandi versnað, sohvørt sum fólkatalið er vaksið, men hóast fráboðað hevur verið um trot mangar staðir og vatn er koyrt til m.a. Rituvíkar í tangabilum um sumrarnar, hevur man ongantíð hoyrt um trot í Æðuvík, hóast bygdin í útgangsstøðinum kanska var tann bygdin, ið var ringast fyri. Ein kelda til 105 fólk. Havi ein varðhuga av, at orsøkin er óvanliga samanhaldið í hesi bygdini. Fólk vita av hvørjum øðrum og vara um hvønn annan. Her ráða næstan kibbutz átøkir tilstandir, hvør hugsar um annan, og tí hevur hugtakið “the tragedy of the commons” ongantíð rakt hesa bygdina, primitiva grádigheitin, kreddan, sum snýr seg um at øll fara eftir øllum í einum, samstundis, hagartil onki er eftir. Tað hendi ikki í Æðuvík, her spardu tey hinvegin uppá vatnið, saman, í góðum felagsskapi, táið á stóð um sumrarnar.

 

Táið Skálavatnið var komið yvir um fjørðin og niðan í brunnarnar í Heiðunum, var ætlanin at flyta vatn hagani yvir til Ritvíkar og til Æðuvíkar. Leiðingar vóru lagdar yvir á Ritvuvíksháls og knýtt var í kervið í Rituvík, ætlanin var at halda fram til Æðuvíkar á sama hátt, men eftir at vit – avvarðandi partar – høvdu tingast leingi um hetta, komu vit ásamt um, at tað ikki hevði verið ein nóg burðardygg loysn. Eitt er tað at teinurin er drúgvur, eitt annað og verri er tað, at økslin um Agnið, ímillum Toftavatn og Æðuvík, liggur ovari í lendinum enn brunnarnir í Saltangará, tí hevði verið neyðugt við einari pumpuskipan í tí økinum, fyri at fáa vatnið uppum hesa barrieruna yvir til bygdina. Tí var farið í holt við skipanina, sum í dag verður tikin alment í nýtslu.

 

Verkætlanin fór úr barkastokki í 2017 og 15. desember í fjør vóru húsini, sum rúma nýggja reinsiverkinum reist.  Tann dagin veittraði Merkið yvir bygdini. Heiðamaðurin Jack Mohr, saman Allani við Rætt og Pól á Sondum, stoyptu og smíðaðu húsið. JHR hevur staðið fyri planering og vegagerð. El-tøkni, hjá Sonna Johannessen, hevur tilevnað ravmagnsskipanina. Nomatek kom við reinsiverkinum við sandfiltrum og UV-skipan. El-teknik leveraði stýriskipanina og Univice umvældi vatnbrunnin, sum er komin afturat tí verandi. Og leggjast kann afturat, at tyrlan hjá tjóðarflogfelagnum – Atlantsflogi – fleyg brunnin á staðið og setti hann – hangandi í loftrúminum - niður á sokkilin. Aðrir veitarar hava verið Pf. Borg, Pf. Zacharias Leitisstein, Polyplast, Maskinhandilin, Reno-vent og Vind.

 

Vatnverkið, við Hermanni á Líknargøtu á odda, og teimum báðum sekundantunum, Vilhelm (Villa) og Andrasi, hevur staðið fyri verkætlanini táið tað snýr seg um snið, innrætting av verkinum, verkætlanarleiðslu og eftirliti. Í umsitingini hjá Runavíkar kommunu hevur verkfrøðingurin Sigrid Jensdóttir Dalsgaard havt ábyrgdina fyri allari verkætlanini. Brúktar eru 7 hundrað túsund krónur í 2017 og 1,3 milliónir krónur í 2018 – tvær milliónir krónur tilsamans – og sagt verður, at hesum eru ábyrgdarhavararnir komnir serstakliga væl frá – ongin nevndur ongin gloymdur. Býráðsmanningi, ið raðfesti og játtaði fæið til verkætlanina, eru vit æviga takksom.

 

Og hvat fáa æðuvíkingar so burturúr hesum øllum, spyrja tey flestu. Bygdarfólkið fær nú vatn, sum er reinsað eftir øllum løgligum ásetingum. Goymslan er tvífalt so stór sum frammanundan og í mun til, at vatn bert varð tikið úr einari keldu, ber tað nú til at taka vatn úr lendinum og reinsa tað, um á skuldi staðið. Harvið skuldi bygdin verið framtíðartryggjað vatnveiting viðvíkjandi, eisini í mun til ein komandi fólkavøkstur. Reinsiverkið, sum alment verður tikið í nýtslu ídag, verður lagt talgilt inn í skipanina hjá Vatnverkinum, sum harvið stútt og støðugt kann fylgja gongdini á hesum og øðrum verkum í Runavíkar kommunu.

 

Umsókn er send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um lóggilding og kommunan hevur fingið boð um, at hendan verður viðgjørd í januar 2019. Ongi vatnverk hava enn fingið lóggilding, men Starvsstovan letur væl at hesum verkinum, og øðrum verkum í kommununi, og meting teirra er, at vatnverk okkara eru sera tíðarhóskandi - við framkomnari yvirvaking og automatisering. Vatnroyndirnar úr verkinum vísa higartil, at standurin er góður og at tað riggar eftir ætlan. Næsta vatnverkið, sum farið verður undir, verður í Oyndarfirði.

 

Í meiri enn tríati ár havi eg spælt innandurafótbólt saman við æðuvíkingum. Á liði saman við onkrum teirra og aðrir hava verið mótstøðumenn. Tað hevur gingið skiftandi á, við skiftandi manningum, flúgvandi útskiftingum, alt eftir hvør ið nú er tøkur til ta løtuna ta vikuna, men hesar seinastu vikurnar hevur tað bara vignast heilt væl. Liðfelagarnir, æðuvíkingarnir Rósing Johannessen og Oddfinnur Olsen stríðast væl saman við okkum trimum innanmonnum: Kristani Gaardbo, Eyðuni á Verkstaðnum og mær sjálvum. Á hinum liðnum hava æðuvíkingarnir Kaj Johannessen, Niels Juel Kristiansen og Høgni Davidsen stríðst saman við Egili Gullbrandssyni og rituvíkinginum Magga Olsen. Hesir vóru tøkir í gjárkvøldið, og vit vunnu 11-5; - annars hevur tað ligið heilt væl fyri hesa seinastu tíðina. Sum eg lat teir vita, taptu vit, so fór eg eftir heysinum í rekkjuna, og vunnu vit, so kundi tað vera, at eg setti meg nakað fram á náttina til tess at fáa eina røðu skipaða til haldið ídag. So varð.

 

Menniskjað livir ikki uttan vatn, tað er ein lívstreyt, og hóast tað mangan hevur verið tepurt við vatni í Æðuvík, so kann eg bara staðfesta, at knáu bóltspælararnir úr Æðuvík, hóast mikla veskutapið í Bylgjuni mánakvøldini, eru líka væl fyri, táið teir møta aftur eina viku seinri. Fráboðan um, at hetta er ein bygd sum í allar mátar riggar.

 

Við hesum orðum er Vatnverkið í Æðuvík tikið alment í brúk, og harvið skuldu æðuvíkingar havt nógmikið av hesi margháttligu og sjáldsomu evnafrøðiligu bræðingini, H2O, so langt fram í tíð, sum vit duga at síggja. Til lukku við fasilitetinum og blíðan byr ynski eg tykkum í ókomnum døgum og árum.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…