Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Halgidagar – Harrans dagur

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  02.12.2018 - 18:04 Bloggur Mentan

Tá Nýggja Testamenti og tey fyrstu kristnu tosa um Harrans dag, ella dag Harran, so munnu tey flestu halda at tey tosa um dagin sum er umrøddur í triðja boði, sum hvíludagurin, ið skal verða hildin heilagur.  Men, so er ikki!  Fyri teimum fyrstu kristnu var fyrsti dagurin í vikuni, dagur Harrans, ikki dagur Jahwe, ella dagur skaparans, men dagur Jesusar! Uppreisnardagurin, gleðis- og veitsludagurin! Hann var eitt brot við sabbatin, forna hvíludagin í Gamla Testamenti! Tí hendan dagin hendi nakað heilt nýtt – dagurin var ein nýggj byrjan!

Hesi jólini vera tað vit plagdu at kalla ”eini long jól” – tað er, við mongum samanhangandi halgidøgum. Tey eldru vóru ovurfegin um sovorðin jól, serliga tey, ið høvdu strævið arbeiði, antin talan var um innandura ella uttandurað arbeiði. Men, fyri okkum børnum kundi eini ”long jól” saktans gerast í so long.

Har høvdu vit glett okkum til jólaaftan – og hóast dagarnir uttanfyri gjørdust styttri og styttri framm móti jólum, so kendust teir fyri okkum børnum kortini longri og longri fyri hvønn dag ið gekk. Og at enda vóru daganir so drúgvir, at tað kendist sum at rulla grót niðan á Háfjall. Men, so kom jólaaftan, sum ein opinbering omaná ein langan desember, og hóast óiva svárur hjá onkrum og onkrastaðni, so var løtan, sum oftast, fullkomin.

Og so, oman á tað heila, komu halgidagarnir, sum fyri okkum smáu, við krút í gumpinum, kundi kennast eins og ævinleikin fleirfaldaður.  Fyrsti jóladagur var, hóast kanska mitt í viku, meira heilagur enn sjálvur heiligdagurin, og var annar jóladagur sunnudagur, so Guð náði okkum! Og so framvegis. Halgidagar vóru ikki at spæla við – teir vóru ein álvarssøk, eitt álvarsmál. Várharra var serliga ”upp merksamur” halgidagar. Kanska serliga eisini um páskirnar.

Tá hesi somu børnini gjørdust vaksin, lærdu tey at fegnast um ”long jól” og samanhangandi halgi- og frídagar – tað kendist gott at eiga seg sjálvan eina løtu, at vakna, uttan at skula leypa av songini fyri onnur.

Men, spurningurin er, um okið frá Gamla Testamenti og triðja boði hevur verið rættvist allar hesar øldirnar? Tí, fyrsti dagurin í vikuni, sunnudagurin er hóast alt ikki tann sami, sum hvíludagurin í gamla Testamenti – men, er í staðin í kristnum høpi gleðisdagurin, jublidagurin, uppreisnardagurin, nýskapanardagurin, vónar- og veitslu dagurin!

Soleiðis upplivdu tey fyrstu kristnu dagin! Vit kunnu sjálvandi halda at vit vita betur, men her loyvi eg mær at koma við einum íkasti frá einum av heimsins kendastu Nýggja Testamenti granskarum  Oscar Cullmann:

Harrans dagur hjá teimum fyrstu kristnu var eitt hátíðarhald fyri uppreisnini.  Hvør Harrans dagur var ein Páskadagur, við tað at páskirnar enn ikki høvdu fingið eina ávísa høgtíð einaferð um árið. Hendan týdningin av degnum gloyma vit mangan í dag.  Dagurin er fyrst og fremst ein kristin høgtíð . . . . . . . fyrstu ferð vit hoyra dagin nevndan við navni er í Opinberingini 1,10. Her verður orðið Harrin ikki nevnt í týdninginum Jahwe, men orðið verður nýtt um Jesus. Harrans dagur er Jesu dagur, uppreisnardagurin. (URCHRISTENTUM UND GOTTESTIENST 1950)

Í sama verkinum vísir Oscar Cullmann til kirkjufaðirin Tertullianus (De corona mill), sum í samband við nýggja hvíludagin, Harrans dag veit at siga, at tað millum tey fyrstu kristnu ikki var loyvt at fasta hendan dagin, ein heldur var tað loyvt at leggja seg á knæ undir guðstænastuni Harrans dag, tí dagurin var ein veitslu og gleðisdagur. Og fleiri av teimum apostólsku fedrunum taka undir við honum.

Tá ið alt tað er sagt, so var kortini ein heilt serligur høgtíðsdámur yvir teimum gomlu sunnu- og halgidøgunum, sum hagani eg komi frá, byrjaðu við at fólk sóust fara heim eftir veg, antin á veg í kirkju ella á morgunmøti, øll í stívasta pussi. Menn undir hatti ella í keppi, og kvinnur somuleiðis undir hatti ella við turruklæði um høvdið, so fast knýtt um høkuna, at tað líktil einum múlabandi.

Tað var friður allastaðni, ongin skipaferðsla, ongin bilferðsla – tú hoyrdi bara likkurnar, sum ikki vistu at tað var sunnudagur. Ísvirkið hjá Kjølbro gekk, men tað hoyrdu vit ikki, tí vit vóru so von við dunið frá kølarunum. Av sonnum álvarsdagar! Men, hví gera uppreisnardagin til ein sorgardag, har tað næstan var bannað at smílast ella at vera í góðum lag? At halda hvíldagin heilagn, er væl tað at koma Guð í hug, at kenna takksemi og gleði fyri jóla- og páskaboðskapin?

Nú eru halgidagssiðirnir nógv broyttir  - kanska ikki bara til tað betra! Nú er tað í øllum førum ikki longur synd at smílast ella at vera í góðum lag sunnudagar og fyrstu høgtíðsdagar. Vit ferðast og fara til handils, og ítrótturin fyllir dagin hjá mongum. Men, syrgiligt verður tað, um allur friðurin og allur álvarin hvørvir hesar dagarnar, tí vit menniskju hava brúk fyri høgtíðum, eisini jólunum, so avskeplaði tey enn kanska eru vorðin!

 

 

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik