Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sólgerð og vinkonan

Bindifestivalurin vekjur minnir frá fyrr í tíðini

SKRIVAÐ: Sólgerð Andreassen  |  04.01.2019 - 00:12 Bloggur Lesarabrøv Mentan

Hvønn týdning hesin arvurin hevur fyri okkum, ið búleikast her, er ringt at seta orð á. Tað er ein nátúrligur partur av lívinum, ein gáva, sum vit eru fødd til og bera víðari. Sum mamma, er tað stuttligt at síggja, hvussu børnini taka eftir og við stórum áhuga tilevna pløgg úr okkara góðu rávøru.

 

Bindifestivalur, hvat er tað fyri nakað, hugsaði eg, tá ið eg hoyrdi tað fyri fyrstu ferð. Hetta ljóðaði spennandi, og eg gleddi meg til tiltakið. Tað gekk ikki leingi, áðrenn eg føldi gleðina og týdningin av Bindifestivalinum, ikki minst, tá ið eg fekk møguleika at hýsa áhugaverdum fyrilestrum í Sjóstovuni Unika. Hetta var spennandi, og vinfólk komu at gista, júst sum fyrr í tíðini, tá fólk tóku sær tíð at ferðast. Tey vórðu so glað fyri Bindifestivalin, at tey nú eru trúgvir gestir á hvørjum ári, og í ár fái eg eisini íslendska vitjan. Eitt gylt høvi at hugna sær og minnast aftur á góðar gamlar dagar, tá ið vit lærdu hondarbeiði av alskyns slag.  

Eitt tað fyrsta, sum eg minnist til binding og ull var, tá eg sat inni hjá ommu mínari og nappaði. Tað var friður og eingin skundur. Vit smáprátaðu og vóru upptiknar, so ljóðið frá klokkuni á vegginum hoyrdist týðiliga, tik-tak, tik-tak, tá vit gloymdu okkum burtur í arbeiðnum. Omma lærdi meg at binda hosur, vøttir o.a., sum fekk stóran týdning seinni í lívinum. Minnist, at vinkona mín bant øðrvísi hæl enn eg, tí hon hevði lært ein annan máta, sum hennara familja bant, ímeðan mín familja bant ommusa hæl. Hesi smáu frávik gjørdu, at ein kundi síggja, hvør hevði bundið hosurnar. Vit plagdu eisini at binda eftir kortum. Hetta hevði vinkonan lært frá mammu sínari, ið sjálv hevði lært hetta sum barn.    

Einaferð, tá ið eg var um skúlaaldur, var eg og ferðaðist hjá mostur mínari í Hvalvík. Tá lærdi ein eldri genta meg at hekkla. Eg fann skjótt útav, hvussu eg skuldi taka uppá og av og hevði stóra gleði av at hekkla dukkuklæði, serliga fínar kjólar. Hetta hugtók meg sera nógv, og tað var eitt sætt lívskæti at sita og evna til og royna ymisk mynstur. Eg ivist ikki í, at hondarbeiði av ymiskum slag er sera mennandi fyri børn og ung, og at tað hjálpir teimum at hugsa kreativt seinni í lívinum. Ímynda tær, at geva einum barni ein førleika, so tað av egnum áhuga byrjar at sniðgeva klæði, einans 7 ára gamalt. Eingin ivi er um, at tey læra nógv annað samstundis, eitt nú at hugsa møguleikar ístaðin fyri forðingar í lívsins viðurskiftum. Hetta er umráðandi at varðveita og raðfesta, bæði heima og í skúla.  

Nógv og góð eru minnini frá barnaárunum, tá ið tað kemur til hondarbeiði. Mamma hevði bindimøti við gentum í øllum aldri. Vit bundu klæðir til børn úti í heimi, sum ikki áttu so nógv. Mamma segði frá søgum, og vit sungu og lærdu at binda troyggjur o.a. Eitt dýrabært minni um hugna og góða samveru. Beiggi mín, sum er knapt tvey ár yngri enn eg, bant eisini. Hann sat við rundstokki og bant eina lítla skipstroyggju við mynstri í til bamsuna hjá sær. Eisini hekklaði hann sær ketur til súkkluna, so hon ikki skuldi glíða í hálku.  Jú sanniliga, fingu vit nógvar tímar at ganga við hesum hugnaliga ítrivinum.

Hvønn týdning hesin arvurin hevur fyri okkum, ið búleikast her, er ringt at seta orð á. Tað er ein nátúrligur partur av lívinum, ein gáva, sum vit eru fødd til og bera víðari. Sum mamma, er tað stuttligt at síggja, hvussu børnini taka eftir og við stórum áhuga tilevna pløgg úr okkara góðu rávøru.

Ein tann besti spurningurin eg havi fingið, hesum viðvíkjandi er, tá ið tann eina dóttirin var í Spania og tók bachelor í sniðgeving. Hon segði: ”Mamma, góða kanst tú læra meg alt, sum tú dugir í hekkling”. Tað fjálgaði og kendist væl at kunna bera hesa vitanina víðari. Hetta fekk meg at hugsa aftur í tíðina, tá vit gentur gjørdu útstýr, t.e. ymiskt, sum skuldu brúkast, tá ið vit einaferð fingu hús og heim. Tað kundi vera hekklaðir dúkar, gardinur, grýtulappar, broderaði upphang, pútur, seymaði og bundin pløgg. Har var heilt víst nógv at tríva í, og stuttligt, at hesin førleikin nú kundi brúkast til nýmótans klæði úti í heimi. Tað vísti seg, at tað riggaði væl at seta bæði bundið og hekklað saman við seymaðum pløggum. Hetta var nakað serstakt, sum stór nøvn innan mótaheimin vóru sera hugtikin av. Soleiðis kunnu vit fylgja við tíðini og lata okkara ungu arbeiða víðari við sínum hugflogi og gera tað, sum fyrr var ein neyðsynjarvøra, til smart nútímans klæði.

Bindifestivalurin hevur sostatt stóran týdning fyri okkum øll. Tað er stórt at kunna bjóða øðrum tjóðum til okkara lítla fitta oyggjaland, sum eigur eitt ríkidømi, ið vit kunnu vera errin av at sýna fram. Her koma dugnaligir føroyingar og útlendingar, og undir felagsheitinum ”Bindifestivalur”, møtast ymiskar mentanir við litríkum fjølbroytni og aldargamlari siðvenju. Gestirnir fáa høvi at taka til sín, læra av hvør øðrum, og harvið menna hetta virðismikla handverkið, hvør á sín hátt. Tað er ein góð kensla at fara ríkari heim aftur. 

Góða eydnu við Bindifestivalinum 2019

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið