Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vakurt og meistarligt – Michala Petri og Ólavur Jakobsen

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.03.2019 - 02:24 Mentan Tíðindaskriv

Konsertir 12. mars í Vágs kirkju og 13. mars kl. 19  í Christianskirkjuni í Klaksvík.

“Eg havi ikki orð fyri hvussu frálík Ólavur og Michala eru, men sum við øllum fantastiskum tónleikarum, so virka tey eitt við sítt ljóðføri.”

Soleiðis tók ummælarin Niels Uni Dam til, tá ið tey framførdu á fyrsta sinni fyri nøkrum árum síðani á Listasavninum á Sandi. Hetta var fyrstu ferð tey bæði, Michala Petri og Ólavur Jakobsen, spældu saman. Síðani tá, hava tey havt fleiri konsertir saman.

Vit eru so heppin her á landi, at vit hava fylgt heimskensda floytuleikaranum Michalu Petri, síðani hon sum blaðung framførdi á fyrsta sinni her á landi. Síðan hevur hon vitjað javnan. Alt meðan hon hevur vunnið sær frama sum hin fremsti tónleikarin á ljóðføri sínum, blokkfloytuni, ið hon hevur lyft upp á eitt støði, ið ongantíð er sæð fyrr. Hon hevur vunnið allan tann altjóða heiður, ið ein tónleikari yvirhøvur kann og hevur framført við møtastu dirigentum og orkestrum kring allan knøttin.

At framføra við sær hesaferð, hevur hon valt fremsta, føroyska gittarleikaran Ólav Jakobsen, ið hevur drúgvar royndir sum solistur, kamartónleikari og eisini kendur sum frásøgumaður á Nýggjárskonsertini. Ólavur trein rættiliga inn á altjóða gittarpallin í 2012 við soloútgávuni “Awake, my Soult, and sound your Strings”, ið fekk framúr ummæli í fremstu, altjóða gittartíðarritunum.

Tey bæði hava sett saman eina sera fjølbroytta skrá, har ið vælljómandi, virtuosur og spennandi tónleikur verður spældur. Alt bundið saman við lættleika í spæli og nærveru við lurtaran við frágreiðingum um tónleikin. 

Tónleikurin spennir sera víða í tíð. Tónleikur frá Haendel til Piazzolla, úr Argentina til Føroyar, frá aldargomlum løgum til forkunnugt og nýtt, sum í teirra hondum fær lætt flog.

Ella sum Niels Uni Dam í áðurnevnda ummæli eisini tók til:  “Tey eru so góð hvør sær, men saman rann tónleikurin upp í eina høgri eind, tað var vakurt og meistarligt.”

Í Klaksvík spæla tey eisini til skrúvuguðstænastu, sum er kl. 17.30, blokkfloytunæmingar frá Klaksvíkar Tónlistaskúla spæla við til vakra sálmin, “Harra Gud, títt dýra navn og æra”.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan