Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tá veiðugjøldini vórðu til viðgerðar í løgtinginum hósdagin var ilt at meta um hvørt Bjarni Hammer úr samgonguni tekur undir við teimum. Frá tingsins røðarapalli vísti hann á fleiri ivamál við fyriliggjandi uppskoti um veiðugjøld á fiskivinnuna. | Mynd: Oliver Joensen

Veiðigjøldini helst av ongum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.03.2019 - 15:44 Leiðarin Politikkur Vinna

Norðlýsið skilir, at enn einaferð er ætlanin at “sylta” veiðigjøldini. Enn sum áður er trupulleikin, at samgongan ikki er samd um tey. Hesaferð verða tey helst endaliga slept fyri tó møguliga, møguliga ikki, at verða tikin fram aftur aftaná løgtingsvalið.

Tey hava verið ein tann tyngsti burðurin hjá samgonguni, gjøldini fyri tey fiskiveiðirættindi, sum ikki verða seld á uppboðssølu. Í november 2017 fingu tey fyrstu viðgerð, men skjótt var greitt, at fleiri í samgonguni ikki vildu vita av teimum. Fyri at bjarga samgonguni undan at tey skuldu verða feld í tingsalinum, læt Vinnunevndin tey ikki koma út aftur. Tey duttu tí burtur flaggdagin 2018, tá tingsetan endaði.

Hetta var ein hálv eyðmýking av vinnunevndarforkvinnuni, Bjørt Samuelsen, og tá fiskimálaráðharrin 5 mánaðir seinni legði neyvt sama uppskot fyri tingið aftur, noktaði hon eisini blankt at viðgera tað. Nú er so eitt triðja uppskot lagt fyri tingið, men kuril er framvegis á samgongutráðnum. Andstøðan eigur meirilutan í Vinnunevndini og kann velja at “sylta” uppskotið, sum tað eitur. Løgtingið kann gamaní atkvøða tað úr nevnd, men har hevur Bjarni Hammer sagt, at hann er ikki so heitur fyri veiðigjøldunum.

Tað nyttar neyvan tað stóra at trumla tey ígjøgnum heldur, tí løgtingsval verður antin í summar ella í heyst, og tann nýggja samgongan fær lætt við at at annullera tey aftur, tí tey ikki høvdu komið í gildi fyrrenn á nýggjárinum óansæð. Tey kunnu sostatt setast úr gildi, áðrenn tey í heila tikið koma í gidi.

Alt bendir tí á, at hesin tungi burðurin verður eitt fosturlát.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing
KÍ missir helst fýra leikarar
Anfinn Í Toft á støð
Morgunmatarborðið veit