Lýsing
Lýsing
Lýsing
Framtíðin fíggjar yvirskotið og blokkurin verður ikki minkaður við einari krónu | Mynd: kvf.fo

Danir og framtíðar pensjónistar fíggja avlopið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.03.2019 - 09:04 Leiðarin Politikkur

Fíggjarkarmarnir eru nú lagdir fram, men har var lítið gott at frætta fyri tey, sum ynskja ein sjálvberandi føroyskan búskap. Ríkisveitingin verður ikki skerd hetta valskeiðið, og veruleikin er tann, at yvirskotið hevði verið undirskot, um ríkisveitingin ikki verður tald við.

Í fylgiskjalinum til samgonguskjalið frá 14. september 2015 stendur “Ríkisveitingin verður fyrst fastfryst og seinni minkað”. Fastfrystingin er framd, men lyftið um at skerja veitingina verður ikki framt í hesum valskeiðinum. Í staðin verður tað lovað enn einaferð til komandi valskeið. Hetta er greitt eftir framløguna av fíggjarkørmunum í gjár og útdýpandi viðmerkingarnar frá Kristinu Háfoss, fíggjarmálaráðharra, í Degi og viku í gjárkvøldi.

Fíggjarmálaráðharrin budgetterar við einum yvirskoti uppá ½ milliard, og ætlar samstundis at hækka almennu útreiðslurnar við 3,5%.

 

Pensiónsforskattingin heldur áfram

Umframt at blokkstuðulin er inni við somu styrki minst hetta valskeiðið afturat, eru ongar ætlanir um at avtaka pensiónsforskattingina aftur heldur. Tað var annars eitt lyfti til seinasta val, men tað tykist nú at verða heilt slept, og tí skal ein komandi samgonga eisini liva uppá lán frá framtíðini.

Tilsamans kann ikki sigast, at búskapurin er vorðin væl bjálvaður til at gerast sjálvbjargin, hóast vit hava hákonjunktur og bestu búskapartíðir. Vit skulu framhaldandi skatta pensjónir við inngjald, óansæð hvør samgonga sleppur til, letur tað til, og sjálvt tá kemur ikki nóg mikið inn í kassan til at hava yvirskot uttan blokkstuðulin úr Danmark.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið