Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avdúking: Aðalstjóri einsamallur á fundi við loyvishavarar av menningarkvotu

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  11.04.2019 - 12:48 Tíðindi

Tann 2. apríl 2019 er fundur í Fiskimálaráðnum millum tríggjar persónar.

Á fundinum eru Tummas Henriksen, stjóri í P/F Kinnfelli og P/F Snarfrost og Árni Dalsgaard, nevndarformaður í P/F Kinnfelli. Á fundinum luttekur bert ein persónur vegna Fiskimálaráðið, sjálvur aðalstjórin Rógvi Reinert.

Á fundinum millum vágamennirnar og aðalstjóran í Fiskimálaráðnum, verður støðan umrøtt sum er íkomin eftir at Fiskimálaráðið í tveimum førum síðan august 2018 hevur givið “nýggju” aktørunum í Miðvági undantaksloyvi at víkja frá menningarætlanini, sum skuldi virka stórar nøgdir av svartkjafti á virkinum í Miðvági. 

Seinasta undantaksloyvi gekk út tveir dagar undan fundinum, nevniliga tann 31. mars 2019.

Fundurin í Fiskimálaráðnum er 232 dagar eftir at Fiskimálaráðið lutaði út menningarkvotuna har ráðið í tilsóknini legði stóran dent á, at at tillutaða menningarkvotan skuldi gagnnýtast innanfyri verkætlanina.

Umboðini fyri menningarætlanina í Miðvági greiða frá á fundinum við aðalstjóran, at virki í Miðvági verður ikki ført fyri at virka tillutaða svartkjaftin, men vóna at tað fer at bera til at gagnýta ein lítlan part av tillutaðu kvotuni.

 

Í fundarfrágreiðingini stendur m.a. soleiðis:

….. Í verandi løtu hevur felagið umleið 6.000 tons eftir av svartkjaftakvotu fyri 2019. Felagið hevur ætlanir um at skipa fiskiskap og framleiðslu innan tvey øki:
1) svartkjaftur verður goymdur í serstakari køling í skipinum og latin virkinum í Miðvági til frystingar og pakkingar.
2) svartkjaftur, ið ikki kann skipast eftir leisti 1) verður latin til eitt av teimum størru virkjunum, til dømis Havsbrún í Fuglafirði. 

Ongar royndir eru gjørdar á virkinum í Miðvági áður viðvíkjandi svartkjafti, og tí er framleiðslu- og pakkiorkan á virkinum avmarkað, serstakt ta fyrstu tíðina. Mett verður, at virkið kann frysta og framleiða um 20 tons um døgnið fyrstu dagarnar. Stutt hareftir kann nøgdin økjast til 50 tons um døgnið. Av teirri orsøk verður lutfallið av rávøruni, ið beinleiðis verður viðgjørt í Miðvági, lutfalsliga lítið í byrjanini, tó at beinleiðis skjøtul við hesum verður settur á menningarætlanina viðvíkjandi gagnnýtslu av svartkjafti á virkinum. 

Serstøk krøv til góðsku, stødd og aldur á fiskinum avmarka eisini gagnnýtsluna av rávøruni á virkinum í Miðvági og serstakt ta fyrstu tíðini, tá royndirnar byrja. 


Umboðini fyri P/F Snarfrost og P/F Kinnfelli kunnaðu um, at parturin av rávøru (svartkjafti), ið fer inn á virkið, stigvíst verður øktur sum frálíður. Somuleiðis er ætlanin, sum frálíður, at viðgera rávøruna meira enn frysting og pakking. 

 

Menning?

Í fundarfrásøgnini verður staðfest at lítil ella eingin menning er av svartkjaftaframleiðsluni:

…. Skipið, ið beinleiðis er ein partur av menningarætlanini, er útgjørt við 9 kølitangum, ið kunnu skipast um tvær køliskipanir; ein køliskipan, sum byggir á rávørunýtslu til ídnað og ein skipan, ið byggir á rávørunýtslu til onnur endamál, so sum at lata fiskin til virkið í Miðvági…

… Ítøkiliga ætlanin hjá felagnum er at veiða tey 6.000 tonsini, ið eftir eru av kvotuni, soleiðis at ein partur av veiðini verður brúktur til byrjan av menningarætlanini í Miðvági, og restin verður latin einum størri virki. Ein leistur kann vera at gera 4 túrar 1.500 tons hvør, harav ein partur – tann, sum er best egnaður og so stórur sum til ber - verður latin til Miðvágs hvønn túr, og restin verður latin til aðrar. Framleiðslu- og frystiorkan í Miðvági upp á 20-50 tons um døgnið avmarkar partin til hetta virksemið samsvarandi. 

Umboðini fyri P/F Snarfrost og P/F Kinnfelli endaðu kunningina við fyrispurningi um, hvørt Fiskimálaráðið kundi góðtaka, at feløgini skipaðu fiskiskap og virksemi eftir tí leisti og teimum treytum, ið er lagt fram á hesum fundi. 

Umboðið fyri Fiskimálaráðið svaraði, at ráðið vendir aftur. 

Fundurin lokin. 

Rógvi Reinert Aðalstjóri 


Sí alla fundarfrásøgnina her (PDF)

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum