Lýsing
Lýsing
Lýsing

"Samskifti er at byggja brýr"

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.04.2019 - 14:20 Tíðindi Vinna

Tað segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri millum annað í røðu síni í morgun á Nema, har hann bjóðaði Hey og Nema samtakinum vælkomin við nýggja átakinum í Klaksvík. 

Røðan hjá Jógvani Skorheim borgarstjóra er her niðanfyri:

Tíðin flytir seg skjótari, enn vit í veruleikanum geva okkum far um.

Tað eru bert 13 ár síðani, at einasti møguleiki fyri at koma úr Norðoyggjum, var við báti.

100.000 bilar vóru fraktaðir millum Klaksvík og Leirvík árliga.

Í dag ferðast umleið 1,2 milliónir bilar undir Leirvíksfjørð um árið!

Samfelagið er í rúkandi menning, og ofta geva vit okkum ikki far um hvussu skjótt tað gongur.

Mobilitetur er grundleggjandi fyri framgongd. Skjótari vit kunnu ferðast, meiri tíð kunnu vit brúka upp á tað, sum vit hvør sær síggja sum týdningarmikið. Meir tíð til familju, arbeið, tónleik, ítrótt o.s.fr.

- - -

Tá ið vit tosa um mobilitet, so slepst ikki undan telemarknaðinum.

Eg minnist ikki heilt, men eg meini, at vit í Føroyum fingu internetið í 1994 ella 95. Sjálvur gekk eg um hetta mundi í 6 ella 7 flokki á Ziskatrøð.

Eg minnist vit fóru heim til okkara, og upp á loftið, og settu okkum vit telduna at royna internetið. Tað var heilt fantastiskt. Hóast tað tók drúgva tíð at koma inn á internetið, ja, tit minnast vist øll hvussu tað ljóðaði (grrrrr, ), J, so var tað sum ein annar heimur lat seg upp.

Vit hildu, tað gekk skjótt.

---

Síðani uppringda sambandi er nógv hent. Vit hava fingið breiðband. Ferðin á netinum er økt munandi yvir fleiri ár. Vit hava fingið mobilt-internet á telefonina. Vit fáa í løtuni fipur-kaðalar til húsini, so alt kann ganga enn skjótari.

Framgongdin hevur verið ómetaliga stór, og vit taka tað, sum vit í dag fáa, mest sum fyri givið.

Við eitt nú telduposti hava vit stytt um tíðina, sum tað tekur at fáa boð send kring allan heimin, úr vikum ella mánaðum til bert nøkur frá sekund.

Eingin postbátur skal til Mykinesar ella til Kalsoynna við brøvum. Nei vit trýsta á ein knøtt, so hevur móttakarin tað í hinum endanum.

- - -

Nema og HEY hava verið sentralir aktørar á tí føroyska marknaðinum, í menningini av okkara samskifti.

Tí er tað gleðiligt, at HEY velur, at lata upp handil aftur í Klaksvík, so atgongdin hjá okkara borgarum til til fyrstafloks vørur innan samskifti altíð er í hásæti.

- - -

Klaksvíkingar og norðoyingar hava eisini ein serligan tokka til upprunan hjá hesi fyritøku.

Tað, sum í dag eitur Nema, byrjaði m.a. við eini av allar fyrstu teldufyritøkunum í Føroyum, sum æt Com-Data.

Com-Data, sum byrjaði á júst hesum staðnum – í Skálagarði – var ein av allar fyrstu fyritøkunum í Føroyum, ið byrjaði at selja teldur og telduskipanir, sum felagið sjálvt menti.

Hjá hesi fyritøku hava nakrir veruligir slóðarar innan teldumenning í privatu vinnuni í Føroyum arbeitt, og onkrir av teimum arbeiða her framvegis.

Fyritøkan var og er tí ein so sentral fyritøka í býnum, og flest øll, sum hava havt eitt lítið sindur við teldukeyp ella tørv á tekniskari hjálp, hava leitað sær til hesa ikonisku fyritøku eftir hjálp.

- - -

Eg trúgvi, at samanleggingin bert kann tæna brúkaranum, sum við hesum kann fáa samskiftishjálp og KT-hjálp á einum og sama stað.

Mín vón er, at tit fara at trívast í Klaksvík. Sum býur taka vit væl í móti hesum nýggja handlinum, og gleða okkum til fleiri góð tilboð frá tykkum, sum kann gera tað enn betri at vera norðoyingur í Norðoyggjum.

Samskifti er at byggja brýr. Brýr millum lond, fyritøkur og ikki minst menniskju.

Hesa uppgávuna hava tit bjóðað tykkum fram til at loysa.

Sum borgarstjóri ynski eg tykkum hjartaliga til lukku við handlinum og somuleiðis ynskja tykkum blíðan byr.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Lýsing