Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðlýsið svarar enn einaferð Fiskimálaráðnum: Landsstýrismaðurin hevði onga lógarheimild at geva undantaksloyvi!

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  27.04.2019 - 07:00 Politikkur Tíðindi

Við framferðini hjá fiskimálaráðnum er ráðið og landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, í fer við at úthola lóg um fyrisiting av sjófeingi innanífrá. OG ístaðin fyri at tosað opið um álvarsomu støðuna, sum Fiskimálaráðið hevur sett nýggju aktørarnar í, roynir fiskimálaráðið, vísandi til neyðrættartilstandir, at útvega nýggju aktørunum kapital í form av svartkjafti, sum teimum verður loyvt at handla uttanfyri góðkendu verkætlanina - til hægsta prís, skrivar Norðlýsið í næsta svarskrivi sínum til fjølmiðlanevndina, eftir at fiskimálaráði vegna landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, kærdi Norðlýsið til Fjølmiðlanevndina.

(Red.: Greinin var upprunaliga løgd út á nordlysid.fo tann 24. apríl 2019)

Eftir at Norðlýsið hevur havt eina røð av avdúkingum um óskil í samband við nógv umtalaðu menningarkvoturnar, sum fiskimálaráðið í 2018 byrjaði at geva nýggjum aktørum í uppisjóvarvinnuni, kærdi Fiskimálaráði Norðlýsið til  . Norðlýsið kom síðani við einum svarskrivið til fjølmiðlanevndina og stutta eftir kom fiskimálaráðið vegna Høgna Hoydal við einum svarskrivið til viðmerkingarnar frá Norðlýsinum.

Í gjár sendi Norðlýsið so niðanfyristandandi svarskriv til Fjølmiðlanevndina:

 

Frá Norðlýsinum til Fjølmiðlanevndina týsdagin tann 23. apríl 2019.

 

Viðmerkingar til svarskriv frá

Fiskimálaráðnum

tann 3. apríl 2019

 

 

Í brævið til Føroya Kærunevnd tann 3. apríl 2019 ákærir Fiskimálaráðið Norðlýsið fyri;

 

- at hava lagt landstýrismannin í Fiskimálum undir at disponera í lógloysi.

- at hava lagt Fiskimálaráðið undir at hava vátta fyri hesum,

- at yvirskriftin ikki samsvarar við innihaldi í greinini

- at Norðlýsið ikki hevur rættað yvirskriftir, hóast fleiri áheitanir frá Fiskimálaráðnum um hetta.

 

Harafturat ilskast fiskimálaráðið inn á viðgerina av málinum um menningarkvotur, sum greinin, ið kært verður um, er partur av og ákærir Norðlýsið fyri at seta fram politisk sjónarmið og at koma við uppáhaldum, ið sambært Fiskimálaráðnum eru óviðkomandi fyri viðgerina.

 

Fiskimálaráðið heldur áfram at føra ákærur fram móti Norðlýsinum: ”…..við uppáhaldum um lógarbrot hjá landsstýrismanninum og landsstýrinum…..

 

Aftur og aftur ger Fiskimálaráðið eina løgfrøðiliga tulking av eini yvirskrift og leggur Norðlýsið undir at hava gjørt nakrar niðurstøður, sum als ikki eru nevndar í umrøddu yvirskrift ella greinini.

 

Vísandi til fyrru frágreiðingin vit lótu fjølmiðlakærunevndini skulu vit bert endurtaka at umrødda niðurstøða, sum vit gera í greinini málið snýr seg skal síggjast út frá tí greinarøð, ið vit hava havt  um evnið síðani landsstýrið fór undir geva ávísum persónum og feløgum menningarkvotur av dýrabara sjófeinginum, ið svimur kring Føroyar.

 

 

 

 

 

Menningarkvotur

 

 

Sum so er hugtakið menningarkvotur ikki nakað nýtt í føroyskum fiskivinnu politikki. Fiskimálaráði hevur í mong ár lati kvotur út til gransking, royndarfiskiskap og menningarætlanir av ymiskum slag.

At sitandi fiskimálaráðharri saman við embætisfólkunum í fiskimálaráðnum hevur eina sera breiða og skiftandi tulking av hvat gransking og menning er, avdúkaði Norðlýsið longu um árskifti 2016 og 2017 tá leiðslan á virkinum í Vestmanna váttaði at kvotan virki fekk frá fiskimálaráðnum til ”vinnuligar royndir” fór til at granska støddina á pappeskjum, sum frysti makrelurin bleiv lagdur í. Tað kom eisini fram tá at bert lítil partur av ”granskingarkvotuni” bleiv brúkt til vinnuligar royndir, men virkisleiðarin segði seg tá vóna at ”veruligu royndirnar” fóru vónandi at byrjað út á heysti.......

 

Les her:

https://nordlysid.fo/tidindi/51211/vestmanna-fiskavirki-veruligu-makrelroyndirnar-byrja-i-heyst

 

Tað sum er nýtt í samband við menningarkvoturnar í samband við menningarkvoturnar í nýggju fiskivinnulóggávuni, er at hon bert kanna latast ávísum økjum í landinum, sum lúka serligu treytirnar um eitt nú landafrøðislig atlit ið nevnd eru í lógini.

 

 

 

 

Hvar eru heimildirnar hjá landstýrismanninum og Fiskimálaráðnum?

 

 

Vit hava sum sagt fleiriferðir eftirlýst heimildunum hjá Fiskimálaráðnum at taka fiskirættindi frá nøkrum aktørum í fiskivinnuni, samstundis sum ráðið hevur rykt teppi undan øðrum, sum fingu menningarkvotu tillutaða.

Vit skulu ikki endurtaka tað vit skrivaðu í fyrra svarskrivinum til fjølmiðlanevndina, men fyri at skera málið út í papp, skulu vit gjøgnumganga týdningarmestu skjølini í málinum og nøkur nýggj skjøl, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í eftir at fiskimálaráðið kærdi Norðlýsið til fjølmiðlakærunevndina:

 

Tann 21. januar 2016 setti landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum ein serligan bólk av serfrøðingum, at gera tilmælið um eina fiskivinnunýskipan og í niðurstøðu síni segði serfrøðingabólkurin m.a.:

 

... 1.5 Ogn Føroya fólks handhevjast við avmarkaðum brúksrætti.

Ein komandi lóg um vinnuligan fiskiskap eigur tí greitt at áseta gildistíð og reglur fyri, hvussu hesin brúksrættur verður skipaður. Nevndin metir somuleiðis, at greiðar, regulerandi ásetingar hava størri týdning fyri rættarstøðuna enn ein háfloygd endamálsorðing. Endamálsorðingar áseta oftast ikki nakra rættarstøðu, og tað hevur orðingin um ogn Føroya fólks heldur ikki gjørt...

 

Her ger serfrøðingabólkurin greitt at tað hevur avgerandi týdning fyri nýggju fiskivinnulóggávuna hvussu brúksrættindini fyri m.a. menningarkvoturnar verða umsitin av landstýrismanninum í fiskimálum og umsiting hansara.

Lógarbókstavurin í nýggju lóggávuni, missur skjótt sín týdning um landstýrismaðurin ikki heldur seg til at hondhevja tær treytir, sum einstøku loyvini verða givin eftir.

 

Tað eru hesi viðurskifti Norðlýsið hevur dokumentera við skjølum úr fiskimálaráðnum um menningarkvoturnar hjá P/F Kinfelli, virkinum í Miðvági og Vestmanna Fiskavirkið.

 

Í lóg um umsiting av sjófeingi stendur m.a. soleiðis:

§3 Stk.. 4. Um avgerandi treytir fyri játtanini til menningarkvotu sambært menningarætlanini ikki eru hildnar, ella um kvota als ikki er nýtt undanfarna ár, samstundis sum ongi ella lítil útlit eru fyri, at kvotan verður nýtt, kann landsstýrismaðurin nokta at endurnýggja ella lutvíst endurnýggja kvotuna.

 

Og í upprunaligu treytunum frá fiskimálaráðnum, tá menningarkvoturnar vóru tillutaðar, var m.a. púra greitt tilskilað:

 

-       at skjalprógv um eginpening og skipakeyp fyrilág.

-       at ein íløgu-, fíggjar-, og rakstrarætlan fyrilág

-       at skrivlig avtala fyrilág..... um at veiðan í tann mun tað er gjørligt, verður latin flakavirkinum í Miðvági.

-       at felagið sendir útgreinaða tíðarætlan fyri nær íløgurnar á virkinum vantast at verða liðugt gjørdar og klárt verður at          taka móti fiskinum á virkinum.

-       at tann tillutaða menningarkvotan SKAL gagnnýtast innanfyri verkætlanina. Í tann mun kvotan ikki kann gagnnýtast innanfyri verkætlanina , SKULU tit boða  Fiskimálaráðnum frá hesum innanfyri 3. september 2018. Fiskimálaráðið kann taka aftur tann partin av kvotuni, sum ikki kann gagnnýtast innanfyri verkætlanina.

-       at avgerðin (RED: at tillutað menningarkvotu) er grundað á, at metingarnevndin metir, at verkætlanin er nýskapandi við høvuðsdenti á góðsku og nýggjar marknaðir, og vil geva munandi virðisøking. Verkætlanin vil geva økta førleikamenning og fleiri og støðugari arbeiðspláss í økinum (heilársarbeiði).

-       at staðsetingin er i einum øki, har rættuliga avmarkað atgongd er til sjófeingi.

 

Í avgerð, dagfest 13. november 2018, skrivar Fiskimálaráði í brævið til advokatin hjá P/F Kinnfelli:

 

... at Fiskimálaráðið metti heldur IKKI, at umstøðurnar hjá klienti tygara eru so mikið serligar, at tær minna um neyðrættarstøður...

 

Í avgerð, dagfest 22. november 2018, loyvir Fiskimálaráðið P/F Kinfelli at víkja frá menningarverkætlanini við hesum treytum:

 

            .... við teirri grundleggjandi økisrættarligu fyritreyt, at tilutaða kvotan skal

            gagnýtast innanfyri verkætlanina t.e., at veiðan í mestan mun verður

            landað og virkað á virkinum í Miðvági, Snarfrost......

 

            .... viðvíkjandi svartkjaftinum..... verður hervið loyvt  at svartkjafturin kann

            landast til onnur øki í landinum í tann mun, at tað ikki  letur seg gera at

            gagnýta  í einum menningarøki....... til tess at tryggja raksturin fyrstu

            tíðina......


Hóast fiskimálaráðið í fleiri førum loyvir persónunum, sum stjórna virkinum Snarfrost í Miðvági og eiga vinnurekandi partafelagið P/F Kinnfelli, at  gera frávik frá treytinum í tilsóknini er framvegis greitt at hóast skjótt eitt ár er farið síðan serliga metingarnevndin metti og játtaði menningarverkætlanunum í Vestmanna og í Miðvági sjófeingi, er greitt at tær framvegis ikki hava møguleika at liva upp til treytirnar.

Í innlitið sum norðlýsið hevur fingið í notat, sum er dagfest 8. mars 2019 og bóka sum innanhýsis skjal, stendur at lesa at Vestmanna Fiskavirki “byrjar nú at gagnnýta svartkjaftin innan menningarkvotuna” - 207 dagar eftir at menningarkvotan varð útskrivað.
 
Sambært notatinum væntar virkisleiðslan ikki at teir kunnu framleiða meira enn 10% av svartkjaftakvotuni til mætna, sum virkinum annars fekk tilluta. Tó verður vóna at framleiðslan fer at økjast.

 

LES MEIRA HER

https://nordlysid.fo/tidindi/59284/avduking-tad-gongur-a-skriduni-at-faa-menningarkvoturnar-til-holdar

 

Tann 19. mars 2019

kærir fiskimálaráðið Norðlýsið til fjølmiðlakærunevndina fyri avdúkingarnar viðvíkjandi umsitingini hjá fiskimálaráðnum av menningarkvotunum.

 

Tann 2. apríl 2019

er fundur í Fiskimálaráðnum millum tríggjar persónar.

Á fundinum eru Tummas Henriksen, stjóri í P/F Kinnfelli og P/F Snarfrost og Árni Dalsgaard, nevndarformaður í P/F Kinnfelli. Á fundinum luttekur bert ein persónur vegna Fiskimálaráðið, sjálvur aðalstjórin Rógvi Reinert.

 

Á fundinum millum vinnulívsmennirnar og aðalstjóran í Fiskimálaráðnum, verður støðan umrøtt sum er íkomin eftir at Fiskimálaráðið í tveimum førum síðan august 2018 hevur givið “nýggju” aktørunum í Miðvági undantaksloyvi at víkja frá menningarætlanini, sum skuldi virka stórar nøgdir av svartkjafti á virkinum í Miðvági.  Seinasta undantaksloyvi gekk út tveir dagar undan fundinum, nevniliga tann 31. mars 2019.

 

Fundurin í Fiskimálaráðnum er 232 dagar eftir at Fiskimálaráðið lutaði út menningarkvotuna har ráðið í tilsóknini legði stóran dent á, at at tillutaða menningarkvotan skuldi gagnnýtast innanfyri verkætlanina.

Umboðini fyri menningarætlanina í Miðvági greiða frá á fundinum við aðalstjóran, at virki í Miðvági verður ikki ført fyri at virka tillutaða svartkjaftin, men vóna at tað fer at bera til at gagnýta ein lítlan part av tillutaðu kvotuni.

 

Les meira her

https://nordlysid.fo/tidindi/59329/avduking-adalstjori-einsamallur-a-fundi-vid-loyvishavarar-av-menningarkvotu

 

Mánadagin, tann 8. apríl 2019, skriva fiskimálaráðið í brævið til P/F Kinnfelli:

 

… Tann 2. apríl 2019 var fundur í Fiskimálaráðnum um kvotuna av svartkjafti, ið eftir er at veiða í 2019, sbr.. viðløgdu fundarfrásøgn. Sambært uppgerð frá Vørn seint í mars 2019 eru 6.738 tons eftir av kvotuni. Funduri varð hildin eftir umbøn frá P/F Kinfelli og P/F Snarfrost…..

… Samanumtikið er ætlanin hendan:

P/F Kinfelli hevur ætlanir um at skipa fiskiskap og framleiðslu innan tvey øki:

Svartkjaftur verður goymdur í serstakari køling á skipinum og latin virkinum í Miðvági til frystingar og pakkingar.
Svartkjaftur, ið ikki kann skipast eftir leisti 1) verður latin til eitt av teimum størru virkinum, til dømis Havsbrún í Fuglafirði.

Nøgdin av kvotuni, í verður viðgjørd av virkinum í Miðvági, verður, sambært upplýsing frá feløgunum, lítil í lutfalli ta fyrstu tíðina, men verður tó byrjanin til ítøkiliga menning innan ætlanina…….

 

Fiskimálaráðið noktar fjølmiðlum innlit í verkætlaninar sum hava fingið tilsókn um menningarkvotu, men tað er greitt út frá samskiftinum, sum okkum er eydnast at fáa innlit í, at sera ivasamt er um nakað av tilfeinginum, ið nevnda felag hevur fingið frá  Fiskimálaráðnum, ferð at verða  nýtt til at menna nýggjar framleiðsluháttir ella at menna fólksins ogn.

Álíkavæl hevur Fiskimálaráði við seinastu avgerðini loyvt P/F Kinnfelli og Snarfrost í Miðvági at fiska burtur av menningarkvotuni.

 

 

 

 

Norðlýsið og politikkur

 

 

Vit á Norðlýsinum hava sjálvsagt stóra virðing fyri leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið. Harafturat er Norðlýsið bundið at stevnu blaðsins, sum bleiv almannakunngjørd í fyrstu royndarútgávuni hjá Norðlýsinum fyri meira enn 100 árum síðan, nevniliga:

 

.... at være talsmand for vor særlige bygde interesser......

 

Norðlýsið er politiskt óheft lokalblað, men sum tað stendur skrivað viðmerkja vit í oddagreinum til landspolitisku stórmálini sæð út frá norðoyggjum ella norðurøkinum. Fiskivinnan hevur altíð havt avgerandi týdning fyri norðurøkið og hevur tí sjálvsagt alstóran týdning fyri lesarar okkara.

 

Eftir at fiskiloyvini gjørdust umsetilig og veiðuloyvini vóru handlað millum privat feløg og persónar, vóru loyvini í stóran mun savnaði í Norðuroyggjum og Eysturoynni.  Tá sitandi samgonga tók við tann 14. september 2015 skapti tað sera stóran ótta í vinnuni og millum fólk tá fráboða varð, at øll veiðuloyvi skuldu seljast um eina uppboðssølu og

 

....Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan....

 

So at siga øll vinnufeløg og manningarfeløg við stuðli frá øllum fakfelagsbólkum innan fiskivinnuna, íroknað Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag mótmæltu ætlanunum hjá landsstýrinum.

Tað vísti seg eisini skjótt at semja var ongantíð í samgonguni fyri fiskipolitisku útmeldingunum og uppboðsølan endaði á 15% av samlaða tilfeinginum.

Norðlýsið hevur ikki eina partapolitiska dagskrá, men sum sagt loyva vit okkum at hava meiningar um landspolitikk, tá tað beinleiðis hevur ávirkan á virkismøguleikar hjá borgarum í norðurøkinum og Norðoyggjum.

 

 

 

Eitt sindur um skrivifrælsi hjá Fjølmiðlum

 

Í 1971, eftir at táverandi amerikanska stjórnin við fremstu løgfrøði hjá amerikansku tjóðini, hevði stevnt Washington Post og New York Times, fyri at hava almannakunngjørt loynilig skjøl, sum sambært amerikanska løgmálaráðnum var í stríð við amerikanska lóggávu, kom amerikanski hægsti rætt til tað niðurstøðu at:

 

-       Fjølmiðlar eru til fyri at tæna teimum, sum verða stjórna og ikki teimum, sum stjórna.  Valdi hjá stjórnum at sensorera fjølmiðlar er avtikið, so at fjølmiðlar fyri allar tíðir skuldu verða frælsir til at sensurera stjórnir.

-       Fjølmiðlar eru vardir soleiðs at teir kunnu verða førir fyri bera fram loyndarmál hjá stjórnum og førir fyri at kunna fólki.

-       Einans fullkomuliga frælsir og óbundnir fjølmiðlar kunnu avdúka svik og  villleiðing millum tey ráðandi.

-       Týdningarmest av ábyrgdunum, ið hvíla á fjølmiðlum, er ábyrgdin at fora fyri at nakar partur av stjórn landsins kann villleiða fólki.

Týdningurin av frælsum fjølmiðlum og atlitið til frælsar fjølmiðlar, ið kunnu ábyrgda landsins stjórn ella halda til svars tey  ráðandi, gongur altíð fram um atlitið/avmarkingar sum tey stjórnandi kunnu leggja á fjølmiðlar.

Í fráveru av stjórnarligum afturhaldi ella væntandi førleikum hjá stjórnum at ábyrgda seg sjálvan, er einasta munagóði og virkni hátturin at tálma útinnandi embætisligum og politiskum valdi, at upplýsa borgararnar til at kunna taka eina upplýsta og kritiska støðu, sum einsamøll kann verja tey virðir ið eru grundarsteinurin undir fólkaræði og demokratiið.

"In absence of governmental checks and balances the only effective restraint upon executive policy and power in [these two areas] may lie in an enlightened citizenry – in an informed and critical public opinion which alone can here protect the values of democratic government".

 

Rættindini hjá fjølmiðlum at finnast at eru eisini grundfest í føroyskari lóggávu.

 

Løgtingið hevur samtykt europeiska mannarættindasáttmálan (EMRK) við lóg. Sambært artikul 10 í EMRK hava fjølmiðlarnir ein heilt serligan leiklut, nevniliga at halda vakt yvir politiska systeminum og at finnast at, tá ivasom viðurskifti verða avdúkaði. Sambært EMRK er talu- og skrivifrælsi ein heilt avgerandi hornasteinur í okkara demokratisku skipan.

Jón Fríðrik Kjølbro, sum er hálvur føroyingur, og sum er dómari við altjóða mannarættindadómstólin skrivar m.a. soleiðis í bók síni ”Den Europæiske Menneskerettighedskonvention for praktikere” á blaðsíðu 984 og frameftir:

 

”I praksis tillægges pressens ret til ytringsfrihed meget stor betydning. Det betyder, at indgreb i pressens ret til ytringsfrihed kræver endog meget tungtvejende grunde for at kunne anses for ”nødvendig i et demokartisk samfund”. Der er tale om et område, hvor statens skønsmargin er begrænset og hvor Domstolen foretager en meget indgående bedømmelse af, om indgrebet har været nødvendigt i et demokratisk samfund.

Domstolen anser pressen for at varetage en central funktion i et demokratisk samfund og anser pressens ytringsfrihed for at være en af de helt centrale forudsætninger for et demokratisk samfund. Domstolen lægger vægt på, at pressens opgave er at videreformidle information og ideer om politiske forhold og alle andre emner af offentlig interesse. Pressen skal have mulighed for at udøve dens vigtige funktion som ”offentlighedens vagthund” (”public watcdog”) ved at formidle information om forhold, der har stor offentlig interesse…”

 

Skorið inn á bein snýr hetta mál seg um, at landsstyrismaðurin í fiskivinnumálum hevur givið undantøk til ávís reiðarí, sum hava fingið tilluta menningarkvotu, meðan onnur reiðarí hava fingið heilt aðrar og harðari sømdir.

Spurningurin um tillutan av okkara fiskiríkidømi hevur stóran almennan áhuga og spurningurin um hvørjar heimildir landsstyrismaðurin hevur, er eisini av stórum almennum áhuga. Landsstyrismaðurin skal í øllum øðrum føri hava lógarheimild at gera undantak frá okkara fiskivinnulóggávu.

 

Norðlýsi metur seg hava ein grundlógartryggjaðan rætt til at vísa á løgnu viðurskiftini viðvíkjandi tillutan av menningarkvotum og tað politiska spæl, sum gongur fyri seg handan leiktjøldini, tá slíkar avgerðir verða tiknar.

Hettar eru alt viðurskifti sum liggja væl og virðiliga innanfyri tann rætt, sum fjølmiðlar hava at umrøða eitt slíkt mál.

Rættarpraksis eftir EMRK vísur eisini, at fjølmiðilin ikki eingang hevur fulla próvbyrðu, men at tað er nóg mikið um tað fyriliggur ”faktisk grundarlag” (”value judgments”) fyri slíkari umrøðu. Sum dømi kann nevnast, at Kringvarpið bleiv frídømt í sakini hjá Jørgen Niclasen hóast Kringvarpið í sama dómi av landsrættinum varð dømt til at mortificera høvðusyvirskriftina ”Snýtti landskassan fyri 600.000 kr”.

 

Tá talan er um umrøðu av einum politikara vísur praksis hjá dómstólinum, at ein politikari sjálvandi skal tola rættuliga nógv, áðrenn hann kann koma ígjøgnum við einum kravi um frið fyri almennari umtalu.

Tað hoyrir ongastaðir heima, at landsstyrismaðurin í fiskivinnumálum brúkar síni embætisfólk at hjálpa sær í stríðnum fyri at teppa Norðlýsið.

Vit halda fast við at uppgáva okkara sum fjølmiðil er at avdúka ”ivasom viðurskifti” og tað hava vit sannilig gjørt í samband við sera ivasomu framferðina hjá landsstýrinum í samband við politisku og embætisligu umsitingina av menningarkvotum.

Tað er til einhvørja tíð uppgávan hjá okkum, sum fjølmiðil sjálvi at taka avgerð hvørt ein grein er viðkomandi. Og tað er okkara frælsi sum fjølmiðil at velja tað yvirskrift, sum vit sjálvi meta hóska til tey mál vit sakliga viðgera og dokumentera.

Tað fellur langt uttanfyri starvsøkið hjá einum fiskimálaráði at geva fjølmiðlum boð um hvussu vit skulu orðað yvirskriftir og fjølmiðlanevndin eigur tí sjálvsagt uppá tað sterkasta at átala at ein fólkavaldur politikkari sendir eitt heilt aðalráð ”í býin” at hótta fjølmiðlafólk við fongsulsrevsingum, einans tí at landsstýrismaðurin ikki dámar boðskapin í einari yvirskrift.

 

Fiskimálaráðið finst eisini at Norðlýsinum fyri at hava almannakunngjørt ”...privat samskifti millum ein politikara og John William Joensen...” í svarskrivinum til Fjølmiðlakærunevndina.

 

Til hetta er at siga at Norðlýsið hevur ikki gjørt hetta av góðum vilja og var ongantíð ætlanin at kunngera hetta samskiftið. Men tá fiskimálaráðið í kæru síni hótti Norðlýsið við fongsulsrevsing fyri avdúkingarnar, varð neyðugt hjá okkum á redaktiónini at kunna lesara okkara um tann ágang, sum vit sum fjølmiðil vóru fyri. Illsinnisglepsini í nevndu teldupostum til Norðlýsið, vóru skrivaðar av sjálvum politiska framsøgumanninum í fiskivinnumálum hjá Tjóðveldi – og tí eru teldupostarnir viðkomandi fyri at lýsa málið.

 

 

Skuggaspæl í Fiskimálaráðnum

 

 

Tann 10. desember 2018

skrivar Norðlýsið:

 

.... Mánadagin í seinastu viku staðfesti Fiskimálaráðið avgerð um afturtøku av menningarkvotu, sum var játtað til P/F Vørustíggjur ...... og í brævinum til advokatin hjá felagnum, váttar Fiskimálaráðið at tað var vitandi um at verkætlanin ikki var “fullfíggjað”. Ráðið undirstrikar tó at "økisrættarligu atlitini taldu meira" - ella við øðrum orðum - tey politisku atlitini.

Fiskimálaráðið staðfesti í brævið tann 3. desember at menningarkvotan sum P/F Vørðustíggjur fekk frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum er afturkallað og ráðið avvísir eisini eina áheitan frá felagnum um at fáa part av játtaðu menningarkvotuni (bræv 19. Nov. 2018).

 

Men tað er áhugavert at Fiskimálaráðið nú skrivar at baði metingarnevndin og Fiskimálaráðið vóru vitandi um at verkætlanin hjá P/F Vørustíggjur var “ikki fullfíggjað”.

 

.... tí sambært avgerðum Fiskimálaráðsins og sambært tilmælinum frá Metingarnevndini, var avgerðin grundað á, at Metingarnevndin metti, at hóast virkisætlanin ikki var fullfíggjað, so taldu tær (Red: Politisku-) økisrættarligu treytirnar í Sandoynni somikið nógv, at P/F Vørðustíggjur fekk tillutað makrel og sild í menningarkvotu fyri 2018......

 

Tann 13. august 2018 skrivar løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu á sín facebook vanga:

 

.... Menningarkvotur eru politisk útlutan, og uppboðssølan er burturspilt orka.....

....fyri tey knappliga 10 %’ini av samlaðu veiðurættindunum, sum menningarkvoturnar eru, snýr tað seg í hvussu er, í ávísan mun, um politiska útlutan.....

 

Fyrrverandi landsstýrismaður í Fiskivinnumálum og fyrrverandi næstformaður í Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, skrivar tann 14. august 2018 soleiðis á sín facebookvanga:

…. Ein sum hevði verið á gátt í einum av floksrúmunum á Gamla Apoteki fyri kortum hevði sæð øll hesi feløgini uppskrivað á einari talvu, sum onkur hevði verið so óansin at lata standa, eftir ein fund um menningarkvoturnar, so hetta er ikki øðrvísi enn ein hvør annar arabiskur bazarur….

… eg kenni ikki tær 40 umsóknirnar, so tað fái eg ikki úttalað meg um, men tað skal ikki nógvur fantasiur til fyri at síggja, at hetta er rein politisk útlutan - royn og tekna eitt politiskt landakort samsvarandi umsøknunum, sum fingu játtandi svar, so fylgir partapolitiska leskanin einum ógviliga týðiligum ráki. Valstríðið til næsta løgtingsval er skotið í gongd á tíðindafundi í dag, og ivaleyst fer hetta partapolitiska stráfóðrið at síggjast aftur í atkvøðukassunum í Vestmanna, Vági, á Tvøroyri, í Seyrvági o.s.fr..
Kundi hugsað mær at fingið at vita hvussu nógvar umsóknir vóru úr Eysturoy og Norðoyggjum? Tær kunnu ikki allar hava verið so ússaliga skrivaðar, at tær als ikki sluppu upp í part? Hanus fekk uppí eina pøs av sild, well den, men álvaratos, hetta partapolitiska og akademiska býtið bleiv altso "stuttligari" enn eg hevði roknað við, eftir at eg hoyrdi um hesar vitleysu menningarkvoturnar á fyrsta sinni.
 Og profetiin frá byrjan gekk út, tey sum einaferð tømdu firðir og vágir fyri veiði- og fiskiloyvi, táið tey seldu fólksins ogn undan arbeiðandi bygdafólkinum fyri tíggjutals milliónir, verða nú undirdíkt og leska í og við menningarkvotum frá teimum, sum fyrisita fólksins ogn í dag. Bara liturin er hin rætti.
 
Hví mundi Gestur Hovgaard kenna seg trýstan til og hava fyri neyðini at siga, at ongin í processini hevði ringt til hansara um menningarkvotur, uttan at vera spurdur yvirhøvur? Her er væl kimað. Og alt bendir á, at Ingolf, Pauli Trond og Sirið hava sitið inni við Menningaraltarið, táið býtt var á skinninum. Ein máti at tryggja verandi landafrøðiligu umboðan Tjóðveldisfloksins eftir næsta løgtingsval, undrist bara yvir hví Óluvá ikki er sloppin framat býtinum, hvat hevur hon gjørt til sakar, nú menningarkúgvin slepti, táið komið var til Norðuroyggjar? 
 

Hava vit ikki fingið at vita, at alt skuldi leggjast út á blik fyri almenninginum? Sá annars eitt noktandi svar fyri løtu síðani, og tað styrkir meg bara í niðurstøðuni, at hetta er ber og blektað politisk (fyri ikki at siga partapolitisk) útlutan.
 
Ein sum hevði verið á gátt í einum av floksrúmunum á Gamla Apoteki fyri kortum hevði sæð øll hesi feløgini uppskrivað á einari talvu, sum onkur hevði verið so óansin at lata standa, eftir ein fund um menningarkvoturnar, so hetta er ikki øðrvísi enn ein hvør annar arabiskur bazarur  :-)
 
Einaferð segði ein eldri politikari mær, eftir eitt heldur hvast orðaskifti, at hetta var ikki øðrvísi enn ein arabiskur bazarur, onki samband ímillum orð og gerðir.....

 

 

 

At kallað ein spaka – fyri ein spaka!

 

Tað skilst á kæruni og svarskrivinum frá fiskimálaráðnum, at ráðið heldur tað ikki verða rætt at Norðlýsið hevur eina meining og ger niðurstøður, sum ikki eru í tráð við hvussu fiskimálaráðið uppfatar tingini.

Tí skal her verða skorið út í papp hvat undirritaði og Norðlýsið halda um menningarkvoturnar og atburðin hjá fiskimálaráðnum í samband við hesi.

Líka síðan politiska skipanin ásetti Føroyum eina uppsjóvar kvotu sum fleirfaldaði virkismøguleikarnar hjá uppi-sjóvarvinnuni, hevur tað hevur verið eitt politiskt ynski hjá stórum pørtum av politisku skipanini, at nýggir aktørar áttu at fingið atgongd til uppisjóvar-feingi. Men skal tað eydnast nýggjum aktørum at koma fyri seg í hesari vinnuni, krevur tað samstundis at politiska skipanin gevur hesum fyritøkum umstøður at mennast.

 

Tá man við lóg um sjófeingi hevur skert møguleikarnar hjá nýggjum aktørum at fáa útlendska- og føroyska fígging – umframt at man eisini hevur lagt forðingar í vegin so at tær peningasterku fyritøkurnar í landinum heldur ikki sleppa at seta pening í hjá hesum nýggju aktørunum, er neyðugt at politiska skipanin útvegar alternativa almennar fíggingarmøguleikar.

 

At menningarkvoturnar eru útlutaðar sum stuttíðarloyvir úr einum árið upp í fýra ár - ger tað vónleyst at forrenta íløgurnar.

 

Ístaðin fyri at tosað opið um hesar trupulleikarnir roynir fiskimálaráðið við vísandi til neyðrættartilstandir, at útvega nýggju aktørunum kapital í form av svartkjafti, sum teimum verður loyvt at selja til hægsta prís.

 

Hetta skuggaspæli sum gongur fyri seg í fiskimálaráðnum er ikki gagnligt fyri nakran og minst av øllum ”Lóg um fyrisiting av sjófeingi”, sum longu nú verður útholað innanífrá.

 

 

Øll sum hava eitt sindur av innlitið í fiskivinnu og uppisjóvar-fiskiskap hava verið vitandi um at gomul og enntá uppsteðgaði fyrrverandi flakavirkir, ikki brádliga kundu umskapast til nútímans foredlings-framleiðsluvirkir við kappingarførari  matvøru framleiðslu. Serliga himmalrópandi er tann veruleki, at fiskimálaráðið hevur útlutað stórar nøgdur av svartkjafti til smáar bygdir í vestur og suðurøkinum, tá ráðið fullvæl hevur vitað, at tað eru heilt serligar avbjóðingar til framleiðsluna, sum m.a. krevur stórar nøgdir og stóra framleiðslumongd fyri at fáa rentabilitet í slíka framleiðslu.

 

Tá næstan einki av menningarkvotu-tilfeinginum bleiv fiskað í 2018 er tað enn meira óskiljandi, at Fiskimálaráðið valdi at taka kvoturnar frá summum aktørum, samstundis, sum aðrir aktørar hava fingið loyvi at gera, sum tey finna fyri best við menningarkvotuna og varðveita alla sína menningarkvotu hóast tey hava gjørt Fiskimálaráðnum púra greitt, at tey bert koma at gagnýta ein lítlan part av menningarkvotuni innan góðkendu verkætlanina.

Nú roynir fiskimálaráðið at skjóta journalistin fyri at krógva fyri almenninginum,  at í samband við umsiting av menningarkvotum kann neyvan nakar verði í iva um at landsstýrismaður og fiskimálaráðið handlað uttan heimild í lóg um fyrisiting av sjófeingi og ímóti alment fráboðaða politikkinum hjá sitandi samgongu og viljanum hjá  løgtinginum.

 

Veruleikin er at:

 

Landsstýrismaðurin hevði onga lógarheimild at geva undantaksloyvi!

 

Hetta hevur fólki krav uppá at fáa at vita - tað er skjalprógva - og tí skrivaðu vit tað!

 

vh

John William Joensen

prentari

Lýsing
Seinastu tíðindini
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…