Lýsing
Lýsing
Lýsing

07 Vestur vitjar í Klaksvík leygardagin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.05.2019 - 18:52 Ítrottur Tíðindi

Í løtuni bendur nógv á, at 07 Vestur verður einastu uppflytarin úr 1.deild í ár.

Dysturin leygardagin í Klaksvík kemur at geva ábendingar um styrkina hjá 07 Vestur.

Víkingur er oddalið í 1.deild við 19 stigum. 07 Vestur liggur á 2. plássi við 16 stigum (og einum dysti færri). KÍ og NSÍ liggja á 3. og 4. plássi við 13 stigum. Liðini sum kunnu flyta upp, B68 og B71, liggja nr. 6 og 7 við 8 og 7 stigum, tó hevur B71 leikt ein dyst færri enn hini liðini eins og 07 Vestur. Sostatt bendur nógv á í løtuni, at tað verður bara 07 Vestur sum flytur upp.

Men vinnur KÍ á 07 Vestur leygardagin, so kemur eisini spenningur í um plássið hjá 07 Vestur samstundis sum KÍ leggur seg á 2. plássið. Kravið fyri at flyta upp er at enda í topp 3. Oddaliðið Víkingur spælir á útivølli móti B68.

Dysturin í Klaksvík millum KÍ og 07 Vestur byrjar kl. 15.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu