Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ikki serliga hugaligt at síggja tær hvítu fjallarøðirnar í morgun. | Mynd: Lív Hanusardóttir Kjølbro

Nær verður betri..?..

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.05.2019 - 08:37 Tíðindi Veðrið

Aftur kalt í morgun. Tað er hvítt heilt úr erva og oman um bøgarðarnar her norðanfyri. Krapi var á vegnum, tá ið vit fóru til arbeiðis.

Køld luft norðaneftir er komin hendavegin síðan 30. apríl. Upprunin hevur verið sjálvur Norðpólinum, so tað hevur ikki verið nógv at siga til, at tað hevur verið kalt.

Hóast ikki so óvanligt, so er tað líka forbiðið hvørja ferð og kemur illa við. Fleiri bóndur hava mist lomb í hesum lambasprænanum.

Tað er eitt hátrýst yvir Grønlandi, sum hevur verið høvuðsatvoldin til kalda veðrið her hjá okkum seinastu vikuna ella so.

So er tað tað, hvussu leingi kalda veðrið fer at vera afturat. Hátrýstið yvir Grønlandi sær ikki út til at vilja flyta seg teir næstu dagarnar, men í vikuskiftinum fer eitt lágtrýst sunnaneftir at troka seg ímóti tí.

Høgættin fer at liggja til mánadagin í komandi viku, soleiðis sum tað sær út í løtuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl