Ískeklað av nýggjum
Røða sum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri helt í dag í samband við hátíðarhaldið nú Eysturoyartunnilin var skotin í gjøgnum undir Rókini.
Stórar hendingar varpa langar skuggar frammanfyri sær. Krútroykurin hevur verið ramur, skjálvtarnir støknir, nógv er lempað, akað og siglt og bresturin frá hesum seinasta skotinum í Rókini er samanumtikið bert fráboðanin um, at nú verður gamla farleiðin millum báðar armarnar á Skálafjørðinum og høvuðsborg landsins, Tórshavn, ískeklað av nýggjum, í einum toppmodernaðum hami í mun til komfortin umborð á mjólkarbátunum, sum byrjaðu skipaða rutusigling á hesi leið fyri 111 árum síðani.
Ferð, undirstøða og samskifti eru nakrir av meginfaktorunum í einum nýmótans samfelag. Framtøkan seinastu stórthundrað árini og serliga síðan stríðsárini seinru hevur verið óvanlig. Føroyar fluttu seg fyrst frá einum spjaddum balkaniseraðum bygdasamfelag til eitt oyggjasamfelag, har undirstøða varð løgd millum bygdir, og nú farið er og verður um sund og firðir við brúm og bergholum undirsjóvar kann væntast, at vit, sum eiga hetta landið, fara at hugsa um tað sum eina samanhangandi eind. Eina tjóð við nógvum sprøklutum stuðlandi kordelum.
Onkur væntaði verkligan dómadag, tá fiskimarkið, ein onnur undirstøða, varð flutt út á tvey hundrað fjórðingar fyri 42 árum síðani, frælsi á havinum og at sleppa framat kendum fiskimiðum var veingjaskert, og vit sótu eftir við egnum kova, einum rúmligum bassengi undir 275 túsund ferkilometrum av havleið. Tað hendi ikki, at dómadagurin kom, og hóast hersknu millumrokningarnar, m.a. í 1992, so hevur framtøkan ongantíð verið størri enn tað sama. Hon er komin úr einum nógv mentum undirstøðukervi, skúlaskapi, mentanarstrevi, vinnu og skipaðum samfelagstænastum.
Fyri okkum, sum síggja akførini fara norður- og suðureftir Kaldbaksvegnum, Sandvíkarhjalla og vindmyllurnar í Húsahaganum úr stovuvindeyganum, er tað sjón fyri søgn, at ein bein linja er stytsta leiðin. Tankin um fast samband millum syðru endarnar á landsins prúðastu oyggjum, har meiri enn helmingurin av fólkinum í landinum býr, er ikki nýggjur, og í byrjanini tóktist hann heldur fjarur og fíggjarliga brekkan í so brøtt. Einstaklingar her um leiðir og síðani kommunurnar settu málið á skrá, og síðani er tað farið um væmingar og vaggandi gjálv í politisku skipanini.
Fleiri royndir eru gjørdar, sum ikki rukku á mál. Stríð hevur eisini verið um fíggjarligu samanskrúvingina, um tunnilin skuldi vera almennur ella privatur. Veturin 2008 togaðust vit um eitt samgonguskjal, dag og nátt, og at fáa hendan tunnilin á skrá, við 17 tingmonnum av 33, og onkrum sandoyingi sum ætlaðum viðleikara, var vónleyst. Ta einu náttina funnu vit fram til hvussu hesin gordiski knúturin kundi loysast, - tunnilin undir Tangafirði og Sandoyartunnilin skuldu skeklast saman í eitt og sama felag. Eina og somu verkætlan. CHE-samgonguni var ikki lív lagað, kortini, og tunlarnir rendu seg aftur upp á turt.
Aðrar royndir vóru eisini gjørdar. Onkur almenn og ikki minst famøsa CIP-loysnin, ið fekk ketilin uppá kók aftur, men sum í ov stóran mun hevði til endamáls at brúka hesa verkætlanina sum trivaliga mjólkikúgv hjá útlendskum investorum, í so stóran mun, at teir umvegis markleysan profitt høvdu sogið ikki bara ein, men fleiri Sandoyartunlar upp í seg, og sandoyingar lógu tá eftir við verandi maritimu undirstøðu um Skopunarfjørð í rúma tíð framyvir. Løgtingið, ið sat frammanundan hesum, valdi tíbetur at venda aftur til CHE-loysnina - og nú bar til við breiðari semju.
Meðan bygdirnar eystanfyri í oynni hava havt størri tilknýti til Klaksvíkina, m.a. við skipaðum rutusambandi, so hevur tað verið høgligari hjá fjarðbúgvum at ferðast til Havnar í ørindum. Skjútstíðin, Mjólkaforsýningin, Nólsoyar Páll, Berghild, Strandferðslan, Bygdaleiðir og nú Eysturoyartunnilin. Hóast brúgvin um Streymin og Norðskálatunnilin vóru stór infrastruktuel frambrot, so kendist tað í tíðarbrúki sum afturstig hjá teimum í syðru endunum á stóru oyggjunum. Ein góður hálvur tími við Tróndi - av Toftagjógv á Bursatanga - gjørdist til ein góðan tíma við strætisvagni eftir landsvegi, um berghol og brúgv. Toftamaður, virkandi í høvuðsborgini, brúkti nú tvífalt tíðarmál til tað at flyta seg sjálvan til og frá arbeiði í høvuðsstaðnum. Á sama hátt hjá havnarmanni øvuta vegin.
Ongin ivast í at tunnilin millum Hvítanes, Rókina og Strendur gerst eitt paradigmuskifti av teimum stóru í Føroya søgu. Eitt er at tíðarmálið í ferðing millum miðbýirnar í Runavík og Tórshavn verður skorið við trimum fjórðingum, úr einum tíma niður í eitt korter, annað er, at hesi økini, dynamisk hvør á sín hátt, standa væl upp ímóti hvørøðrum. Høvuðsstaðurin, sum er sjálvsagdi umsitingarbýurin, har almennar samfelagsberandi institutiónir halda til, - og landsins vinnuliga høvuðsøki hesumegin Tangafjørðin. Bara tað, at tú fært ein og sama arbeiðsmarknað, har ferðslan fer at ganga báðar vegir, verður ein kolossalur fyrimunur fyri borgaran, og gevur honum størri frælsi til velja, hvar ið hann skal selja sína arbeiðsmegi.
Umráðandi er eisini, at kommunurnar báðumegin Tangafjørðin finna fram til logisk og rationaliserandi samstørv, sum eru teimum og samfelagnum sum heild til frama. Ov lítið er komið burturúr á tí mótinum, har verkætlanir av hesum slagnum áður eru framdar, men júst tí at tær báðar størstu búsetingareindarnar í landinum verða skeklaðar saman, átti tað at borið betri til í hesum umfarinum. Mesti vinningurin fæst, um dynamikkurin verður varðveittur og styrktur í báðum støðum, tí veldst tað nógv um tey sum ráða fyri borgum, at tey liggja støðugt á takinum, og ikki lata standa til, bert fyri at gerast sovibygdir og býir hjá einum trivaligum høvuðsstaði.
Ongin ivi er um, at hesin tunnilin fer at lynna undir væl størri samstarv á mentanarøkinum, vinnuøkinum, ítróttarøkinum o.s.fr. Hann fer eisini at menna góða samstarvið kring Skálafjørðin uppaftur meira, nú Strendur vera okkum, eystarumegin fjørðin, líka nær sum tær visuelt tykjast okkum í gerandisdegnum. Í grundini vera hesar tríggjar kommunurnar nú næststørsti býur í landinum, í einum metropoli, sum Havnin eisini er eini parturin av. Kortini er tað av stórum týdningi, at vit hvør í sínum lagi varðveita serligu eyðkennini, sum hanga uppi við einum strandingi, toftamanni, glyvramanni, havnarmanni o.s.fr. Tað er stóra sjarman við Føroyum, frábrigdini og serligu mentanarstreingirnir frá bygd í aðra, frá býi til annan.
Tað ber illa til at flyta fram røðu í dag uttan at nevna vegirnar til og frá tunlinum, í Tórshavn og í Runavík. Tvær verklagslógir hesum viðvíkjandi, í grundini alt ov lítið ambitiøsar, høvdu vunnið sær vegin fram á tingborð. Fríggjadagin orkaðu pøstir løgtingsmenn eftir øllum at døma ikki meiri, teir ynsktu frið og náðir fram til Ólavsvøku, - og nú, hóast ætlaðu hvíldina, útpurraðir og órógvaðir aftur av danska forsætismálaráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, sum í dag kallaði teir til próvtøku danska grundlógardagin, um tveir gevandi stólar í fitilendinum á Danatingi. Allir flokkar, ongin nevndur ongin gloymdur, samdust um, at verklagslógirnar um innkomuvegirnar skuldu foykjast burtur, dømdu tær deyðar at vera, táið teir samfelt stungu høvdini í sandin, og í óðum verkum lupu á dyr, meðan alt lá í hálvum gekki. Eftir sita tvær kommunur, Tórshavnar og Runavíkar, við stórum samferðslu-trupulleikum, tá akandi verður undir Tangafirði. Vit mega forvænta, at ein myndugleiki, sum fer í holt við eina profitabla verkætlan, ið eisini skal gjalda tað mesta av Sandoyartunlinum, er somikið at sær komin, at hann ikki letur tvær av 29 kommunum um at gjalda fyri til- og frákoyringina, hagartil sum almenna taxametrið stendur og telur og áleggur akandi borgarum gjøld. Vónandi fær tjóðin eitt regime eftir løgtingsvalið í næstum, sum megnar at loysa hetta málið til frama fyri øll, eisini okkum sum búgva í Tórshavnar- og í Runavíkar kommunu.
Í aðrar og allar mátar er hetta kortini ein stórur dagur. Vit sum vóru uppi á døgum, táið mjólkarbáturin brúkti tað mesta av einum degi av Havnini inn á Skálafjørðin, umvegis Kaldbak, Kollafjørð og Sundalagið, høvdu kanska ikki væntað, at hetta fór at henda í okkara tíð, men hetta ber boð um eina øgiliga uppdrift, sum er óvanlig í einum lítlum og lítið bygdum oyggjalandi mitt í sjónum. Tann megin verður uppaftur størri nú. Í stóran mun hevur framtøkan í samfelagnum yvirhøvur fylgt gongdini í infrastruktuellu framtøkuni. Hendan íløgan ber boð um, at vit framvegis eru á veg fram- og niðaneftir í menning og vøkstri.
At tað nú verður skeklað í av nýggjum millum Havnina og Skálafjørðin, eftir stytstu leið, er tekn um, at framtíðarsjónir framvegis finnast í hesum landinum og at skútan liggur við framskrúvu.
Við hesum fari eg at takka øllum teimum, sum á hvør sín hátt spaðaðu til, soleiðis, at hendan verkætlanin vann frama. Ikki minst tykkum, sum í góð tvey ár hava fresað runt í havsins djúpu námum, fyri at gera gerandisdagin hjá mongum okkara lagaligari í ókomnum døgum, vikum og árum. Takk fyri góða samskiftið vit hava havt við avvarðandi partar, um staklutir størri og smærri, og hóast tað onkuntíð var sum at seta undir klett, so fanst altíð ein loysn, verkætlanini til frama.
Havnin og Skálafjørðurin eru nú á veg inn í eina samstarvandi sferu, við høgligari undirstøðu enn henni sum hevur verið. Ískeklað er av nýggjum á gomlum og siðbundnum leiðum, í hesi syftuni undir havbotninum heldur enn fram eftir hinum streymharða Nólsoyarfirði. Sjógv, Rókin og Hvítanes heldur enn Langanes, Toftagjógv og Bursatangi.
Í nakrar dagar hava vit hoyrt um hin góða hirðan í kirkjum, samkomum og útvarpi. Lembingartíð er og Mikkjal á Ryggi er nógv sungin. Nú er væl fráliðið, áratíggju, millum hálva og heila øld kanska, síðani kendi skiparin á mjólkarbátinum, havnarmaðurin Rubek Rubeksen, hitti Sámal Petur í Grund, senior, á brúnni í Søldarfirði. Um hesa tíðina. Rubek var forvitin eftir at vita, hvussu tað var lambað í Søldarfirði. Eysturoyingum líkt lat Sámal Petur onki at. Tá helt Rubek fyri, styðjandi og uggandi á málinum, at tað vóru nógvar tvílembur at síggja á traðunum í Havn, og komst hetta helst av tí, at teir har suðuri vóru farnir at geva ærnum kraftfóður. Tá var tað at Grundamaðurin svaraði: “Tað er nú tað, men í Søldarfirði eru vit ikki farnir at geva kraftfóður, so her hava vit framvegis brúk fyri brundi, fyri yvirhøvur at fáa lomb undan ærnum.” Skemtandi menn. Um eitt gott ár fara vit at aka framvið hvørjum øðrum undir havbotninum, heilsa uppá hvønnannan og samskifta umvegis aðrar miðlar enn teir báðir á brúnni í Søldarfirði, sum einaferð var meginstøð hjá Mjólkaforsýningini.
Nútíðarsamfelagið stendur í stóran mun á ferð, undirstøðu og samskifti – hesum tekur Eysturoyartunnilin fulla hædd fyri, - nú er bert eftir hjá okkum sjálvum at fáa nakað skilagott burturúr hesi størstu íløgu í Føroya søgu higartil.
Við hesum fari eg til seinast at ynskja landsmonnum mínum hjartaliga til lukku við Eysturoyartunlinum, mikla frambrotinum í undirstøðu, sum heilt víst verður tjóðini til miklan frama.