Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt lítið lot hendavegin fer at vera í kvøld. Høgættin er góð í Havn, so tað fer ikki at órógva dystin ov nógv. | Mynd: us.soccerway.com

Norðan í Gundadali er OK

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  08.05.2019 - 11:11 Tíðindi Veðrið

Ættin er eysturhallur norðan í morgun. Vindferðin fyri landið er 8 til 13 m/s. Ættin fer í dag ógvuliga spakuliga at flyta seg til beinan norðan.

Lotið kennist kalt. Tað eru um 3-4 stig við mátistøðirnar hjá Landsverki, men kalda lotið fær tað at kennast eini 2 stig kaldari.

Luftin stavar frá leiðunum kring sjálvan Norðpólin. 

Skýloftið hevur verið ógvuliga skiftandi í Norðoyggjum í morgun - sólglottar og kavaæl hvørt um annað. Seinnapartin fer at vera longri ímillum ælini.

Soo.. meðan dystur er í Havn í kvøld ímillum HB og KÍ, fer ættin at vera beinur norðan – hetta er ein góð ætt í Gundadali, so hasir umleið 10 m/s fara ikki at órógva dystin nakað serligt í kvøld.

Tað eru sólglottar í morgun, og teir kunnu væntast í kvøld eisini.

Hitin fer at liggja um 3-4 stig.

So er eftir at ynskja øll um ein góðan dyst, og koyr á KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…