Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj app til børn frá BankNordik

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.05.2019 - 08:26 Tíðindaskriv Vinna

Nýggj app hjá BankNordik skal gera tað lættari hjá børnum at halda skil á penganýtsluni. Pengaskápið er ein einføld og ókeypis app, sum er serliga væl egnað til at geva børnum yvirlit yvir t.d. lummapengar og samansparing.

Við Pengaskápinum kunnu børn fáa yvirlit yvir, hvussu nógv tey spara saman og brúka. Pengaskápið er serliga ætlað børnum frá sjey ára aldri, og talan er um eina einfalda app á tann hátt, at tað ikki ber til at gera flytingar. Tí er eingin vandi fyri, at barnið flytur pengar av kontuni av óvart. Foreldur avgera, hvør konta hjá barninum skal knýtast at Pengaskápinum, og sostatt er ikki neyðugt at vísa t.d. barnasaman- sparingar í appini.

Nógv børn úr 10 ára aldri hava í dag eitt Mastercard Debit gjaldskort, sum ikki kann fara í minus. Við nýggju appini kann barnið sjálvt hyggja í Pengaskápið á telefonini og kanna, hvussu nógv stendur á kontuni, sum er knýtt at gjaldskortinum.

“Við appini vilja vit stuðla undir at geva børnum og ungum eina grundleggjandi fatan av fíggjarviðurskiftum og penganýtslu. Vit vita, at børn fáa áhuga fyri pengum, meðan tey enn eru smá, og tá hava foreldur ein gyltan møguleika at leggja skyn- samar pengavanar í børnini. Við Pengaskápinum kunnu børnini longu frá ungum árum fáa eina kenslu av ábyrgd fyri egnum pengum, og tí vóna vit, at børnini fara at fáa gleði av appini,” sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

 

KT-íløgur í brúkaravinarligar loysnir

Nýggja appin er bert eitt av fleiri talgildum átøkum hjá BankNordik. Í 2018 varð ein triðingur av øllum KT-útreiðslunum hjá bankanum brúktur til at gera íløgur í brúka- ravinarligar, talgildar loysnir, ið skulu gera tað lættari at vera viðskiftafólk í banka- num, og eftir ætlan heldur arbeiðið at menna betri og snildari loysnir fram í 2019. Appin er tøk til telefonir við iOS og Android stýrisskipan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag