Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vann uppibornan sigur á Skála

SKRIVAÐ: Txt: Jákup Ósá. Myndir: Oliver Joensen  |  13.05.2019 - 21:00 Ítrottur Tíðindi

Eitt reytt kort móti endanum av dystinum til sera týdningarmiklan KÍ-leikara tók tó nakað av glansinum av sigrinum.

KÍ var í tí, sum er nær við sterkasta útgáva, tá liðið byrjaði á Skála. Jóannes K. Danielsen var aftur á bakkinum, Deni Pavlovic var aftur í miðverjuni. Jóannes Bjartalíð var í álopinum, meðan Ísak Simonsen var valdur framum Ólav Niclassen til vinstra bakk.

KÍ sat tungt á fyrra hálvleiki

Í fyrra hálvleiki setti KÍ seg tungt á dystin. KÍ royndi at spæla og tað komu eisini fleiri vandamiklar støður burturúr. Jóannes Bjartalíð fekk tveir stórar málmøguleikar, áðrenn Jákup B. Andreasen legði KÍ á odda 1-0 í 26. minutti eftir frísparksinnlegg frá Simen Sandmæl. Einaferð var Skála tætt við, men KÍ hevði kanska uppiborið at ført meir enn við eina málinum í fyrra hálvleiki, har Skála als ikki fekk sítt spæl at koyra. M.a. vegna effektivt KÍ-trýst.

KÍ yvirlivdi mótgongd

Í seinna hálvleiki kom Skála betri við. Jákup Johansen var vandamikil í onkrum føri og í 54. minutti hevði hann eina góða roynd. Men tað var framvegis KÍ, sum kom til teir størstu málmøguleikarnar og tríggir av heilt stóra slagnum komu uttan, at nakar gav mál. Jóannes Bjartalíð brendi brotsspark, Simen Sandmæl skeyt á málverjan, tá hann var púra fríðir, og Steinbjørn Olsen skallaði á stongina, tá hann stóð púra fríður. Síðsta partin av dystinum var sera stór ónøgd hjá KÍ hópi og áskoðarum um dømingina hjá dómara og hjálpardómarum. Simen Sandmæl fekk reytt kort og missir sostatt útidystin móti HB sunnudagin. Fleiri innkøst blivu dømd til Skála, sum tey flestu sóu skuldu verið dømd hinvegin og so til seinast blivu seks(!) minuttir lagdir afturat uttan at nakar nevniverdur steðgur var í seinna hálvleiki. Á slíkum degi (onkur minnist kanska aftur á 1-1 dystin hjá KÍ móti 07 Vestur í Sørvági í 2017) kundi kanska verið typiskt, at Skála fekk eitt útjavnandi mál, men hóast Skála royndi at trýsta, so kom heilt stóri málmøguleikin ongantíð. KÍ spældi ein góðan dyst á Skála og vann fult uppiborið. Útfrá málmøguleikunum í dystinum skuldi sigurin verið størri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…
Føroyingar skulu arbeiða longri