Lýsing
Lýsing
Lýsing

Endurlýsing eftir rektara til Fróðskaparsetrið

SKRIVAÐ: Hans Jacob á Líknargøtu  |  14.05.2019 - 12:13 Tíðindaskriv Tíðindi

Ov fáar umsóknir vóru í fyrra umfari, og starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya verður tí lýst leyst av nýggjum. Nýggja freistin er 28. mai.


Tá upprunaliga freistin var úti, vóru tríggjar umsóknir komnar til starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya, harav ein varð mett ikki at uppfylla grundleggjandi krøvini til tílíkar umsóknir. Stýrið fyri Fróðskaparsetrið hevur tí eftir tilmæli frá setanarbólkinum gjørt av at lýsa starvið leyst av nýggjum, soleiðis at fleiri fáa høvi at søkja.

Í hesum sambandi er starvslýsingin dagførd, millum annað grundað á tær afturmeldingar, ið eru komnar til ta fyrru lýsingina.

Minni dentur verður lagdur á fyrisitingarligar og málsligar førleikar, og tað er ikki krav, at viðkomandi hevur granskingarførleikar. Fremsta uppgávan hjá rektaranum er at standa fyri leiðsluni á Fróðskaparsetrinum og at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum gransking og útbúgving á altjóða stigi.

Rektarin skal hava eina sterka akademiska bakgrund og evni at skapa undirtøku bæði innanhýsis og uttanhýsis. Samstarv við granskingarstovnar, útbúgvingarstovnar, myndugleikar og vinnulív bæði í Føroyum og uttanlands verður raðfest høgt.

Saman við leiðslu og stýri skal rektarin í heyst dagføra langtíðarætlanirnar hjá Fróðskaparsetrinum, og næstu fimm árini ganga á odda í arbeiðinum at styrkja støðuna hjá Fróðskaparsetrinum sum leiðandi vitanardepli í Norðuratlantshavi.

Fróðskaparsetrið hevur í dag 24 útbúgvingar, 144 starvsfólk og yvir 1000 lesandi.

Umsóknarfreistin er 28. mai 2019, og rektarin byrjar í starvinum 1. september 2019. Starvstíðin er fimm ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­liðsvenjarar savnaðir
Búskapur í øllum: Laksaprísu­rin stimbrar…
Ægir: Tórir Olsen vann gull í Íslandi
Góð úrslit í sterkari altjóða kapping í…
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Mi…
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing