Lýsing
Lýsing
Lýsing

Atlantic Fair kl. 11:00 - 12:30: FØROYAR sum tænastu- og  tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  22.05.2019 - 09:10 Tíðindi

Magni Arge og Sjúrður Skaale leggja fram: Við vaksandi virkseminum norðan fyri Føroyar – við nýggjum siglingarleiðum í Arktis, sum eru opnar størri part av árinum – og við vaksandi virkseminum sunnan fyri Føroyar, nú oljuleiting og útbyggingar alsamt førka seg hendavegin – koma Føroyar brádliga í eina nýggka støðu sum framtíðar tænastu- og tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi.

Møguleiki er fyri – um vit bera okkum rætt og skjótt at og eru kappingarfør – at eftirspurningurin eftir føroyskum vørum og tænastum fer at vaksa munandi. Men hvussu skullu vit fyrihalda okkum til hesar nýggju møguleikar og avbjóðingar í kjalarvørrinum av vaksandi virksemi bæði fyri norðan og sunnan í Atlantshavi?

Hvat hava vit at bjóða fram og hvørjar eru fortreytirnar fyri at Føroyar kunnu gerast eitt ”pitstop” – miðdepil ella steðgipláss – í norðuratlantshavi fyri alskyns vinnum tað verið seg shipping og flutningi sum heild, veiting av vørum og tænastum til eitt nú olju – og gassleiting og framleiðslu, móttøki av ferðamannaskipum osfr..

Hvussu troyta vit skilabest tær mongu útbyggingar, sum eru gjørdar í havnir og mongu ymsu fasilitetirnar á landi.

Ikki einans í Føroyum eru eygu vend móti hesum nýggju møguleikum. Tí eisini okkara grannar bæði fyri norðan og sunnan, Ísland og Skotland, standa fyri somu spennandi avbjóðingum. Tí verður tað nú fyrireikað ein spildurnýggj havn á Norðureysturlandinum í Íslandi at taka sær av ferðsluni til og úr Arktis. Og í Skotlandi eru býir sum Aberdeen og Scrabster av álvara farnir at gera  stórar havnaíløgurl fyri nettup at fáa lut í m.a. vaksandi oljuvirkseminum á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland/eystan fyri Føroyar umframt øðrum virksemi.

Spurningurin er, hvat skal til fyri, at Føroyar kunnu taka lut í kappingini um vøru og tænastur og flutningi, sum stendst av vaksandi virkseminum í Norðuratlantshavi.

Tað eru fólkatingslimirnir Magni Arge og Sjúrður Skaale, sum leggja fram kanning um hetta sera týdningarmikla evni, ið teir hava samstarva um.

Atlantic Fair letur upp nú kl. 10 og hevur opið til kl. 17:00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…