Lýsing
Lýsing
Lýsing

Høgenni í Cannes og Runavík

SKRIVAÐ: Torbjørn Jacobsen  |  23.05.2019 - 11:26 Lesarabrøv Tíðindi

Andrias Høgenni er millum virknastu filmsleikstjórar í landinum. Fyrr í ár vann hann Geytan fyri stuttu kykmyndina ”Ikki illa meint.” Runavíkar kommuna var høvuðsstuðul til Geyta-virðislønina í ár. Í hesum døgum er Andrias í Cannes, nú Semaine de la Critique stevnan verður hildin í býnum. Hann hevði kykmyndina, sum vann Geytan, við sær til Fraklands, og nú frættist at Høgenni hevur skrivað søgu, tá ið hann sum fyrsti føroyingur nakrantíð hevur vunnið Canal+ virðislønina fyri bestu stuttu kykmyndina á stevnuni, sum man vera hin mest gitna av sínum slagi í heiminum.

Hendan kykmyndin hjá Andriasi, sum hevur vunnið tvær heiðurslønir í ár, snýr seg í høvuðsheitum um tvær føroyskar vinkonur, Maritu og Elinborg, sum av tilvild hittast í Føtex í Keypmannahavn. Tær spjalla saman sum vant, men alt gongst ikki sum væntað, eftir at fleiri fólk gerast partur av samveruni í búfelagsskapinum við Oyrarsund. Í gjárkvøldið skrivaði Høgenni soleiðis á Facebook: ” We won!!!

Our short film "Ikki illa meint" has won the Canal+ Award at Semaine de la Critique - Cannes. Thank you to the entire crew and everyone who has supported our weird little film!”

Runavíkar kommuna og Høgenni hava í longri tíð samskift um eina kykmyndaverkætlan. Høgenni hevur ítøkiliga ætlan um at fara undir at framleiða ein spælifilm, ið skal takast upp í kommununi. M.a. verða Glyvra kirkja og Skótahúsið við Løkin pallar í kykmyndini. Á fíggjarætlanini fyri 2019 hevur kommunan játtað 250 túsund krónur til ætlanina og í umbúna er at lata somu upphædd í 2020. Heiðurin í Cannes fer ivaleyst at gera tað munandi lættari at seta spónin í greytin á Glyvrum og í Runavík, nú filmsleikstjórin er vorðin eitt ”navn” í altjóða filmshøpi.

Hjartaliga til lukku við Canal + virðislønini Andrias Høgenni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Lýsing