Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fish Hot Dog

SKRIVAÐ: Johan Mortensen, mynd Oliver Joensen  |  24.05.2019 - 10:25 Lesarabrøv Mentan Vinna

Gutti Winther er ein av okkara dugnaligastu kokkum og millum teirra sum heldur lívið í gastronomiska rákinum her á landi.

Á væleydnaðu Fish Fair í Klaksvik nýtti felagið Petur Larsen í Fuglafirði hansara kreativu gávur.
 
Gutti gjørdi ein fiska hot dog ! Fyrst gjørdi hann eina pylsu í lambatarmi við  gullaksafarsi frá Tavuni. Síðani bakaði hann eitt breyð við tang og søle. Hartil grønt ketchup av grønum tomatum og hvonn, hummara sinnop og eina remouladu av syltaðum reiptara og fjøru-urtrum. Smakkurin var framúr og vóru tað sera nógvir gestir sum nutu fiska hundin !
 
Gutti nevnir eisini stóru møgulleikarnar sum eru í gullaksafarsinum sum er ein framúr rávøra við stórum bindievni. Tavan er heimsins størsti framleiðari av gullaksafarsi.
 
Sera hugaligt við slíkari kreativari nýhuxan har tú tekur siðbundna amerikanska hot dogsin og letur hann í ein vælsmakkandi vakran føroyskan búna. Okkara fiskivinna eigur í nógv størri mun at nýta okkara dugnaligu kokkar til nýggjar framleiðslur og marketing.
 
 
Gott Gutti !
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl