Lýsing
Lýsing
Lýsing

"Soleiðis gjørdu vit tá"

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.06.2019 - 18:31 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Millum onnur tey orðini, hugleiddi Karin Jacobsen um á midnáttarsamkomuni í Vágstúni á Norðoyastevnu - og eitt sum "kvinnur" ikki gjørdu tá, var at ganga túr úti uttan at hava eini ørindi. Hugvekjandi tala Karinar er niðanfyri.

Vælkomin til miðnáttarsamkomu á Norðoyastevnu 2019

Her standa vit umgyrd av okkara høgu hábærsligu fjøllum. Háfjall, Hálgafelli og Klakkur á vestara armi. Oyrafjall, Kjølur og Myrkjanoyrafjall á eystara armi. Hesi fjøllini, sum vísa mær vakurleika og styrki, eru tey somu, sum tey hava verið alla mína tíð. Norðoyastevnan er eisini gomul. Hon er eldri enn eg, hon er 83 ára gomul.

Fjøllini eru her, men tey hava skiftandi útsjónd, alt eftir hvussu veðrið háttar sær. Eina løtu standa tey í brennandi sól, og vit fara frá húsum og ganga niðan á Háls ella niðan á Kjøl. Og aðrar løtur kemur mjørkin, og tey fjala seg fyri okkum.

Um veturin kunnu tey verða myrk og tung, men so kunnu tey eisini vera hvít og løtt og hava líkasum hug at fara uppfrá av kavanum, og vit kenna okkum sum børn og minnast gleðina við at leypa skalv ella leggja seg niður og gera einglar við ørmum og beinum.

Nú ein dagin tosaði eg við eina aðra eldri konu. Vit tosaðu um gamlar dagar, og hon tók soleiðis til: Nú sigi eg sum vermamman plagdi at siga: “Soleiðis gjørdi man tá.»

Hendan orðingin “Soleiðis gjørdi man tá” fekk meg at hugsa um, hvussu tað var, tá eg vaks upp. 

Tá vit gingu í skúla, var tað vanligt at fáa eina oyrafiku ella verða sett í skammikrók. Tað er óhugsandi í dag.

Tá eg fór í starv á sjúkrahúsinum, sluppu mammur ikki at vitja børnini hjá sær. Tað er ein sjálvfylgja í dag.

Tá eg var barn, høvdu vit hønur í kjallaranum, lomb vórðu flett í køkinum, og í grannahúsinum var kúgv í kjallaranum.

Eg helt altíð, at tað var so hugnaligt at hyggja at, tá konan í húsinum mjólkaði. Hon var altíð so pen og fín. Fyrst bant hon halan á kúnni í eitt band, sum hekk niður úr loftinum. So tók hon eitt ljósablátt turriklæði av einum knaka á vegginum og bant tað um høvdið, meðan hon prátaði blídliga við kúnna, og so setti hon seg undir hana at mjólka.

Hjá einari vinkonu hjá mær høvdu tey eisini kúgv. Sum hjá so nógvum øðrum høvdu tey onki vesi í húsinum, men ein bukka stóð við síðuna av kúnni í kjallaranum, og tað, sum skuldi ornast, mátti ornast har.

Alt hetta er eisini púra fremmant fyri okkum í dag. Men soleiðis gjørdi man tá.

Eg vaks upp úti í Grótinum, og okkum dámdi væl at fara oman í Klaksvíksgarðin, tí har var altíð nógv lív í. Har var atløgubryggja, lítla kei og stóra kei, havnaskrivstova, politistøð, apotek, posthús, meiaríið hjá Óla Skúla, handilin hjá Jóhan Elias og Trinelenu, bakaríið hjá Ki, handilin hjá Jens Klæmint, oljusølan hjá Jákup Frederik, pisshúsi, vekthúsi og ikki at gloyma keikioskina.

Ein stórur floti av skipum lá ofta við bryggju, og har sóu vit enskar trolaramenn við niðurbrotnum gummistivlum, danskar marinarar í fínum uniformum og fryntligar norskar fiskimenn. Tað var eisini í Klaksvíksgarðinum, at vit kundu leypa umborð á tað lítlu ferjuna, sum sigldi aftur og fram yvir á Stangabrúnna, og sóu lívið, sum har var av rokaligum monnum, sum egndu, avreiddu og seldu fisk. Viðhvørt lá ferðamannaskipið Dronning Alexandrina eisini við bryggju. Tá kundu vit standa á keiuni og hyggja at øllum fólkunum, sum komu í land.

Alt hetta gav okkum børnum eina hóming av, at verðin var størri enn okkara Klaksvíksgarður. Nógv børn høvdu eisini pápar, sum silgdu langt fyri at koma á fiskileið, og túrarnir kundu vera upp í fleiri mánaðir. Aðrir pápar sigldu úti, sum vit plagdu at siga, og kundu vera burtur í eitt heilt ár. Tá var onki skype og ongar fartelefonir. Tá teir vóru burtur, vóru teir burtur. Soleiðis gjørdi man tá.

Í dag er meira tómligt við bryggjuna. Ongir eingilskmenn, ongir danskir marinarar ella norskir fiskimenn. Men vit eru framvegis ein partur av verðini, og sjálvt um tú ikki møtir teimum í Klaksvíksgarðinum, so eru tað framvegis útlendingar í Klaksvík. Í dag gerast teir partur av okkara gerandisdegi, tú møtir teimum sum lækna, bioanalytikara, leikara, venjara,  handverkara, flakafólki og annað. 

At hesi fókini hava valt at búgva í Klaksvík er at fegnast um. Tey koma við sínari vitan og serkunnleika, tey knýta vinarbond og hjúnarbond, tey gera okkara bý meira altjóða og fjølbroyttan, og vit kunnu fegnast um tey nýggju ættarliðini.

 

Eg minnist aftur á skrúðgongur, sum eldsálir skipaðu fyri á norðoyastevnu, skrúðgongur við fólkalívsmyndum. Í einari av hesum skrúðgongum gekk eitt tignarligt par fremst, hon í stakki og hann í stavnhettu. Annars gingu neytakonur við stokkum og høvdu dyllu á bakinum. Menn vóru í húðaskóm og knæbuksum, bóru líggja, torvskera og grindareiðskap. Eitt  seksmannafar á hjólum var eisini við í skrúðgonguni, jú tað var gjørt nógv burtur úr, so vit betri kundu ímynda okkum, hvussu lívið var fyrr í tíðini.

Norðoyastevnan minnir okkum á tað, sum vit bera við okkum frá fortíðini. Vit fara okkum kanska ein túr í Fornminnissavnið við gamla Klaksvíksgarðin, vit hyggja at kappróðri, og vit gleðast um aðrar fastar siðvenjur á Norðoyastevnu: Skrúðgonguna við hornorkestri, skótum og ítróttarfólki, fótbóltsdyst, norðoyastevnuteiti, tivoli, málningaframsýning, sangløtur, útimøti og so til hesa løtuna við miðnáttarrøðu og fýrverkaríið.

 

Men Norðoystevnan flytir seg eisini. Í ár vóru tað nakrar treystar kvinnur, sum sóu møguleikan og bjóðaðu krúnprinsinum til Klaksvíkar at renna. Krúnprinsurin kom, og tað eru vit mong sum fegnast um, sjálvt um umstøðurnar gjørdu, at hann ikki kundi verða við í sjálvari renningini. Í morgun komu  útvið 4000 fólk  saman fyri at renna og ganga. Vit tóku lut fyri okkara egnu vælveru og fyri at vera saman við øðrum til stuttleika. Renning er vorin ein sera stórur partur av lívinum í Klaksvík alt árið. Soleiðis var ikki hjá arbeiðsgentuni hjá ommu míni. Ein dagin segði arbeiðsgentan við ommu mína, at hon hevði so góðan hug at fara ein gongutúr. Men tá gingu fólk ikki bara til stuttleika. Soleiðis gjørdi man ikki tá. So omma mín segði við hana: Far tú bara ein túr, men fá tær eina tóma mjólkaspann í hondina, so sær tað út sum um tú fert eitt ørindi.

Í kvøld standa vit her mitt í býnum millum tey høgu fjøllini. Vit kunnu hyggja aftureftir at tí, sum var,  og tí, sum vit hava fingið í arv frá okkara forfedrum. Og vit kunnu gleðast um nógv, sum er broytt. Tað er at undrast á og gleðast um, at hesin lítli staður hevur ment seg so nógv. Onki av hesum er komið av sær sjálvum. Tað hava verið fólk, sum hava søkt út, tað hava verið fólk, sum hava leitað sær hendan vegin. Og tað hava verið fólk, sum hava sæð nýggjar møguleikar beint her. Soleiðis gjørdi mann fyrr, soleiðis gera vit í dag, og soleiðis fara vit vónandi at halda fram í komandi tíðum.

Eg fari at enda við heilsuni, sum tey eisini søgdu, tá eg var barn: Jesus fylgi tær og góða Norðoyastevnu!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð