Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Gjørdu sum væntað einki við Spania

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.06.2019 - 21:36 Ítrottur Tíðindi

Til tíðir var stórur munur á liðunum, meðan føroyingar í løtum vóru væl við.

Hæddarpunktið í kvøld hjá føroyingum var, tá Klæmint A. Olsen í fyrra hálvleiki skoraði til 2-1 eftir hornasparksinnlegg. Annars sat Spania á tí mesta. Spania skoraði tvey mál í hvørjum hálvleiki og vann samanlagt 4-1, sum ikki var ov lítið í mun til dystargongdina. Hetta er eisini ein munur, sum føroyingar kunnu liva við, tí talan er um eitt av heimsins bestu liðum, meðan føroyingar vóru nakað skerdir við serliga at mangla Jóan Símun Edmundsson, sum helst er størsti profilurin á liðnum. Føroyingarnir stríddust alt teir kundu allan dystin og royndu eisini at bjóða av framftir, har besta løtan kanska var fyrsta partin av seinna hálvleiki, tá serliga Árni Frederiksberg var við í nógvum av tí mest vandamikla.

 

Nevnast kann, at av KÍ-leikarunum, so kom Patrik Johannesen á vøllin síðsta partin av dystinum. Dagsins leikari var av Sona valdur Klæmint A. Olsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum