Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Breno

Páll A. Klettskarð og Breno fluttu upp í Seriu D

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.06.2019 - 18:00 Ítrottur Tíðindi

Í dag var finalan um uppflyting.

Breno hevur havt eitt gott kappingarár og spældi seg til plássini, har spælt bleiv um uppflyting til Seriu D, sum er 4. besta deildin í Itala. Páll A. Klettskarð hevur spælt við hesum liðnum síðani føroyska kappingin endaði í 2018. Tað byrjaði væl hjá honum og hann spældi regluliga og skoraði eisini nøkur mál. Men síðani fekk hann ein skaða, sum bleiv drúgvari enn væntað. Hesar síðstu dystirnar hevur hann sitið á bonkinum og onkran dyst spælt nakrar minuttir móti endanum. Tað gjørdi hann eisini í dag. Breno vann 2-1 móti Legnano og tá fyrri dysturin endaði 1-1, so merkti hetta, at Breno tryggjaði sær uppflyting og skal spæla í Seriu D komandi kappingarár.

 

Sum vit skrivaðu fyrr í vikuni, so er tó ógreitt, um Páll A. Klettskarð heldur fram í Breno. Ein møguleiki er eisini, at hann fer at spæla í Føroyum eftir summarsteðgin, har KÍ og onnur lið vilja hava hann í sín hóp.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum