Lýsing
Lýsing
Mynd: Petur Martin Solmunde

Høgar hugsjónir og merkisberari

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.06.2019 - 07:46 Mentan Myndarøð Tíðindi

Soleiðis segði Annika Waag millum annað um langabba sín Símun í Vági, tá hon helt røðu í samband við Fólkafundin í Føgrulíð, nú Háskúlin fylti 120 ár

Vit prenta røðuna niðanfyri.

 

 

 

 

Takk fyri áheitanina um, at siga nøkur orð til fólkafundin í dag. 

Eg fari at siga nakað um leiklutin hjá langabba mínum Símun í Vági í samband við Háskúlan í Føgrulíð.

Fyrsta háskúlaskeiðið byrjaði í novembur í 1899 á Stongunum hjá Jóan Peturi. Longu árið eftir varð skúlin fluttur í Føgrulíð.

Flest øll hava hoyrt um háskúlamenninar Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, ið vóru lærarar her á háskúlanum í Føgrulíð. Teir hava gjørt eitt megnar arbeiði, og ikki bara fyri øll hesi ungu, sum hava gingið her, men eisini fyri samleikan hjá okkum føroyingum.

M.a. yrkti Símun av Skarði tjóðsangin her og fyrsta føroyska skaldsøgan Bábulstornið varð skrivað her, umframt plantulæran, fyrsta føroyska roknibókin og nógv annað varð skrivað og yrkt her.

Rasmus á Háskúlanum sigur í minningarorðunum um Símun í Vági, at hann var ein sermerktur maður við høgum hugsjónum og ein merkisberari, ið vit ongantíð mugu gloyma.

Í samband við háskúlan í Føgrulíð, so hava fá av tykkum helst hoyrt um Símun í Vági, ið var føddur 7 August í 1863. Hann var ikki bara ein íðin íverkseti, men eisini háskúlamaður um ein háls, og tori eg eisini at siga, at hann var ein av dyggastu stuðlunum hjá háskúlanum í Føgrulíð á nógvan hátt.

Tá ið Tjóðskaparrørslan tók seg upp, fóru fleiri føroyingar til Danmarkar á háskúla. Teir háskúlarnir vóru fyri tað mesta grundaðir á hugsjónirnar hjá Grundtvig. Tann fyrsti næmingurin var ein kvinna úr Havn, Elin á Húsum, ið fór ung til Danmarkar, men henni eftir vóru tað fleiri, ið fóru avstað.

 

Símun í Vági, var á Vallekilde háskúlanum í 1883 til 1884 og síðani var hann í læru í 1885.

Tann navnframi Ernst Trier, háskúlastjórin á Vallekilde, hevði stóra ávirkan á tann 20 ára gamla Símun og var hesin lærdómurin ein góð barlast hjá honum alt lívið.  Símun kallaði tann eina sonin upp eftir Ernst Trier,  hann føroyskaði tað til Einar.     

Umframt lesturin arbeiddi Símun á bakarínum  á Vallekilde fyri at vinna til uppihaldið og seinni skaffaði Ernst Trier honum eisini eitt lærupláss, so at hann kom í læru sum bryggjari.

Tað var ikki bara sum at siga tað at fara avstað hjá tí unga Símuni, tá ið tíðini.   

Útlongsulin, forvitni og ikki minst dirvi má hava verið rættiliga stórt.  Tí bara 15 ára gamal misti hann pápa sín, sum var kongsbóndi til ein garð, ið bara taldi 2 merkur.  Sum elsti sonur av 13 systkjum, var hann noyddur at arbeiða í bø, haga og á sjógvi í 5 ár, áðrenn hann fór avstað.  

Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, vóru eisini bóndasynir og høvdu teir eisini verið á háskúlum niðri í Danmark. Símun á Askov og Rasmus bæði á Vallekilde og Askov. Teir løgdu longu ætlanir um ein føroyskan háskúla í Danmark.

Heimafturkomin, hevði Símun í Vági fingið víðkað sjónarringin, nógvan andaligan íblástur og lærdóm. Hann hevði eisini stórar ætlanir ella visiónir. Nøkur ár arbeiddi hann tó fyrst á Biskupstøð, har hann bakaði fyri faktor Djurhuus.

 

Nógv hendi í 1888.

Í 1888 byrjaði Símun í Vági egið virki, at baka og at bryggja, ja tá varð Føroya Bjór sett á stovn.

Sama ár var hann giftur, hettar var tann 9. Septembur í 1888 við Karin Helenu Katrinu Hansen úr Funningsstovu í Havn. Í henni hevði hann ein trúgvan og tolnan stuðul øll árini.

Símun var við til mangt og hvat, har tað hendi nakað av framburði, og 2. Jóladag í 1888 var hann sjávandi eisini við til tann tiltikna Jólafundin.

Háskúlaandin, og at fáa framburð og menning í hesum landinum lá djúpt at hjartanum hjá Símun líkasum tað eisini gjørdi hjá Símuni av Skarði og Rasmusi Rasmussen.

 

Tann fyrsti fólkafundurin varð hildin í 1894. 

Í 1896 samtykti føroyingafelagið, har Símun í Vági var limur, at mæla bygdalimum til at stovna feløg úti á bygd við somu endamálum sum føringafelagið. Eitt av endamálum felagsins var at fáa sett á stovn ein háskúla í Føroyum.

Símun inkallaði til fund sama ár í heimi sínum annað jólakvøld, har 10 gestir vóru.

Á fundinum komu teir ásamt um at fáa bygt eitt bygdarhús til fyrilestrar, dans o.a.  Longu tann 29. nov. í 1897 varð húsið vígt og varð Símun umboðsmaður í felagnum, kallað norðoyafelag. Umframt ymiskar fundir, varð fimleikurin hjá háskúlanum hildin í bygdahúsinum, og allan reiðskapin til fimleikin læt Símun gera til háskúlan.

Símun innkallaði ofta til fundar í bygdahúsinum har evnini vóru mong. Framburður, menning, tjóðskapur, føroyska málið,  ja og eisini um líkarætt millum kvinnur og menn sum m.a. sæst at lesa í gomlum tíðarritum.

Norðoyafelagið skipaði eisini fyri fólkafundum úti í náttúrini.  Í 1897 var ein stórur fólkafundur hildin á Kjøli, har fólk úr øllum landinum komu. Á sumri í 1899 var eisini ein fólkafundur uppi á Klakki tann 9 Juli, har fundarevni var skúlar og upplýsing. Til røðarar bóðu teir Jóannes Patursson, Símun í Vági, Sverra Patursson, Rasmus Effersøe og Símun Paula úr Kunoy.

Í 1898 vóru Símun í Vági og Sigrid Lutzen við á fundi í Havn at stovna eina forngripagoymslu, seinni kallað Føroya Forngripafelag. Útbygging av kirkjuni og føroya fyrsta svimjihyl, gekk hann eisini á odda fyri í 1904 saman við fleiri. Hann royndi seg eisini sum reiðari á Norðingi, Dart og skonnartini Karin. Eisini hevði hann eitt fiskastykki har tað varð virkaður fiskur.

Hann tordi sum fáur at seta seg upp ímóti Faktorinum í bygdini. So løgið tað ljóðar, so kappaðust teir um at gjalda mest í skatt.

Merkið, ið nú hevur 100 ár á bakið í ár, tað flaggaði hann eisini við langt áðrenn tað var viðurkent.

 

Hví Fagralíð?

Ein dagin um várið áðrenn fyrsta skeiðið endaði á Stongunum, varð avgjørt hvar, ið háskúlin skuldi standa, og sama dag fekk staðið her navnið Fagralíð.  Her hevði Háskúlin síni barna og ungdómsár og stovnarnir vóru ungir og treystir.

Hettar kann  kanska tykjast sum eitt løgið stað, ið varð valt, men um ein hyggur rundan um seg, so síggja vit eina stórbæra náttúru.

Vit kunnu bara ímynda okkum friðin her, og um summarið í góðveðrið, tá ið sólin setur norðanfyri Nestindar.

Kanska er tað ikki so løgið, at her í vøkru náttúruni við fuglum og plantum, at staðið her hevur verið til nógvan íblástur og hevur eggjað til bæði yrkingar, sálmar og sangir.

Símun í Vági sat sum stjórnarlimur í Háskúlanum saman við Jóannesi Paturssyni  og A.C. Evenssen frá 1904 til 1910, tá ið skúlin var fluttur til Havnar.  Av fyrstan tíð var skúlin ópolitiskur. 

Í 1904  trongdist við pengum og ognarviðurskiftunum í Føgrulíð varð tað somuleiðis trupuleiki við. Símun av Skarðið og Rasmus Rasmussen søktu sær sum oftani fyrr ráð hjá Símuni í Vági og fingu teir í felag samlað nógvan pening til skúlan.

Í 10 ár virkaði háskúlin soleiðis á Borðoynni og høvdu tá 198 næmingar úr øllum landinum verið á skúlanum.  Næmingarnir vóru allastaðni frá úr Føroyum. Ein langabbi mín úr Hvalba, Mortan Holm var eisni her í Føgrulíð í 1901 og til eitt annað skeið her, áðrenn leiðin gekk til Danmarkar at læra til skipara. og 3 langommusystrar úr Hvalba vóru eisini á skeiðum her. Ein søga, ið hann plagdi at siga frá var, tá ið báturin hjá háskúlanum var loysnaður og hann mátti svimja út eftir honum.

Hann segði mangan frá, at tað var Jógvan segl, ið varð hann sum vísti honum veg úr Klakksvík oman í Føgrulíð.

Í 1909 flutti skúlin til Havnar. Símun í Vági, ið hevði stuðlað skúlanum frá føðingini varð rasandi, og segði seg úr stýrinum hjá Háskúlanum, har hann hevði sitið síðani 1904. Men háskúlahjartað, tað fylgdi honum tó alt lívið.

Nú sum ongantíð fyrr leita fólk frið og íblástur í náttúruni. Tað kann til tíðir vera torført at hugsavna seg hjá teimum ungu og okkum tilkomnu, við øllum meldrinum av kunning, ið floymir inn yvir okkum. Tað er helst meira ein spurningur um at duga at velja til og frá í dag. So kanska er tað akkurát nú, at okkum veruliga tørvar at hyggja inneftir, og at menna tað andaliga og mentunarliga í okkum og teimum ungu.

Rasmus á Háskúlanum sigur í sínum minningarorði í Tingakrossinum, at Símun í Vági, ið doyði í 2. Apríl í 1935, var ikki bara ein íverkseti, men ein sermerktur maður og ein klettur. Umframt tað var hann eisini ein dyggur stuðul øll árini hjá Háskúlanum og ein maður, ið vit ongantíð skulu gloyma.

Rasmus  byrjaði minningarorðini við yrkingini hjá R.C. Effersøe, ið lýstu hann sum ein maður, ið tordi og sum ikki bara tagdi og gekk í takt.

Elt ikki altíð sum fyri er slóðað, sjálvbjargin far yvir land yvir hav, maður skal smíða sær eydnuna góða við teimum evnum sum skaparin gav.   

Hjartaliga Tillukku við teimum 120 árunum á baki Føroya Fólkaháskúli við ynski um ein blíðan byr og nógv góð ár frameftir.

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…
Sigoynarin
Rólant og Martin nógv at gera
KÍ kvinnur­nar nærkast FM-heitinum
Jørðin kallar Framsókn
FM: Maria vann 5 gull og Einar 2 gull
Beinleiðisfrísparki og føroyska fótbólts…
Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú…
Trump
Firmport ósakliga viðgjørt í kanning a…
Ikki við valdi og ikki við kraft, men vi…
Betri tíð til barnið
Eg flenni í andglettinum
Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!
Politiskt hugnakvøld í Jaqson fríggjakvø…
Skert KÍ-lið á Eiði sunnudagin