Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyska málið og mentanin fyri hóttafalli? Quo vadis Føroyar?

SKRIVAÐ: Hermann R. Samuelsen  |  14.03.2026 - 15:58 Politikkur Tíðindaskriv

Nógv verður tosað um føroyskan útlendingapolitikk, og í hesum málinum eri eg, sum valevni, púra greiður. Fyrst og fremst haldi eg, at útlendsk arbeiðsmegi er púra neyðug. Tí sum støðan er í dag, hevði stórur partur av vinnuni steðgað upp uttan hesa arbeiðsmegina, og so hevði verið lítil framburður í Føroyum.

 

 

 

MEN, MEN, MEN!

Tá tað er sagt, skal ongin útlendingur búleikast í Føroyum og fáa atgongd til tað føroyska vælferðarsamfelagið, sum ikki virðir føroysk virðir og mentan.

Vit kunnnu bara hyggja eftir, hvussu gongdin hevur verið í okkara grannalondum, har tað als ikki hevur gingið, soleiðis sum ætlað ella væntað. Og hetta má steðgast í føðingini.

Vit SKULU IKKI hava paralelsamfeløg.

Vit SKULU hava sterkar integratiónslógir.

Vit SKULU styrkja um, føroyskt sum annað mál.

Og vit SKULU varða um føroysku mentanina og føroyska málið.

Tað eigur tí at vera ein sjálvfylgja, at tey, sum búgva í Føroyum og gerast partur av samfelagnum, virða føroyska samfelagið og tey virði, sum landið byggir á.

Góðtaka vit ikki, at hesin veruleikin stendur í durunum, kunnu vit vakna við kaldan dreym, eins og onnur lond í Evropa gera nú.

Vel ein, sum kemur at standa sum fremsti skansi fyri føroysku mentanina.

Góði veljari – vel ein Hermann.

 

X við B

Hermann R. Samuelsen

Valevni fyri Sambandsflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag