Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Arbejdernes Travlerdrift (AT) á Tvøroyri keypti í 1936 trolaran Leiv Øssursson úr Hull. St. Brelade, sum navnið tá var, var smíðaður í 1924 í Beverley í Bretlandi, var 312 tons brutto og hevði 510 hesta guvumaskinu. Her leggur Leivur at á Tvøroyri. | Mynd: Tjóðsavnið

Leivur Øssursson TG 32

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  14.03.2026 - 14:26 Tíðindi Vinna

Leivur Øssursson fekk góða móttøku, tá ið hann hvítusunnudag 1936 kom á Trongisvág fyrstu ferð. Hann varð gjørdur út til fiskiskap í Hull, men skuldi taka salt, áðrenn leiðin lá til Bjarnoynna at fiska.

 

Manningin var tretivu. Johan Joensen (Jóhan í Sandi) á Tvøroyri var flaggskipari, Wenningsted Hansen úr Skopun stýrimaður og Hans Lindenskov úr Vági 1. meistari.

 

Jógvan Joensen í Innistovu, Vestmanna Jógvan, var fiskiskipari. Hann var undangongumaður, nú haldgott støði skuldi leggjast undir føroyska trolaravinnu. Umframt á Leivi legði Jógvan lag á umborð á Royndini, Skálabergi og helst øðrum trolarum eisini.

 

Jógvan í Innistovu var um aldamótið 1900 farin at sigla við bretskum trolarum, tók skiparaprógv í 1907 í Grimsby og varð trolaraskipari har niðri.

 

Í 1914 kom hann heim at fylgja móður síni til gravar. Heimsbardagin brast á, meðan hann var í Føroyum, og hann fór ikki aftur til Bretlands. Seinni kom húskið úr Grimsby, og tey búsettust í Vestmanna. Eftir kríggið var Jógvan stundum aftur við bretskum trolarum.

 

Føroyingar høvdu síðan 1905 roynt at fáa trolaravinnuna at bera seg, men illa hevði gingist. Allar royndir steðgaðu aftur so við og við. Við Skálabergi, ið Kjølbro og Chr. Holm Jacobsen keyptu í 1933, fingust endarnir loksins at røkka saman, hóast stóra yvirskotið ikki fekst fyrr enn krígsárini, tá ið skipini fóru at sigla á bretska marknaðin.

 

Stríðsárini var Leivur Øssursson á ísfiskaveiðu eins og hinir trolararnir og sigldi niður við fiskinum. Skiparar hesa tíðina vóru eitt nú Steintór Norðberg úr Hvalba og Johannes Hammer av Tvøroyri.

 

26. oktober 1943 samtykti driftsráðið at seta Esmar Fuglø sum skipara á Leivi. Í bókini ”Fylking” skrivar Jóannes Dalsgaard soleiðis í hesum sambandi:

 

”Eftir hetta gjørdist Esmar Fuglø fastur skipari á Leivi Øssurssyni, og stýrimenninir vóru Jógvan Christiansen, Patsy Michelsen, Poul Wiberg og Niels Mohr Mortensen, sum skiftust um at vera umborð.

 

Leivur fiskaði sum ongantíð, og skipanin, við at menn skiftust um at sigla við, riggaði væl. Tað, sum var eftir av krígsárunum, virkaði skipanin soleiðis, at ein skiftisætlan varð løgd fyri 4-5 túrar í senn, soleiðis at allir partar vistu, hvat teir høvdu at halda seg til.”

 

Eftir kríggið vóru Leivur Øssursson og Rankin, ið Arbejdernes Travlerdrift átti í og reiddi út, álitið í felagnum. Men í 1951 fór at sansa at búskaparliga. AT mátti umskipast frá grundini og varð árið eftir endurreist undir heitinum: Produktionsforeningen Arbejdernes Travlerdrift.

 

Men felagnum var ikki lív lagað. Í 1954 steðgaði virksemið. Leivur Øssursson varð seldur sum gamalt jarn og síðan upphøgdur á Drelnesi. Hann varð strikaður úr skipaskránni 22. september 1955.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Lýsing