Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkslig og barnavinarlig framsýning í Spaniastovu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.07.2019 - 15:10 Mentan Tíðindaskriv

Janus á Húsagarði hevur framsýning í Spaniastovu allan julimána.

Fernisering verður mikudagin 3.juli kl 17.
Tá ber til at velja sær málningar, íð bera bæði fólkslig, barnavinarlig og trølslig brá. Eisini verður høvið hitta hin fjølbroytta listamannin Janus á Húsagarði. Eitthvørt leskiligt og svalandi verður eisini at fáa.

Framsýningin verður opin allar yrkadagar(uttan hósdag) og leygardagar fram til 3.august.

Um myndaevni
Talan er um eina fólksliga og barnavinarliga framsýning.
Myndaevnini eru smáar løtur - ein kann vera heppin at síggja - úti í føroysku náttúruni, um ein hevur eyguni við sær: Tveir fiskar sum fáa eyga á hvønn annan ella ein fuglur, sum fortelur einum trølli eitthvørt. Myndirnar síggja ofta út sum um tær hoyra til eina søgu, men so er ikki. Søguna má ein sjálvur evna til.

Fjølbroyttur lsitamaður
Janus er 43 ár. Hann hevur teknað og málað síðani hann var smádrongur. Hann hevur áður havt framsýningar í Føroyum, Íslandi og Danmark.
Janus hevur teknað barnabøkur sum Mosamollis og Mosalisa, Veiða vind, Dunnungin pu, Tann klóka æðan, Drongurin sum gloymdi hvussu man spælir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs