Lýsing
Lýsing
Smílini vórðu breið til almennu móttøkuna, tá Glasir en-di-li-ga varð tikin í nýtslu í august mánaða í 2018

Ljós yvir byggigøluna í Marknagili

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.07.2019 - 07:55 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Hóskvøldið 4. juni var dokumentarsending um byggigøluna í Marknagili í Havn, sum er tann dýrasta byggigølan í Føroya søgu. Sjálvur skúlin er serliga merktur av mongum dýrkandi seinkingum, men eisini av byggifeilum, vantandi fíggjarstýring og einum stórum áliti, sum í fleiri førum tykist hava verið uttan grundarlag.

“Vit mugu hava álit á, at stovnarnir undir okkum fortelja okkum sannleikan”, segði meira enn ein av teimum politikarunum, sum samrøða var við undir sendingini. Annar av politikarunum sat í CHE-samgonguni í 2008 og hin í CEF-samgonguni í 2015-2018. Fylgjandi er tað so komið fram, at tað ikki var rætt, sum Landsverk segði um, at kostnaðurin fór at vera 636,5 milliónir.

Skúlin var upprunaliga mettur at kosta 391 milliónir, men tá tilboðini komu inn, vístu tey seg øll at vera væl hægri, so táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, mátti í Løgtingið at biðja um 64 milliónir til sjálvaverkætlanina og 60 milliónir afturat til innbúgv, tól o.a. Soleiðis kom byggiverkætlan upp um ½ milliard og kostaði 515 milliónir. Spakin varð settur í 15. apríl 2015. Frammanundan, tann 3. januar 2013, hevði verkætlanarleiðarin, Heini Trónd Hansen, sagt seg úr starvi. Hann dugdi at síggja, at kostnaðurin ikki fór at halda.

Seinni í 2015 er val, og mentamálaráðharrin verður útskiftur við Rigmor Dam. Ætlanin er at fáa skúlan lidnan í 2016, men tað verður útsett meira enn eina ferð. TG-verk trekkir seg úr verkætlanini og gerðarrættarmál spyrst um 72 milliónir. Rigmor Dam spyr um útlegg upp á 87 milliónir til hetta gerðarrættarmálið og aðrar 26,5 milliónir til “undirvísingaramboð og flagtekju”. Tilsamans verður tí veitt eykajáttan upp á 113,5 milliónir. Umframt tað verða 8 milliónir játtaðar til eina orkuskipan. Harvið kemur byggiverkætlanin upp á 636,5 milliónirnar.

Landsverk fastheldur líka til skúlin verður tikin í nýtslu í august í 2018, at hesar 636,5 milliónirnar eru alt, skúladepilin fer at kosta tí almenna. Tí kemur tað dátt við, at fleiri stórar eykarokningar afturat koma undan kavi á heysti í 2018. Tær eru so stórar og so nógvar, at andstøðan følir seg noydda at leggja misálitisuppskot fram á Rigmor Dam, ið hevur borið boðskapin hjá Landsverki um, at tær 636,5 milliónirnar fóru at vera endiligi kostnaðurin, víðari í Løgtingið. Tað er ikki loyvt at bera ósannar upplýsingar fram fyri Løgtinginum av røðarapallinum.

Løgmaður fer á nátt, náttini til 20. desember 2018 upp á barrikadurnar fyri sína landsstýriskvinnu. Hetta ger hann bæði alment av røðarapallinum, og í krókunum, har sagt verður, at fellir landsstýriskvinnan, so verður nýval. Tingformaðurin Páll á Reynatúgvu viðgongur annars at vera freistaður at atkvøða fyri misálitinum, tí hann vil hava ábyrgd plaseraða. Hetta endar á miðari nátt við, at samgongan fellir misálitisuppskotið, og løgmaður lovar at íverkseta eina kanning av málinum. Sama dag sum misálitisuppskotið verður lagt fram, mikudagin 19. desember 2018, boðar Heðin Mortensen, nýggjur samferðslumálaráðharri, frá, at hann hevur sagt landsverkfrøðingin, Ewald Kjølbro, úr starvi.

Men líkini halda áfram við at rapla úr Marknagilsskápinum. Kroyst av hesum følir landsstýriskvinnan seg noydda at biðja løgmann um at loysa seg úr starvi. Hetta hendir tann 21. januar 2019, bert 4 vikur eftir, at løgmaður setti samgonguna uppá spæl fyri at hon kundi varðveita sessin.

Eftir skúlaársbyrjan í 2018, tá sagt varð, at endaligi kostnaðurin fór at verða 636,5 mió., eru komnar eykarokningar uppá 91 milliónir, og í dokumentarsendingini varð nevnt, at skúladepilin higartil hevur kostað landskassanum 744,5 milliónir og møguliga kann fara at kosta 800 milliónir.

Eftir mongu gølurnar í 1980’unum, har ongin tó var eins stór og Glasir, varð havt á lofti, at tá øll hava ábyrgdina, so hevur ongin hana. Hetta var eisini høvuðsorsøkin til, at lagt varð um frá kollegialábyrgd til ministerialábyrgd, og at vit fingu nýggju Stýrisskipanarlógina í 1994. Men í málinum um Glasir liggur ábyrgdin aftur hjá fleiri ymiskum. Tað byrjar við at Kristina Háfoss er mentamálaráðharri í 2008 og fær skúladepilin samtyktan 15. mai sama ár. Síðani fer stafettin til Helenu Dam á Neystabø, sum yvirtekur postin 14. november, eisini í 2008.

Gongd kemur veruliga á málið, tá Bjørn Kalsø tekur við í 2011 og setir spakan í í apríl 2015, og tað er eisini her, at fyrsta stóra eykajáttanin kemur. Og tað er eisini í hesum valskeiðnum, at verkætlanarleiðarin Heini Trónd Hansen sigur seg úr starvi við peikifingrinum á lofti. Men ongin lurtar. Í 2015 er aftur stjórnarskifti, men nýggi mentamálaráðharrin, Rigmor Dam, heldur bara áfram, har Bjørn Kalsø slepti, og kemur við uppaftur fleiri eykajáttanarumbønum.

Álitið á Landsverkfrøðingin, Ewald Kjølbro, tykist í øllum hesum at vera treytaleyst, og semja tykist yvir samgongur at vera um at játta honum tað, honum tørvar. Eitt álit, sum varar líka fram til desember 2019.

Tað er ongin ivi um, at tað er hetta treytaleysa álitið, sum skiftandi persónar við ráðharraábyrgd hava havt á ein undirliggjandi stovn, ið er orsøk til, at skúladepilin í Marknagili gjørdist landsins størsta byggigøla. Á Landsverki gjørdu tey avtalur hvør í sínum lagi avtalur, og “høvdu ikki tíð” at skráseta avtalurnar í fíggjarstýringarskipanini, sum tað stendur í frágreiðingini fyri Løgmansskrivstovuni.

Til spurningin um heimildarloysi, so staðfestir sama frágreiðing, at tær flestu avtalurnar, sum førdu við sær at peningur uttan játtan aftanfyri varð brúktur, eru gjørdar frá mai mánað 2018 og nakrar mánaðir fram. Men á Mentamálaráðnum tóktist tað vera nóg mikið bert at spyrja Landsverk eina ferð um mánaðin, um nú alt var í lagi. Aftur her er tað tað treytaleysa álitið, sum ger seg galdandi. Landsstýrisfólkið í mentamálum og aðalráðið hjá henni hava havt álit, uttan at grundarlag var fyri at hava hetta álitið. Og líkt er til, at tað hevur Samferðslumálaráðið eisini havt.

Spurningurin, sum øll sita við, er tí, hvar apan skal plaserast. Frágreiðingin hjá Løgmansskrivstovuni plaserar hana ikki, men fríkennir tvørturímóti tveir lyklapersónar, nevniliga aðalstjórarnar í menta- og samferðslumálum. Harvið gongur frágreiðingin ímóti niðurstøðuni hjá Landsgrannskoðanini, sum ivast í, um Samferðslumálaráðið hevur útint sína eftirlitisskyldu, og sum sigur, at Mentamálaráðið hevur lagt skeiv tøl (við Landsverki sum keldu) fyri Fíggjarmálaráðið, sum hevur gjørt Landsroknskapin við somu skeivu tølum og lagt hann fyri Løgtingið.

Líkt er framvegis ikki til, at málið fer at fáa avleiðingar, hóast Landsgrannskoðanin er rættiliga greið rundan um, hvar ábyrgdin liggur. Hon liggur hjá Landsverki og í øðrum lagi hjá Mentamálaráðnum og Samferðslumálaráðnum, sum ikki hava útint sítt eftirlit. Men omanfyri øllum trimum er so Løgmansskrivstovan, og hon fæst heldur við at fríkenna.

Hevur Finn Norman Christensen livað til fánýtis, tá bygnaðarbroytingarnar hjá honum, sum greitt høvdu til endamáls at plasera ráðharraábyrgd, nú ikki vísa seg at føra til ábyrgdarplasering? Ein partur av fyrisitingini fæst við at fríkenna aðrar partar av henni, hóast brot heilt greitt eru framd, og uppgávan tí ikki skal vera at fríkenna, men at staðfesta ábyrgd.  Men vit kunnu bara staðfesta, at ongin skipan er betri enn tey fólkini, sum virka í henni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald