Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útróður og manglandi dagar

SKRIVAÐ: Jens Heri Bolstad Mortensen  |  10.07.2019 - 10:45 Lesarabrøv Tíðindi

Nú frættist at okkara útróðrarmenn eru við at koma í neyð av manglandi døgum.

Eg róði sjálvur út frá 2006 til 2008 og var tað í bólki 5A.
Bólkur 5A var tá, eins og nú bólkur fyri fullriknar bátar, íð høvdu avreitt fyri meira enn 400 tkr árið frammanundan.
Vit fingu tilluta eitt fast dagatal, sum vit so kundu brúka, eins og okkum lysti.

Fyri 13 árum síðani, var ikki so nógv til av fiski, so hugurin hjá øðrum at royna eyduna, enn teimum sum livdu av at troyta grunnarnar, var sera lítil.

Nú tað er væl av fiski til, er lagamanni hjá teimum sum hava bát og fiskiloyvi at leggja frá landi og forvinna sær nakrar eyka krónur.
Tað hevur altíð verið ein sjálvsagdur rættur hjá okkum Føroyingum at kunna leggja frá landi, og fáa okkum eitt fekst kók, og skal tað framhaldandi sjálvandi vera gjørligt.

Tað má tó ikki enda soleiðis, at tey sum hava útróður sum livibreyð, koma at mangla dagar. Tey hava gjørt stórar íløgur í vinnutól og skal nógv veiðast fyri at gjalda hvørjum sítt.
Tey sum kenna til fiskiskap, vita at tað fara aftur at koma rak ár, og tá hava hesi ikki aðra inntøku til taks.

Eg haldi at ein skipan má setast í verk, sum tryggjar at okkara útróðrarmenn hava fyrsta rætt til teir dagarnar sum eru til taks, og so má mann heldur seta eitt hámark fyri, hvussu nógv tey kunnu avreiða fyri, sum hava hetta sum eina fittliga eykainntøku.

Tá eg verið valdur á ting, vil eg sjálvsagt arbeiða fyri, at okkara útróðrarmenn fáa góð og trygg kor at virka undir.

Jens Heri Bolstad Mortensen
Valevni fyri Sjálvstýri
Rio de Janeiro

Lýsing
Seinastu tíðindini
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík