Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fjølmiðlakærunevndin fríkennir Norðlýsið í samband við kæru frá Høgna Hoydal og fiskimálaráðnum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.07.2019 - 11:45 Politikkur Tíðindi

Fiskimálaráðið kærdi at Norðlýsið í grein sum leggur landsstýrismannin í Fiskimálum undir at hava givið undantaksloyvi uttan lógarheimild og eisini at hava lagt umsitingina í Fiskimálaráðnum undir at hava váttað fyri hesum.

Fjølmiðlanevndin skrivar m.a. soleiðis í niðurstøðu síni:

 

….. Tvey viðurskifti eru í hesum máli, sum eru viðkomandi fyri metingina av, hvørt talan er um brot á góðan fjølmiðlasið. Yvirskriftin í greinini, ið er soljóðandi ”Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevði onga lógarheimild at geva undantaksloyvi”, umframt páhaldið um at Fiskimálaráðið skal hava váttað fyri Norðlýsinum, at Landsstýrismaðurin ikki hevði lógarheimild….

 

….. Norðlýsið skrivar í síni viðgerð av undantaksloyvum, at tað er ógreitt hvussu hesi verða umsitin, og at tað er trupult at vísa á, eftir hvørjum reglum og kriterium avgerðirnar verða tiknar.  Norðlýsið metir, at umsitingin ber brá av tilvild, og at manglandi greidleikin í grundarlagnum fyri avgerðunum um undantaksloyvi hevur við sær, at landsstýrismaðurin hevur ov stórt vald til at taka avgerðir, og at trupult er at eftirmeta rættleikan av hesum avgerðum…..

 

….. Í samskiftinum millum Norðlýsið og Fiskimálaráðið verða hesi viðurskifti umrødd frammanundan almannakunngerðini av greinini. Yvirskriftin hjá Norðlýsinum, at ”Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði onga lógarheimild at geva undantaksloyvi” er ikki í tráð við tað samskifti, sum hevur verið millum partarnar. MEN í greinini, og í tí sum seinni verður skrivað, framgongur tó greitt, at Norðlýsið sipar til manglandi heimild í løgtingslóg, og at blaðð ikki roknar óskrivaðan rætt sum lógarheimhild. Hóast hetta eftir vanligari løgfrøðiligari fatan av hugtakinum eyðsæð er skeivt, verður tað í sjálvari greinini gjørt lesarunum greitt, hvønn týdning blaðið leggur í útsøgnina…..

 

…  Nevndin metir, at hóast yvirskriftin er óneyv og ikki í tráð við vanliga løgfrøðiliga fatan av hugtakinum lógarheimild, so framgongur tað í greinini  at tað sum Norðlýsið sipar til, er umsiting á óskrivaðum lógargrundarlagi, og tann ógreidleiki hetta hevur við sær. Nevndin metir ikki, at óneyvleikin og ógreidleikin í nýtsluni av einum løgfrøðiligum hugtaki í hesum samanhangi, er nóg mikið til at geva eina átalu fyri brot á góðan fjølmiðlasið. Nevndin hevur í síni meting lagt dent á, at talan er um fakliga torrgreidd evni, sum eru avbjóðandi  at miðla, og at innihaldið í greinini viðgerð spurningin nærri og á ein hátt, sum gevur lesaranum eini betir fatan av, hvat meint verður við.  Óneyvleikin og ivasama nýtslan av hugtakinum lógarheimild er tí ikki av slíkum slag, at tað er orsøk til at geva átalu fyri brot á góðan fjølmiðlasið….

 

Les avgerðina hjá Fjølmiðlakærunevndini her.

Les annars alt um drúgva søguliga málið í greinini her niðanfyri (rulla longur niður á síðuna)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði