Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kærustovnurin bíðjar framvegis eftir niðurstøðu hjá fjølmiðlakærunevndini um mál viðvíkjandi menningarkvotunum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  01.07.2019 - 12:13 Politikkur Tíðindi

Fyri skjótt fýra mánaðum síðan kærdi fiskimálaráði vegna Høgna Hoydal, landstýrismann í Fiskivinnumálum, Norðlýsið til fjølmiðlakærunevndina og í kæruni hótti landstýrismaðurin blaðstjóran og blaðmann ä Norðlýsinum við at leggja skriving hjá Norðlýsinum um politisku útdeilingina av menningarkvotum í 2018 fyri dómstólarnar. Lógarparagrafin sum landstýrismaðurin og formaðurin í Tjóðveldi vísir til í revsilógini kann geva blaðstjóra og blaðmanni upp til tvey ára fongsul.

 

Sambært Kærustovninum kom fjølmiðlanevndin til eina niðurstøðu í málinum á fundi hósdagin, men nevndin arbeiddi framvegis við málinum.

Í morgun varð sagt at Kærustovnurin væntaði at fáa niðurstøðuna seinri í vikun kanska hósdagin.

———-

Nordlysid.fo tann 27. juni 2019

Menningarkvoturnar framvegis ífjølmiðlakærunevndini

Tann 20. mars fekk Norðlýsið fráboðan frá Kærustovninum, at fiskimálaráðið vegna landstýrismannin hevði kært undirritaða og og blaðstjóran fyri skriving í samband við menningarkvoturnar, ið vóru útlutaðar av landstýrismanninum í 2018.

 

Tann 20. mars fekk Norðlýsið fráboðan frá Kærustovninum, at fiskimálaráðið vegna landstýrismannin hevði kært undirritaða og og blaðstjóran fyri skriving í samband við menningarkvoturnar, ið vóru útlutaðar av landstýrismanninum í 2018.

Eftirfylgjandi samskiftu partarnir umvegis Kærustovnin í trimum umførum. Tann 24. Mai var samskifti millum partarnar í málinum liðugt og Kærustovnurin váttaði at Fjølmiðlakærunevndin hevði tikið málið til viðgerar.

Í vikuni váttaði Kærustovnurin at Fjølmiðlakærunevndin á fundi í dag fór at leggja seinastu hond á eina niðurstøðu av málinum. Sambært kærustovninum kunnu partarnir vanta at fáa niðurstøðuna fyrst í komandi viku.

Norðlýsið hevur alla tíðina almannakunngjørt alt samskifti í málinum og kann samskifti lesast niðanfyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…