Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.07.2019 - 20:50 Ítrottur Tíðindi

Aurelius Skarbalius segði eftir dystin í kvøld, at KÍ hevði uppiborið at koma víðari.

- KÍ eydnaðist við síni dystarætlan í dag. Vit byrja væl, men byrja so at stressa og gera nógvar feilir. Spælið gekk uppá teira fortreytir við nógvum nærdystum, kropsligum spæli, deyðbóltum og tíðardráli við m.a. at leggja seg niður. So teir spældu, sum vit høvdu væntað áðrenn. Tað er uppiborið, at KÍ fer víðari, tí tað eydnaðist ikki okkum at vísa, at vit eru betri leikarar. Vit eydnaðust ikki við at spæla og fáa teir troyttar, segði Aurelius Skarbalius við Norðlýsið eftir dystin.

 


Lið frá Litava tosa ofta um avbjóðandi umstøður í Føroyum, hvørjir eru trupulleikarnir við umstøðunum?

Veðrið skiftir nógv. Vindurin skiftir og ferðingin til Føroyar er long. Tey viðurskiftini gera, at tað er avbjóðandi, men tað er eingin umbering, tí vit vistu av tí frammanundan.

 

Hevur KÍ nakran møguleika víðari í kappingini?

KÍ er sera væl skipað, eru fysiskt sterkir og hava nakrar góðar einstaklingar. Og eydnast tað teimum at spæla uppá teirra fortreytir, so hava teir ein møguleika víðari sjálvandi.

 


Hvørjir leikarar eru teir týdningarmiklastu hjá KÍ?

Nummar 10 (Jóannes Bjartalíð), 8 (Jákup B. Andreasen), 7 (Patrik Johannesen) og so nummar 22 (Semir Hadzibulic), sum er ein royndur og dugnaligur leikari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…