Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein glaður Frits í Glæmuni

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  17.07.2019 - 11:57 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár kl. 19 lat Frits Johannesen enn eina framsýning upp. Hesaferð í Glæmuni í Norðagøtu, sum er eitt sera væl egnað hølið til endamálið.

Har er gott av dagsljós inni, og tó at hølið er rímiliga rúmligt, var stovan full og onkur valdi at taka eitt túnatos uttanfyri, til tað var fjaðrað so mikið av, at til bar at fara innum.

Tey mest sum stóðu seg ikki at seta grønar prikkar á myndirnar, so hvørt tær vóru seldar – og tað gekk skjótt.

Frits beyð vælkomin og hugleiddi nakað um myndirnar. Um hálvu skjøldrarnar og hálvu hjólini, sum sambært heimspekini gjørdu seg liðug ella heil í heilanum hjá hyggjaranum.

Frits tók til flytingar millum bygdirnar, Gøta og Fuglafjørður, og at enn livur á mannamunni Gøt-Óla Jákup og Gøtu Jógvan og aðrir við, sum fluttu til Fuglafjarðar. Tað hevur altíð verið góð samvinna millum Fuglafjørð, Gøtu og Lervik – eisini í skúlahøpi.

Eisini hugleiddi Frits um krokodilluna, sum oftast liggur á lærinum á honum ella henni, ið situr við klaverið ella flyglið. Hetta kundi skiljast sum ein parafrasa til onkrar av málningunum hjá Mikines, har hann hevur hvalin, ið er spentur sum ein bogi – Her hevur Frits heldur valt eina krokodillu. Og heldur enn at menn standa kring hvalin við hvalváknum, helt Frits, at tað var fittari og hugnaligari, at fólkini stóðu kring krokodilluna við onkrum ljóðføri.

Hetta er ein stuttlig og hugleiðing flyting, tó at tær ikki nýtist at vera ræddur fyri, at Frits ikki er við í grindadrápi onguntíð og dámar væl grind.

Hetta er enn ein av teimum ljósu, fjálgu, litríku og glaðu framsýningunum hjá Frits, sum gleðir mangan hyggjaran – tað greiddi gjárdagurin frá, við nógvari vitjan, har at kalla alt varð selt.

Men tó skal tú ikki halda tær aftur í at vitja framsýningina, tí hon er serstøk og hongur upp fram til 30. juli.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Svanberg hevur fingið nýtt venjarastarv
Fyrilestrar við unga ísraelska rithøvund…
Biðja norsku stjórnina um at endurskoða…
Hanus Hansen og Regin Jacobsen til audie…
Country dansur í Dansifrøi
Jóla­trøini
Hægri loft á endurgjald fyri mista arbei…
Jóla­konsert við Bjöllubandanum
11 føroyingar í donskum kommunalvali 
Vunnu á Luksemburg
Lívið, dýra undur
Rivjakvøld í Gamla Seglhúsi­num leygarda…
Russara­sáttmálin og kenslulig impulsstýr…
Skuldu Føroyar ikki hugsa – og stýra – s…
Veðrið í vikuni
Krafta sær stórt potentiali fyri vøkstri
Føroyar flúgvandi byrjan
Seyða­hundakapping í Sandavági
Country-gospel-kafé-konsert í Varpinum
Gunvør Reyðberg gevur út altjóða ítrivsb…