Lýsing
Lýsing
Lýsing
Swissporarena er væl vard ímóti vindi. Tak er allan vegin runt – tó ikki beint yvir grasinum. Bert eitt lítið lot í dag og í kvøld. So fótbóltslíkindini eru góð. | Mynd: en.wikipedia.org

Gott veður í Lucern í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  25.07.2019 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Lucern liggur miðskeiðis í Sveis – mitt ímillum markið til Lichtenstein og høvuðstaðin Bern. Sweis er eitt fjallaland. Alpurnar eru umleið 100km sunnan fyri Lucern, Jurafjøllini eru vestanfyri. Ímillum fjallaryggirnar er ein stór fløta, og har er Lucern.

Sveis er ikki ávirkað av lágtrýstum, sum koma vestaneftir – soleiðis sum vit kenna her í Føroyum. Um summarið er vanliga heitt – 30 stig og meiri. Viðhvørt regnar, men tá er tað vanliga úr einstøkum ógvusligum toruskýggjum – og ikki í sambandi við brúgvaløg.

Í dag er ikki væntað, at tað fer at vera annað veður enn stilt – bert eitt lítið lot úr ymsum ættum. Yvir Alpunum, bert 100km sunnanfyri, liggja spjødd skýggj og geva regn og annað, men í Lucern er og verður turt í dag og í kvøld.

Hitin á middegi í dag fer upp um 30 stig, men út á seinnapartin fer at kølna. Í kvøld fer hitin at liggja um 18-20 stig.

Her á veðurredaktiónini hjá Norðlýsinum verður ynskt ein góðan dyst – og koyr á KÍ!!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld