Lýsing
Lýsing
Lýsing

Julian og Rebekka vunnu árligu Ólavsøkurenningina

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  28.07.2019 - 16:10 Ítrottur Mentan Tíðindi

Julian Gregersen og Rebekka Fuglø úr Treysti vunnu í gjárkvøldið árligu Ólavsøkurenningina, sum varð avgreidd í allarfagrasta veðri.

Hjá kvinnunum varð tað ongantíð nakar ivi um sigurin hjá Rebekku, sum kom á mál í tíðini 19.15 minuttir. Á øðrum og triðjaplássi komu ávikavist Rigmor N. Arge úr Hvirluni (20.12) og Duruta R. á Lofti úr Bragdinum (20.43). Oddvør Josephsen og Vibeka Sivertsen gjørdust nummar fýra og fimm við 21.13 min. og 21.18 min.

Hjá monnunum varð meiri spenningur. Teir tríggir Julian Gregersen og so Signar Røsvik, sum var fyrstur á mál í Royal Run í Klaksvík og  danin Oliver Granhøj, sum varð næstur á mál í Royal Run, løgdu seg skjótt á odda, og tað gjørdist greitt at vinnarin bleiv ein av teimum trimum. Á næstu plássunum komu Rógvi Kárason (Bragdið), Einar Gregersen og Hanus í Horni Nielsen (Frælsi). 

Tá teir tríggir fremstu fóru framvið 3 km, var Julian 10-15 metrar frammanfyri Oliver, sum aftur var einar 10-15 metrar frammanfyri Signar. Men tá teir komu framvið 4 km, var Julian somikið langt frammanfyri Oliver, at hann líktist einum greiðum vinnara. Hann kom eisini á mál, sum greiður vinnari við tíðini 16.32 min. Oliver gjørdist nummar tvey við 16.53 min. og Signar nummar trý við 16.55 min. Hetta var triðji Ólavsøkusigur hjá Julian.

Einar Gregersen rann sera væl og gjørdist nummar fýra við 17.14 min. Hanus í Horni bleiv nummar fimm við 17.25 min.

Veteranurin Jonhard Larsen, sum er væl fyri í løtuni, gjørdist nummar níggju við 18.32 min. Tað rakk eisini til eitt annaðpláss í veteranbólkinum aftanfyri Henry Olsen við 18.04 min. og frammanfyri Sam Vang við 18.59 min. Heini Gregersen kom á mál eftir júst 20 minuttir, sum nummar átjan og á sættaplássi í veteranbólkinum.

Ultraveteranurin Gunnar Simonsen brúkti 23.42 min. um teinin og vann sín bólk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni