Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heldur bæði og,  enn antin ella...

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  31.07.2019 - 23:25 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi Vinna

Saman at halda varð ei okkum givið…..

Saman at halda varð ei okkum givið…..

Í ólavsøkurøðu síni  gjørdi løgmaður nógv burtur úr, at tað  í politikki snúði seg um antin ella. Hann bygdi   sína røðu rundan um hetta og royndi at rættvísgera ekskluderandi politikkin hjá javnaðarflokkinum.      

Har sum  vilji er til samstarv  ber sum oftast til at at finna loysnir saman. Hetta er  partur av fólkaræðinum. Vit eiga í størstan mun at siga bæði og.  Landsstýrið skal føra politikk, sum flest møgulig kunnu liva við. Føroyar er  eitt lítið samfelag við nógvum ymiskum sjónarmiðum og áhugamálum um alt møguligt. Tað verður trupult at gera øll 100 % nøgd, men tað  er umráðandi, at øll áhugamál og sjónarmið í samfelagnum føla seg hoyrd og koma til orðanna, og ikki blíva útihýst.    

Fólkaflokkurin er ímóti snævurskygni og ekskluderandi politikki. Politikkur snýr seg um at finna loysnir og um samstarv. Tað kann metast við sáttmálasamráðingar, har tað  ræður um at finna loysnir, sum báðir partar kunnu liva við. Vit politikkarar skulu arbeiða fyri øll. Vit skulu finna loysnir saman heldur enn at útihýsa fólki við øðrum hugsanum. 

Fólkaflokkurin ynskir eitt vælferðarsamfelag fyri øll  og er av tí áskoðan, at arbeiðsplássini kring landið eru grundarlagi undir vælferðarsamfelagnum.  


Pengarnir detta ikki bara niður úr rúmdini.  

Pengarnir til vælferðarsamfelagið skulu koma inn, áðrenn teir kunnu verða brúktir.  Tí skulu tey sum skapa virðini og arbeiðsplássini kring landið hava góðar karmar at virka undir og skulu ikki niðurpínast.

Tað skal løna seg at skapa virksemi og tað skal somuleiðis altíð løna seg at arbeiða.  Fólk eiga at fáa eina virðiliga upphædd útgoldna sum løn. Og átti hetta ikki at verið so  trupult at samstarva um.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna og løgtingsvalevni fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stór handilshølir - langtíðarleiga ella…
Umval í Runavíkar kommunu
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Dagføring: Tunnilin lat upp kl. 17
Cedric Yambere fingið sekkin í Bordeaux
Finn Stampe vitjar Norðlýsið
LÍV Fastogn gjørt avtalu um 18 nýggjar…
Jóla­pakkin frá Soli Deo Gloria - ein jól…
Jólasøla í Sóljuni
Hvør er Ársins Fyrstuhjálpari 2025?
Fyrsti heilsu­politikku­rin fyri Føroyar h…
Benjamin Hav & Familien á TÓRSFEST 2026
60 ára hald í Eiðis skúla
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
FarPay selt fyri trísiffraða milliónaupp…
Grindamenni­nir hava rætt
Føroyskar lógir mugu samsvara við føroys…
Síðsta keypið hjá FØROYA BANKA SAVNINUM…
Hægri barna­frádrátt og betri systkinafrá…