Lýsing
Lýsing

Donald Trump droymir um eitt ríkið sum kongaríkið Danmark, Føroyar og Grønland

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.08.2019 - 11:48 Politikkur

Miðlar og Fasebook eru hvønn dag full av viðmerkingum um USA og amerikanarar, kinesarar ella russar. Men tey sum hava vitjað bert eitt av hesum londum, vita at fólkini sum búgva í hesum stóru londunum, ið meira minna um heimspartar enn verulig lond, sanna at londini/fólkini eru als ikki so sum vit uppliva í filmum og skaldsøgum ella í fjasbókini.

Amerikumenn, Russar ella Kinverjar eru heldur ikki sum tey ið vit uppliva sum einfaldu svørthvítu statistisku skapningarnir, sum tíðindaleiðarar og journalistar royna at fáa at passa inn í ein tíðindastubba ella pakka/klippa niður í ein átiligan sjónvarps/tíðindabita, sum einans rúmar nøkur sekund av veruleikanum. Soleiðis er eisini við heitunum kristin, muslimar, svørt, hvít, menn, kvinnur o.so.fr..

Vit og Trump

Hyggja vit so eftir tí sum fer fram í Føroyum í hesum tíðum har fólk vera sortera í kassar, sum tjóðveldi, samband, javnaður, folkens o.so.fr. er lætt at gloyma at vit menniskju líkjast meira enn vit halda. Síggi á netinum fjøld av fólki øsa seg um at Trump ætlar at byggja ein múr kring USA fyri at verja sítt elskaða heimland.

Áðrenn Trump tók við forseta embætinum í Hvítu Húsunum, vóru bygdir umleið 1.000 km. av múri/hegni á markinum millum USA og Mexico og hóast demokratiska Kongressin hevur játta nógvar pengar til at betra eftirlitið við amerikanska markinum, hevur gingið stak illa hjá Trump at fingið gongd á byggingina. Higartil hevur mest verið talan um umvælingar av verandi múrum og nýbyggingin er júst byrjað.

Tá tað kemur til fakta – so líkjast føroyskur/danskur innflytarapolitikkur sera nógv tí sum Trump er talsmaður fyri.

Var ein biltúr síðsta heyst gjøgnum gomlu stórveldini í Evropa. Vit møttu ongum marknaðareftirlitum á ferðini úr Føroyum gjøgnum Danmark, Týskland, Frankarríkið, Sveis, Italia, Eysturríkið. Meðan vit koyrdu eftir týsku motorvegunum í fyrrverandi Eystur Týsklandi - hugsaði eg um hvussu fantastiskt hetta ótrúliga frælsi kendist. Men so komu vit til markið inn í okkara heim - Kongarríkið Danmark, Føroyar, Grønland. Her stóðu alvápnaði herlið á vakt og vit noyddust fyri fyrstuferð á túri okkara at vísa pass meðan ein alvápnaður unglingi frá “hjemmeværnet” hugdi illgrunasamur inn í bil okkara.

Júst sum við Tjekpoint Charley, sum var kendasta marknaðarligið inn í eitt heimsveldi, sum var grundað av vinstrakreftum og legði stóran dent á at verða uttan Gud og einans fyri menniskju - serliga fyri tey, sum drukku tað røttu politisku mjólkina. Eg spurdi unga danan við revolvara í beltinum og maskinbyrsu á rygginum, um hví hetta var einasta marknaðarliði við milliterum vaktarhaldi:

 

-  Det er den nye politikk. De andre lande i Evropa burde gøre det samme, var svarið vaktarmaðurin gav meðan hann handaði passi inn gjøgnum opna bilvindeyga og vinkaði við hondini, sum signaleraði at vit vóru góðtiknir at sleppa inn í hetta ríkið, sum flýtur yvir av “mjólk og hunangi”.

Meðan vit fóru spolandi við týskum hestakreftum og Saudiarabiskari olju upp gjøgnum Sæland, kundi eg tosa "live" heim til konuna við kinesiskari/amerikanskari samskiftisútgerð.

Kann verða at politikkurin er nýggjur, men í veruleikanum eru vit í fullum álvara við at spola tíðina aftureftir.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin