Lýsing

Semir gjørdi ein “Firmino”

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  11.08.2019 - 09:45 Ítrottur Tíðindi

Í Summarfestival-dystinum millum KÍ og Víking, har samlaða áskoðaratalið, íroknað børn, mundi liggja lítið niðan fyri 2000, gjørdi Semir Hadzibulic eitt sonevnt “look-away trick”, tá hann legði upp til Jóannes Bjartalíð, sum skoraði til endaliga úrslitið 2-0 ímóti Víkingi.

 

Fríggjakvøldið vóru onkrir myndamenn frá høvuðsstaðarpressuni at síggja við Djúpumýru, men vanliga, tá KÍ spælir sínar heimadystir í Betri-deildini, eru sum oftast tveir ella tríggir lokalir og sera góðir myndatakarar við vøllin og taka myndir.

 

Ein av hesum myndamonnum er okkara egni Oliver Joensen, sum í eitt mannaminni hevur verið so trúfastur, og sum hevur tikið manga søguliga myndina í stóra og áhugaverda savninum hjá Norðlýsinum.

 

Ein annar, sum eisini er ofta at síggja við Djúpumýru, er Símun á Høvdanum, sum – hóast hann er nakað væl yngri enn Oliver – eisini hevur tikið myndir her í lokalsamfelagnum í nógv ár og hevur eitt savn av myndum, sum eisini er áhugavert fyri lokalu søguna.

 

Triði myndamaðurin, sum mangan sæst við Djúpumýru, er myndamaðurin hjá KÍ, Eyðbjørn Jacobsen, sum mangan fangar áhugaverdar vinklar og støður í sínum myndum av leikarum og áskoðarum.

 

Í dystinum fríggjakvøldið á Summarfestivalinum var tað júst Eyðbjørn, sum fangaði eina áhugaverda støðu við sínum linsum.

 

Semir gjørdi eitt

“look-away trick”

Tað var seint í dystinum, eftir at Víkingur í eina løtu hevði roynt at lopið á fyri at javna út 1-0 leiðsluna hjá KÍ, at KÍ byrjaði at koma fyri seg aftur í dystinum.

 

KÍ bygdi upp eitt væl spælt álop í teirra høgru síðu, sum endaði við, at Semir fekk bóltin við brotsteigarmarkið nakað til høgru.

 

Samstundis var Jóannes Bjartalíð farin til stroks inn í Víkings-brotsteigin, og hetta hevði Semir eisini sæð, men so gjørdi hann eitt “trick”, sum ikki er so ofta at síggja í fótbólti, men tað kemur tó fyri av og á.

 

Um tað var fyri at villeiða Víkingsleikararnar, ella tað bert var til stuttleika, hava vit ikki funnið útav enn, men beint áðrenn Semir spældi Jóannes Bjartalíð frían inni brotsteiginum, snaraði hann høvdinum aftureftir – og so spældi hann bóltin júst øvugtan veg.

 

Ein stuttlig finta, tí álopið og fríspælingin eydnaðist til lítar, har Jóannes Bjartalíð sendi bóltin á stongina og inn í Víkingsmálið, og so var rómur við Djúpumýru.

 

Ein altjóða kendur leikari, sum er blivin kendur fyri júst hetta sonevnda “look-away trick’ið”, er brasiliumaðurin Roberto Firmino, sum dagliga spælir í Premier League fyri Liverpool FC, men nú hevur Semir Hadzibulic hjá KÍ altso gjørt honum tað eftir :)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Gadus afturkomin
Nýggi blokkurin komin umborð á Norðborg
KÍ hevur ongantíð vunnið við Margáir
Ónøgd um privatiser­ingar og SEV
Maria setti føroyskt met í 400m
Húsarhalds­skúlin: Alt væl
Bátatreffið avlýst
Tveir nýggir koronatilburðir eru staðfes…
Rógvi og Rigmor blivu føroyameistarar í…
Heilsan til M.C.
Spøl, felagssangur og framførsla íkvøld
Gott úrslit hjá BankNordik hóast eitt…
Føroyar varðveitir kredittvirðið
Tøkk - Sunvid Asta Højgaard, fødd Hansen
Børnini skulu hava betri karmar – nýggju…
Væleydnaða rørsluátakið hjá ÍSF og Fólka…
Grindir­nar nærkast hvørjari aðrari
Alneyðugt at tryggja atgongd­ina til nátt…
Kinkur komin í um Húsarhaldsskúlan
Løgmansrøðan verður vigað