Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
F.v: Alexandra á Dul sjúkrahússtjóri, Durid Johannesen, sjúkrarøktarfrøðingur, Tina Isaksen, sjúkrarøktarfrøðingur og Súsanna Olsen, varastjóri | Mynd: Oliver Joensen

Landsfevnandi viðgerð fyri svøvnkøvu skipað á Klaksvíkar sjúkrahúsi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.08.2019 - 17:12 Myndarøð Tíðindi

Í dag lat landsfevnandi ambulatoriið fyri svøvnkøvu alment upp á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Mett verður at um 1500 føroyingar stríðast við svøvnkøvu (svøvnapnø).

Skipað varð fyri eini lítlari samkomu í samband við nýggju tænastuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fegnaðist í røðu sínari um at ambulatoriið nú er upprættað í Klaksvík og gav síðani orðið víðari til Súsonnu Olsen, varastjóra, sum greiddi frá tilgongdini at Klaksvíkar Sjúkrahús nú kann bjóða sjúklingum hesa tænastu. 

Tey, sum stríðast við svøvnkøvu hava óvanligan andadrátt meðan tey sova og tey støkka upp fleiri ferðir um náttina fyri at fáa luft. Tað ávirkar svøvnin og hevur við sær, at tú kennir teg móðan alla tíðina. Hjáárinini eru millum annað størri vandi fyri blóðtøppum og sukursjúku. Um 600 føroyingar eru skrásettir at verða í viðgerð fyri svøvnkøvu.  

- Hetta vil gera lívsgóðskuna betri hjá sjúklingunum, og eisini hjá avvarandi, so tað verða nógvir føroyingar, ið fáa ágóðan av svøvnkøvu viðgerðini, segði Durid Johannesn, sjúkrarøktarfrøðingur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum saman við Tinu Isaksen koma at taka sær av svøvnkøvu sjúklingunum. 

Virksemið á ambulatoriinum er so smátt byrjað og einir 300 sjúklingar hava longu verið í ambulatoriinum. Men nógvar ávísingar hava rúgvað seg upp og fleiri sjúklingar bíða eftir kontroll. Klaksvíkar sjúkrahús miðar eftir at øll hesi hava verið til kanningar á ambulatoriinum áðrenn ársskiftið, upplýsti Tina Isaksen

 

Samstarv við sjúkrahúsið í Vejle

Ambulatoriið fyri svøvnkøvu á Klaksvíkar sjúkrahúsi verður rikið av tveimum sjúkrarøktarfrøðingum, sum hava verið á Vejle Sjúkrahúsi til upplæring. Serlækni í lungnasjúkum á deildini fyri svøvn á Vejle Sjúkrahúsi tekur sær av læknafakliga partinum av viðgerðini, upplýsti Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Fyri at koma til kanningar á ambulatoriinum fyri svøvnkøvu, skal tú fyrst venda tær til kommunulæknan, sum ávísir.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
Sjálvstýri styrkir leiðsluna
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Lýsing