Upptakt: EB/Streymur-KÍ
KÍ er nógv skert til dagsins dyst.
KÍ vitjar í dag í Hólmanum á Eiði. Hjá báðum liðum mangla fleiri leikarar. Hjá EB/Streymi eru Andras Olsen og Sveinur L. Olsen ikki tøkir, meðan Gestur B. Dam er farin av landinum. Poul G. Olsen, Niklas Kruse og Arnbjørn T. Hansen eru ivasamir. KÍ hevur ikki verið so skert til nakran dyst fyrr í ár sum til hendan dystin. Tríggir leikarar, Deni Pavlovic, Patrik Johannesen og Boris Dosljak, hava leikbann. Meinhardt P. Joensen, Óli Ey. Poulsen, Simen Sandmæl og Torbjørn Grytten vóru ikki við móti B36 vegna skaðar, og teir spæla neyvan heldur hesaferð. Harafturat fekk Semir Hadzibulic ein skaða móti B36 sum ger, at tað er sera ivasamt, um hann spælir í dag.
Dysturin í dag byrjar kl. 15.00 og dómari verður Mirza Kazic úr SVøríki.