Frimodt nýggjur nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag
Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðsgevarafelag stillaði Jóhanna á Bergi ikki upp aftur, og í hennara stað varð Frimodt Rasmussen valdur.
Mánadagin 23. juni var aðalfundur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Fyri vali stóðu Odd Eliasen, Ólavur Bjarkhamar og Jóhanna á Bergi.
Jóhanna stillaði ikki upp aftur, og takkaði aðalfundurin henni fyri drúgva tænastu sum nevndarlimur. Í hennara stað varð Frimodt Rasmussen, stjóri í KSS, valdur. Odd Eliasen og Ólavur Bjarkhamar vórðu afturvaldir.
Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg við Jón Sigurdssyni sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni. Formansskapurin er sostatt óbroyttur.
Í framløgu nevndarinnar frá farna ári varð greitt frá støðuni og útlitunum í vinnuni, eins og høvi varð nýtt til at leggja fram nakrar boðskapir til aðalfundin.
Dentur varð serliga lagdur á hækkandi kostnaðin at reka vinnu, á vantandi effektiviseringar av almenna geiranum og at meira ferð má fáast á grøna orkuskiftið.