Lýsing
Lýsing
Lýsing

Inn í Gerðabø

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.08.2019 - 13:18 Myndarøð Politikkur Tíðindi

Á lívligum og skemtiligum valfundi á Fossanesi samdust tey umleið 200 fundarfólkini og valevnir fyri allar flokkar, at linjuføringin í samband við Tunlar norður um Fjall eigur at fara inn ígjøgnum Gerðabø

Valfundur varð í skúlanum á Fossanesi í gjárkvøldi. Umboð fyri allar 9 flokkar luttóku og evnini vórðu trý í tali: Almanna- og Heilsupolitikkur, Ferðavinna/gongd í haga og Tunlar norður um Fjall.

Fundurin gjørdist drúgvur, yvir tríggjar tímar, men fólk eystan Múla vórðu hugalig og settu nógvar nærgangandi spurningar og høvdu næskar viðmerkingar til politikararnar. Hans Hjalti Skaale framførdi tvær vísur, har tann eina var spildurnýggj um Tunlar norður um Fjall. 

Ikki óvæntað fyltu júst Tunlar norður um Fjall mest á fundinum. Væntast kundi at eitt blame-game fór í gongd millum andstøðu og samgongu um hví onki varð hent í so mong ár og so bleiv. Av tí meira konstruktiva kjakinum, so vórðu valevnini samd um, at byrjast má at bora skjótt eftir at nýggj samgonga er skipað.

 

Linjuføringin

Tá fundarfólkið varð biðið um at rætta fingurin upp hvørt borast skuldi í Gerðabø ella norðuri í Ánunum, so var greið semja um at farast skal inn í Gerðabø. Hetta hóast, at tað kann seinkað byggitilgongdini. Fólk vilja hava tað gjørt ordiligt, tá tað verður gjørt.

Tunnilin frá Hvannasundi til Árnafjørð kann sjálvsagt byrjast uppá beinavegin. Politikararnir kvittaðu við, at taka undir við fundarfólkinum.

Hetta merkir at politikarar úr øllum flokkum hava sagt alment undan løgtingsvalinum, at linjuføringin skal ganga inn í Gerðabø. So verður spennandi, at síggja um pípan hevur fingið annað ljóð eftir løgtingsvalið.

 

Ferðavinnan má skipast betur

Ferðavinnulóggáva, sum verður umsitin av einum málaráðið. Júst heitið komu valevnini ikki inn á, men lóggávuøkir innan ferðavinnu, náttúruverd, samferðslu, trygd eiga at gerast partur av hesum málaráði. Semja varð um at peningurin eigur at koma teimum lokalu ferðavinnuaktørunum til góðar.

 

Klaksvíkar Sjúkrahús uppraðfestast

Her hendi tað søguliga, at allir flokkar gingu inn fyri sjúkrahúsbygnaðinum, tó at umboð fyri Fólkaflokkin hildu, at ein skuldi verða á varðhaldi í mun til sparingar, ið søgan aftur og aftur hevði prógva, gingu útyvir Klaksvíkar Sjúkrahús.

Tosað varð um Skaðastovuna, ið ikki mátti niðurlagast, eins og føðistovan.

 

Alt í alt ein góður, men heldur drúgur, fundur har tjóðsangurin varð sungin at enda. Fólk prátaðu óført sínamillum og við valevnir, áðrenn øll fóru hvør til sítt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…