Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hava áður vunnið á Wales

SKRIVAÐ: FSF  |  27.08.2019 - 21:58 Ítrottur Tíðindi

Hósdagin klokkan 17:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið EM-undankappingardyst á Tórsvølli ímóti Wales, sum í løtuni er nummar 32 á styrkislistanum hjá FIFA

 

Klokkan fimm seinnapartin hósdagin skal føroyska A-landsliðið við kvinnum á vøllin aftur, tá EM-undankappingardystur móti Wales er á skránni á Tórsvølli. Hetta er fyrsti dystur í undankappingini til EM 2021, sum verður í Fraklandi. Hini londini í bólkinum eru Norra, Hvítarussland og Norðurírland.

 

Føroyska kvinnulandsliðið hevur áður roynt seg í undankappingardyst móti Wales, men tað eru eftirhondini nógv ár síðani. Tann 25. oktober í 1995 spældu Wales og Føroyar EM-undankappingardyst á Farrar Road í Bangor í Wales. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til Føroyar. Sigursmálið skoraði Helga Ellingsgaard í 35. minutti.

 

Eitt lítið ár seinni, tann 8. juni í 1996 møttust liðini aftur á Svangaskarði á Toftum, og tá vunnu walisar 1-0.

 

Undan dystinum hósdagin eru Føroyar nummar 85 á styrkislistanum hjá FIFA, meðan Wales er nummar 32. Talan er sostatt um eina torføra uppgávu hjá kvinnulandsliðnum, men hon er als ikki ómøgulig.

 

Hetta er ikki fyrsti dystur hjá okkara kvinnum í ár. Í apríl mánað spældi liðið venjingardyst á útivølli móti Litava. Úrslitið tá bleiv javnleikur 2-2.

 

Atgongumerki til dystin millum Føroyar og Wales fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og við dyrnar, áðrenn dystin.

 

Hópurin

Monika Biskopstø, AaB Ålborg (Danmark)

Anna S. Hansen, EBS/Skála

Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68

Annika R. Christiansen, ÍF/Víkingur/B68

Lív Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)

Durita Hummeland, KÍ

Sanna Svarvadal, KÍ

Katrina Akursmørk, KÍ

Eyðvør Klakstein, KÍ

Evy á Lakjuni, KÍ

Olga Kristina Hansen, B36

Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála

Ásla Johannesen, Farum BK / FC Nordsjælland (Danmark)

Sara S. Lamhauge, HB

Julia Naomi Mortensen, HB

Jónvá Hentze, HB

Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

Heidi Sevdal, HB

Sarita Maria Mittfoss, B36

Rebekka Fjalsá Benbakoura, HB

Lýsing
Seinastu tíðindini
Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klak…
Hesir vóru til lands í Íslandi um ár 190…
Ræðuherferðin hjá Sambands­flokki­num í fu…
Starvs­felagið: Fimm valevni til nevndina
Torradagar: Heimurin á einum vegamóti
Tilnevn­ingar til ÍtróttaNAVNIÐ 2025
Andras Nolsøe vitjar Norðlýsið
Kunning um parkeringsviðurskifti við Kla…
Nýtt vinnunetverk stovnað í Klaksvík
Klakkur landar 185 tons
Sloans Savn letur upp og minnisvarði ver…
Klaksvíkar Sjúkra­hús, stovnað 1898 – 128…
Hugnaløta um gomlu Klaksvíkar kirkju
Lat okkum seta hol á eina Føroyska rúmda…
KÍ og HB í stórsteypadystum
Tiltøk í Havn og Klaksvík: Hvat kunnu Fø…
“Til havnar vit fara”... á kvæðastevnu
Jóannes Bjartalíð fingið nýtt lið
Torradagar nærkast
Verður skannarin gagnnýttur til alt tað…