Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkaflokkurin avreiddi fiskivinnunýskipan til sitandi samgongu

SKRIVAÐ: Lasse Klein  |  29.08.2019 - 03:58 Lesarabrøv Politikkur

Tað hevur javnan verið ført fram av ávísum politikarum og valevnum, serliga úr Fólkaflokkinum, at Sjálvstýri hevur hildið lív í samgonguni. Hetta kundi ikki verið longur burturi frá sannleikanum. Skamm fái tann flokk, sum sambært sær sjálvum letur fremsta kjarnumál sítt upp í hendurnar á mótstøðumonnum sínum at avgreiða, hóast flokkurin fullvæl visti, hvørjar avleiðingarnar gjørdust. Júst hetta gjørdi Fólkaflokkurin, tá hann hjartkiptur rann undan ábyrgd, hóast tað lá púra greitt, at táverandi fiskivinnuskipan fór úr gildi 1. januar 2018, og nýggj skipan mátti gerast.

Tað má verða lagnunnar speisemi, at Fólkaflokkurin sambært veljarakanningum um stutta tíð møguliga gerst størsti flokkur á Føroya Løgtingi. Orsøkin er eftir øllum at døma fiskivinnunýskipanin. Løgið, tá hugsað verður um, hvønn leiklut flokkurin hevur havt í júst hesum stóra og avgerandi máli.

Vælsaktans hevur flokkurin rópt hart, áhaldandi og uttan íhald, síðani Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn funnu saman í samgongu, men tá hevði flokkurin væl og virðiliga ligið sjóvarfallið av sær, og ov seint var at rópa. Hóast hetta hevur tað eydnast Fólkaflokkinum at fáa reiðarar, sjómenn og arbeiðsfólk at stuðla flokkinum, sum rann undan ábyrgd í undanfarnum samgongum. Flokkurin lyfti nevniliga ikki fingurin fyri at fáa dagført hetta týdningarmikla øki, sum øll vistu mátti gerast áðrenn 1. januar 2018, tá táverandi fiskivinnuskipan fór úr gildi. Helst var tað tilvitað, tí flokkurin vildi bara lata standa til og harvið sleppa sær undan ábyrgd at gera nakað.

Løgið nokk hevur tað kortini eydnast Fólkaflokkinum at fáa myrkalagt daprasta tíðarskeiðið í søgu floksins, tá flokkurin avreiddi stóru og týdningarmiklu uppgávuna at gera nýggja fiskivinnunýskipan til Høgna Hoydal, Aksel Johannesen og Poul Michelsen. Hetta hóast Fólkaflokkurin í 2007 var við til at samtykkja, at táverandi fiskivinnuskipan fór úr gildi við árslok 2017.   

Eins og allir aðrir flokkar visti Fólkaflokkurin, at júst hendan samgongan fór at verða tann, sum skuldi taka støðu til, hvat gerast skuldi á hesum týdningarmikla øki. Tað er eisini lagnunnar speisemi, at meginpartin av tíðarskeiðnum frá 2007 og frameftir sat Fólkaflokkurin í samgongu, og enntá í undanfarnu samgongu umsat flokkurin bæði fiskivinnumál og fíggjarmál.

 

Fólkaflokkurin kendi fullvæl avleiðingarnar

Hóast sitandi á teimum týdningarmiklastu landsstýrissessunum í undanfarnu samgongu, megnaði Fólkaflokkurin kortini ikki uppgávuna at leggja upp til eina nýggja ella dagførda fiskivinnunýskipan. Ístaðin sótu teir á hondunum og gjørdu einki, fyri síðani hjartkiptir at lata uppgávuna upp í hendurnar á Høgna Hoydal, Aksel Johannesen og Poul Michelsen. Á henda hátt avreiddi flokkurin fremsta kjarnumál floksins – sambært teimum sjálvum – til mótstøðumenninar, hóast fólkini í flokkinum vóru fullgreið yvir, hvørjar avleiðingar hetta fór at hava.

Fólk undrast og standa spyrjandi, hvussu slíkt kann bera til. Rætt er tað, at fólkafloksfólk á síðulinjuni og á trappusteinum hava rópt hart og verið atfinningarsom. Men tá úrslitið fyrilá, vildu flokkurin kortini ikki kennast við sítt egna barn.

Tað má vera gingið upp fyri bæði vinnufeløgum, reiðarum, sjómonnum og arbeiðsfólki, hvussu ússaligur leiklutur Fólkafloksins hevur verið í hesum máli. Eisini má tað vera fallið nógvum veljarum fyri bróstið, at fólkaflokkurin á ein slíkan óseriøsan og skammiligan hátt hevur avreitt fremsta kjarnumál sítt til argastu mótstøðufólk síni at avgreiða.

 

Skylda veljarunum eina frágreiðing

Vit í Sjálvstýri halda, at Fólkaflokkurin skyldar veljarunum at koma við eini frágreiðing um hesi viðurskiftir, so vit onnur, og ikki minst fólkafloksfólk, kunnu taka støðu til leiklut Fólkafloksins í hesum máli. Hetta soleiðis, at eisini aðrir flokkar lættari kunnu taka støðu til eitt møguligt samstarv við Fólkaflokkin í framtíðini.

At avreiða fremsta kjarnumál sítt á slíkan hátt, sum Fólkaflokkurin hevur gjørt, er ikki gamansleikur, og má veruliga hava sett trúvirði floksins í vanda hjá teimum, sum hava fylgt við og vita, hvat veruliga er farið fram. Veljarar í øðrum flokkum høvdu neyvan góðtikið slíkt hjálparloysi.

Hóast Fólkaflokkurin roynir at billa veljarum nakað annað inn, stendur tað rimmarfast, at Sjálvstýri ongan lut eigur í, at fiskivinnunýskipanin var samtykt. Somuleiðis var Sjálvstýri heldur ikki avgerandi atkvøðan fyri fíggjarlógini. Hetta er rætt og slætt faknenews, sum Fólkaflokkurin roynir spjaða og undirgrava trúvirðið hjá Sjálvstýri við.

Sjálvstýri hevur ongantíð tikið undir við nøkrum í fiskivinnunýskipanini og meldaði greitt út, at flokkurin ikki vildi gera samgongu orsakað av tí, sum lá í kortunum til nýggja fiskivinnunýskipan.

 

Tað er eingin ivi um

Tað er eingin sum helst ivi um, hvørja linju formaðurin í Sjálvstýri Jógvan Skorheim hevur lagt. Har er eingin “slingur” í valsinum. Sjávstýri hevur verði tann flokkurin sum hevur tryggja vinnuni bestu rakstrarmøguleikar!

 

Lasse Klein

 

 

FAKTA

Fiskivinnunýskipanin var samtykt áðrenn pensjónsnýskipanina, nevniliga tann 12. desember 2017. Pensjónsnýskipanin var samtykt 24. apríl 2018, ella meira enn fýra mánaðar eftir fiskivinnunýskipanina.

Fíggjarlógin var samtykt 21. desember 2017 við 26 atkvøðum, og tað skulu sum kunnugt bert 17 atkvøður til eina samtykt í Løgtinginum. Sostatt var Sjálvstýri ikki tann flokkurin, ið bar fíggjarlógina ígjøgnum.

Hini, sum atkvøddu fyri fíggjarlógini, vóru Bill Justinussen, Sonja Jógvansdóttir, Edmund Joensen, Magni Laksafoss, Bjørn Kalsø, Magnus Rasmussen, Kaj Leo Holm Johannesen og Bárður á Steig Nielsen.

Sjálvstýri atkvøddu eisini ímóti eyka inntøkum á fíggjarlógini, sum høvdu við fiskivinnuna at gera.

Lógin um pensjónsnýskipanina var samtykt tann 24. apríl 2018 og hevði sostatt einki við fiskivinnunýskipanina ella fíggjarlógina at gera.

Í Sjálvstýri eru vit errin av at hava verið við til at betra um pensjónina hjá túsundtals pensjónistum, sum bert hava almenna pensjón at liva av.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni