Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til lukku Stakkavík KG 748 – Tit hava ongan kjans

SKRIVAÐ: Jóhan Christiansen, E  |  29.08.2019 - 15:35 Løgtingsval 2019 Politikkur

Eg havi við gleði og áhugað fylgt við hesum glastrevjabátinum Stakkavík KG 748 seinasta góða árið. Her eru tveir ungir garpar, sum hava skaffa sær atgongd til ein bát, og hava kastað seg út í fiskiskap. Skiparin er 28 ár, er mær fortalt.

Og teir hava gjørt tað sera væl; 8.000 pund, 10.000 pund og enntá meir hoyra vit javnan. Nógvur fiskur er at fáa, men teir fáa allíkavæl eitt sindur meira enn hinir. Ein sólskynssøga, og stórt rós til teir.

Kendi norski reiðarin Kjell Inge Røkke byrjaði eisini við einum glastrevjabáti, og hygg hvar hann er í dag.

Tann møguleikan fáa tit umborð á Stakkavík, og øll onnur sum ætlan at byggja upp í fiskivinnuni,  ongantíð møguleikan til.

Tíanverri verður tað soleiðis, um fiskivinnunýskipanin verður rullað aftur til tað, sum andstøðan við Fólkaflokkinum á odda, ætla.

 

Keypa gamalt stál fyri okursprís, bara fyri at sleppa at loysa frá kaj

Høvuðsorsøkin til at flotin ikki megnaði at endurnýggja seg sjálvan, var, at fyri at sleppa at fiska, so máttu man keypa eitt gamalt skip fyri nærum prísin av einum nýggjum, bara fyri at fáa fatur á loyvinum at fiska. Hetta var trupulleikin fyri nøkrum árum síðani.

Og nú vil man aftur til ta skipanina, og enntá kunna útlendingar eiga upp til 1/3 sbrt. Fólkaflokkinum (Christian F. Andreasen og fleiri við honum).

Hvussu skulu hesir garparnir umborð á Stakkavík hava nakran kjans? Teir kunnu kanska selja seg til útlendingar, og lata seg stýra av teimum, og á tann hátt kanska fáa møguleikan at keypa eitt av størri línuskipunum, sum altso eru 47 ár í miðal?

Tað hevur eydnast andstøðuni við Fólkaflokkinum á odda at “øst alt upp til varg” við uppboðssøluni og menningarkvotum, so at fleiri eru vorðin blind fyri øllum øðrum.

Góðu fiskimenn, bæði á sjógvi og landi. Var tað nú tað vit vilja og vildu?

Enn einaferð, hjartaliga til lukku tit umborð á Stakkavík KG 748. Í besta føri fáa tit møguleikan at keypa eitt av teimum 50 ára gomlu skipunum saman við útlendingum, um Fólkaflokkurin fær valdi á fiskivinnuni aftur.

Tað er als ikki tað E vil

 

Jóhan Christiansen, valevni fyri Tjóðveldi

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Lýsing