Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Hello, Goodbye”

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  30.08.2019 - 06:52 Mentan Myndarøð Tíðindi

Soleiðis sungu The Beatles einaferð – Við hesum orðum heilsaði stýrisformaðurin á Listasavni Føroya, Niels Christian Nolsøe teimum báðum Karina Lykke Grand, nýggja stjóranum vælkomnari og Nils Ohrt, fráfarandi stjóra á Listasavni Føroya seinastu átta árini, við eini tøkk og farvæl.

Hetta var á móttøku, sum skipað varð fyri á Listasavni Føroya í dag. Nils hugleiddi í síni røðu um tíðina, hann hevði verið leiðari og um týdningin av einum slíkum savni, og tó at føroyska listasøgan er ung, so hevur hon alstóran týdning og er áhugaverd.

 

Nils hevur valt at búseta seg í Føroyum, so um tey høvdu brúk fyri sær til onkrar uppgávur ella fyrispurningar, so var hann fúsum, lat hann nýggja stjóran vita.

 

Karina Lykke Grand hevur lisið listasøgu og hevur eisini eina Ph.D. innan hetta sama. Hon hevur undirvíst á lærda Háskúlanum í Århus í listasøgu og hevur eisini verið savnsleiðari, so hon má sigast at hava hollar royndir innan øki, hon skal fáast við – stjóri á Listasavni Føroya.

 

Hon tók eisini orðið og talaði til hyggjararnar og brúkararnar av savninum og beyð annars til dialog, har øll vóru vælkomin. Karin takkaði fyri, at so nógv høvdu tikið av hennara tilboði um “ein kaffimunn”, har tey høvdu høvi at tosa við seg um ynskir – rís og rós.

 

Hon menti seg at hava fingið eina góða móttøku á henda hátt og hevði fingið nógv áhugavert at vita, sum kundi verða henni til gagns í sínum starvi.

 

Síðani takkaði hon stýrinum fyri at hava tikið av hennara umsókn og tí samstarvi, tey eftir stuttari tíð høvdu fingið í lag.

 

At enda takkaði hon Nils fyri hansara tíð á savninum og at hava hjálp henni so væl ávegis í starvið, og eisini takkaði hon starvsfólkunum á Listasavninum, sum hon gleddi seg at koma at arbeiða enn meir saman við.

 

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya lat eina hurð standa opna, har Nils altíð var vælkomin at støkka inn á gólvið, um ikki annað so til ein kaffimunn. Men hann skuldi eisini rokna við at fáa onkrar fyrispurningar um hetta og hitt.

 

Norðoya Listafelag hevur í fleiri umførum samstarvað væl við Listasavn Føroya um ymsar verkætlanir – nú seinast um framsýningina við Elinborg Lützen, har tað hava verið og verða hátíðarhald í sambandi við, at tað í ár eru 100 ár síðani, hon varð fødd.

 

Karin tykist fyrikomandi, vitandi og hóskandi forvitin og verður áhugavert at samstarva við henni eisini – Vælkomin!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu