Lýsing
Lýsing
Lýsing
Soleiðis sá tað út úr rúmdini fyrradagin, tá ið ódnin Dorian herjaði Bahamas | Mynd: NOAA (National Oceanic and Atmospheric Administration)

Ódnin Dorian

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.09.2019 - 21:48 Tíðindi Veðrið

Tropiska ódnin Dorian herjar í hesum døgum í Bahamas.

Dorian er tann fjórða malandi veðurskipanin yvir vestara parti av Atlantshavi, sum í ár hevur fingið navn. Hinar vóru Andrea, Barry og Chantal.

Andrea og Chantal vóru bert stormar; Barry var ein ódn í bólki 1 – t.e. miðalvindferðin var ímillum 33 og 43 m/s. Flestar ódnir, sum raka Føroyar, eru í bólki 1.

Dorian er fyrsta stóra ódnin, sum er í ár. Hon er ræðuliga hørð, í bólki 5 – t.e. tá ið miðalvindferðin er oman fyri 70 m/s.

Ódnin við mesta vindinum hevur verið hon, sum rakti USA fyrsta mánadag í september í 1935 – Labor Day ódnin. Vindferðin kring hesa Labor Day ódn (tá fingu ódnirnar ikki konufólka- ella mannfólkanavn) var um 82 m/s – og tað var miðalvindferðin! Hvirlurnar vóru nakað væl harðari.

Ódnin Dorian er líka hørð, sum Labor Day ódnin í 1935 var. Vindferðin var fyrradagin máld til 82 m/s!

Hvussu ringt hetta veðrið er, er ikki altíð lætt at ímynda sær, men vit kunnu royna at samanbera Dorian við Jólaódnina í 1988.

Fyri tað fyrsta, so kann ein slík tropisk ódn als ikki raka Føroyar. Tropiskar ódnir eru malandi heit luft kring eitt eyga. Kring lágtrýstini, sum raka Føroyar, eru bæði heit og køld luft.

Dorian er ein spiral-formað illveðurskipan, sum er umleið 200 km í tvørmáti. Tvørmátið á Jólaódnin í 1988 var 3 ferðir størri, umleið 600 km.  

Lægsta trýstið í miðjuni á Dorian varð fyrradagin (1. september) mált til 910hPa. Í miðjuni á Jólaódnini var lægsta trýstið 934hPa.

At trýstið er so nógv lægri á Dorian, og at hann liggur yvir einum øki, ið er so nógv minni er tað økið, Jólaódnin herjaði, ger at veðrið er munandi verri í Bahamas í dag og í gjár, enn tað var í Føroyum í 1988.

Miðalvindferðin í sambandi við Jólaódnina var um 40-45 m/s. Hvirlurnar tvífalt so harðar, um 80-90 m/s upp í fjøllunum. Kring Dorian var miðalvindferðin máld til 82 m/s fyrradagin, í gjár og í dag. Havi onga máting funnið, hvussu harðar hvirlurnar hava verið.

Í stuttum kann munurin á Dorian og Jólaódnini sigast at vera, at í sambandi við Dorian er veðrið munandi verri kring eitt minni økið, enn tá ið Jólaódnin var.

Hinvegin var tann samlaða orkan kring miðjuna á Jólaódnini tilsamans munandi meiri, enn orkan kring eygað á Dorian. Orkan kring Jólaódnina var spjødd yvir eitt øki, sum var 9 ferðir størri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólarøðan hjá Elsebeth í Ánunum
Herman Samuelsen við jólatræið á Norðoyr…
Jólaklipp, sangur, borðspøl og hugni
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Hugburðsbroyting á ovastu rókunum er ney…
Í hugnaliga jóla­prýdda býnum tendraði va…
Sjónám: Almenn fráfaringarløta fyri Sigr…
(Aftur) stórur spenningur um fosturtøkum…
Klaksvík setur gongd í størsta bústaðarø…
Jólatrø tendra í kvøld
Silvur í Singapore og heimsmet til Vár G…
Klaksvík fingið fiskimála­ráð­harran
Seks nevndalimir skulu veljast
Felags starvs­fólkahugni
Er eitt barn meira vert enn eitt annað?
Hugnalig jóla­konsert í Glyvra kirkju mik…
Video: Eitt av løgunum frá væleydnaðu 25…
Jólarøðan hjá Anniku
Helgi eisini kvikmeistari
Fantastiskar hondbóltskvinnur