Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skráin fyri FT Gamejam 2019

SKRIVAÐ: Íverksetarahúsið  |  04.09.2019 - 19:51 Tíðindaskriv Vinna

Vikuskiftið 20. til 22. september skipar Íverksetarahúsið í samstarvi við Føroya Tele fyri FT GameJam, har fólk fáa møguleika at gera sítt egna telduspæl frá grundini. Tiltakið verður hildið í Klingruni á Føroya Tele.

FT GameJam er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri spælmenning. Í stuttum snýr FT GameJam seg um at manna ein bólk upp á í mesta lagi 5 luttakarar við blandaðum førleikum, og menna eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar, og síðan at vísa tað fram.

Ymiskir førleikar skulu til fyri at menna eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tó er ikki neyðugt at hava aðrar førleikar enn áhuga fyri spælmenning fyri at luttaka á tiltakinum.

Luttakararnir fáa atgongd til millum annað eitt ljóð- og grafikkstudio, umframt hetta fáa luttakararnir ráðgeving frá serkønum, sum verða við til at stuðla og vegleiða undir tiltakinum.

Endamálið við FT GameJam er at kveikja áhugan fyri spælmenning og skapa eitt grundarlag fyri at vit, í Føroyum, kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi telduspælsvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum.

FT GameJam 2019 verður í Klingruni hjá Føroya Tele í døgunum 20.-22. september. Dyrnar lata upp kl.16:00.

Tiltakið er ókeypis, og øll kunnu melda seg til.

Føroya Tele og Elektron lata tilsamans 20.000. kr. til vinnandi telduspælið. Harumframt letur Vinnufarmi 25.000. kr. sum skal nýtast til at víðari menna spælið.


Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Íverksetarahúsinum www.iverksetan.fo ella við at senda ein mail til iverksetan@iverksetan.fo

Viðmerk: Navn, aldur, teldupost, umframt hvat av niðanfyri standandi evnum tú kundi hugsað tær at arbeitt við.

-Forritan
-Grafikk
-Ljóð
-Søga
-Projektleiðsla
-Annað

(Tilmeldingin er ikki endalig fyrr enn tú hevur móttikið eina váttan umvegis teldupost.)

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 18. september.
Hevur tú spurningar um eitthvørt ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Jóhann Østerø/ jost@ft.fo ella Íverksetarahúsið / iverksetan@iverksetan.fo  

Skrá:
Fríggjadagur 20. september
16:00: Dyrnar lata upp
17:00: Vælkomin – Íverksetarahúsið
17:15: Gestarøðari – Stephen Reeson
17:45: Bólkar verða gjørdir
18:00: Tema avdúkað

Sunnudagur 22. septembur
18:00: Upplegg latið dómsnevnd
18:30: Framløgur fyri dómsnevnd
19:30: Vinnari avdúkaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)