Lýsing
Lýsing
Lýsing

Odmar skaddur - Hinir KÍ-leikararnir á bonkinum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.09.2019 - 13:43 Ítrottur Tíðindi

Landsliðið er sett til kvøldsins dyst móti Svøríki.

Í Norðoyggjum hava fleir glett seg at sæð komandi KÍ-leikaran Odmar Færø, ið seinastu árini ofta hevur verið í uppstillingini, í landsdysti í kvøld. Men longu áðrenn landsliðið bleiv úttikið, so var greitt, at Odmar ikki fekk spælt hesar dystir hesa vikuna vegna skaða. Hinir KÍ-leikararnir - Kristian Joensen, Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen - byrja á bonkinum. 

 

FSF.fo skrivar soleiðis:

Í kvøld klokkan 19:45 verður Tórsvøllur enn einaferð karmur um ein stórdyst. Hesaferð eru tað Føroyar og Svøríki, ið fara á vøllin í undankappingardysti til EM 2020.

 

Føroyski hópurin hevði fyrstu venjingina mánadagin, og sum heild hava fyrireikingarnar gingið sera væl. Tó er greitt, at Gilli Rólantsson Sørensen ikki verður tøkur, og tvøramaðurin verður heldur ikki við, tá landsliðið fríggjadagin setir kós ímóti Spania.

 

Venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava havt seinasta fundin við føroyska liðnum, áðrenn dystin móti Svøríki, og teir hava nú endaliga avgjørt, hvørjir teir fyrstu 11 verða, ið fara á vøllin móti svium.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og nýggjur maður á høgra bakki fyri Gilla Rólantsson Sørensen verður Hørður Askham. Miðverjar vera Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson, meðan Viljormur Davidsen verður á høgra bakki.

 

Á miðvøllinum frá byrjan verða Sølvi Vatnhamar, Rene Shaki Joensen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen og Árni Frederiksberg, og í álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.

 

Eykaspælarar: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Jóannes Bjartalíð, Andrias Høgnason Eriksen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen, Klæmint Andrasson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen og Heini Vatnsdal.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini